fríggjadagur 1. juli 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 123 - 1. juli 2005
Vit mundu vera fleiri,
sum fingu handan
bankatoskin frá Han-
usi hjá Nornasi í
rangastrúpan hetta nú
so famøsa galla-
kvøldið í Norður-
landahúsinum. Alt so
sera væl fyriskipað,
tænastan í heims-
klassa, skráin løgd
sum tað sømir seg,
táið útlendskir odd-
vitar vitja og gastron-
omiin á so høgum
støði, at drotninga-
vitjanin fyri árum
síðani, táið havhestar-
nir fóru sum gummi-
bóltar eftir borðinum
og syftust uppi undir
ljósakrúnunum, eins
og høvdu teir fingið
eitt nýtt lív, næstan
var farin í gloymsk-
una. Fyri eina stund í
hvussu er. Kortini
verða orðini hjá Katr-
ini hjá Kristiani í Kví-
vík tó seint gloymd,
táið hon eftir at hava
nartlað sær eina flís av
eini nátabringu, við
felliknívinum hjá
manninum, og eftir at
hava tugt og jaglað
sollaleðrið í einar
tíggju minuttir, segði
tey ódeyðiligu orðini:
»Veit ikki hvat tit gera,
men nú svølgið eg.«
Tórbjørn Jacobsen
Matinum bagdi onki hetta
mánakvøldið, men politiski
kosturin, sum snildisliga
var flættaður inn í hátíðina,
var herskin at svølgja, í
hvussu er hjá andstøðuni á
tingi, sum ongan lut eigur í
hesum politiska sorgarleik-
inum, har viljaleysir menn
hava avreitt tjóðarinnar
rættindi, uttan somikið sum
at fáa ein verð av flatbønum
afturfyri.
Margretha tykist vera eitt
skilafólk, rímiliga vitborin
eisini, og hjá flestu føroy-
ingum er kongshúsið ikki
stóri trupulleikin, soleingi
hendan støðan er veruleiki,
at danska statsmaktin tví-
heldur um føroyskar ognir,
dygt stuðlað av ríkistrællun-
um í Javnaðar, - Sambands-
og Fólkaflokkinum. Tó er
tað undrunnarvert at hon
ikki kubbaði kontroversi-
ella sekvensin, sum ríkis-
kallarnir høvdu sníkt inn í
røðuna, og sum eyðvitað
mátti gerast ein kíli í pol-
itisku skipanini í Føroyum.
Finnur
Helmsdal
og
Høgni Hoydal eru menn
sum ríða sama dag sum teir
saðla. Skjótir á knappunum.
Og hetta varð sum at stinga
frens. Alt hitt tvørpolitiska
sambandsorkestrið er farið
upp at gala. Og ímeðan Al-
fred Olsen, Anfinn Kalls-
berg, Jóannes Eidesgaard,
Jóhan Petersen, Olav Ene-
moto, Jóhan Dahl o.a. nísta
sum útløgukøttar í føstu, er
málið vorði eitt slag av ein-
um vandetta ímillum danska
kongshúsið og Tjóðveldis-
flokkin. Og tað verður ong-
in leikur fluttur í tí talvinum.
Pr. definitión. Táið kongs-
húsið ikki fær farið inn í ein
partapolitiskan dialog. Har-
við hvørvur tað orðaskiftið
av sær sjálvum og tað mest
áhugaverda í miðlunum
gjørdist so, at formaður
Tjóðveldisfloksins ikki unt-
ist við at súpa í seg av royala
herskapsborðinum umborð
á "Dannebrog" - og varð
uppeksponeraður sum ridd-
arin av tí leivdu breyðflísini.
Eitt avboð til ein nátt-
verða? Hví gjørdist tað nú
meginsøgan á hesi drotn-
ingaferðini? Hví verða ljós-
kastararnir ikki varpaðir
inn í reversini á tjóðskapar-
hetjunum, sum nú ganga
lagghallar av donskum
sildasalati, kongsins teknar,
premieraðir fyri sítt góða
starv, í royndini at gøllhalda
føroyska
matrikkulin
í
donsku ríkisskipanini?
Hugsi, at tað var Karl
Marx sum segði hesi vísu
orðini: "Søgan endurtekur
seg altíð. Fyrstu ferð sum
sorgarleikur. Aðru ferð sum
skemtileikur." Hann mundi
neyvan vita hvussu ósvita-
liga rætt hann hevði, táið
hugt verður at føroyskum
fullveldispolitikki og pol-
itisku viðurskiftunum ímill-
um Føroyar og Danmark.
Í 1946 vrakaði føroyska
fólkið
uppskotið
hjá
donsku stjórnini um eina
heimastýrisskipan
-
og
valdi loysing. Politisku
flokkarnir í Føroyum lupu
saman við donsku stjórnini
frá sínum lyftum.
Danska stjórnin gjørdi
saman við føroyskum polit-
ikarum ein sonevndan "Ny-
ordning", ið var sama
heimastýrisskipanin, sum
varð vrakað á fólkaat-
kvøðuni 14. September. Øll
segl vóru sett fyri at billa
føroyingum inn, at hetta var
eitt politiskt nýbrot - hóast
talan var um greitt aftur-
stig, í mun til tær heimildir,
ið Løgtingið hevði vunnið
sær stríðsárini.
Ongin ivast í, at føroyska
fólkið valdi greiðan meiri-
luta fyri fullveldi á løg-
tingsvalinum í 1998. Í 2002
og 2004 somuleiðis. Men
áðrenn samráðingarnar um
fullveldissáttmálan nakran-
tíð byrjaðu, í 1999, bjóðaði
táverandi forsætismálaráð-
harri Danmarkar, Poul Nyr-
up Rasmussen, føroyingum
ein "Nyordning indenfor
Rigsfællesskabet" ístaðin.
Hyggjuráðini mundu vera,
at føroyingar skuldu sleppa
at halda fram við at skeld-
ast um nakrar smávegis
yvirtøkur, skuldu sleppa
við dønum út í altjóða sam-
ráðingar ímeðan Danmark
togaði allar sínar heimildir
innaftur og staðfesti sítt
fullveldi yvir Føroyum.
Uppskotið varð uttan
himpr kolldømt og aftur-
víst. Av góðum grundum
vildu Tjóðveldisflokkurin,
Fólkaflokkurin, Sjálvstýris-
flokkurin og Miðflokkurin
ikki nerta donsku nálganina
við eini eldtong. Seinri
umsetti Sambandsflokkurin
tó danska útkastið til før-
oyskt (helst við góðari
hjálp úr Danmark), gjørdi
tað til eitt politiskt barn hjá
sær, og rópti tað "Nýskip-
anaruppskotið".
Tað kollektiva politiska
minnið er stutt, men øll
munna hóast alt minnast, at
táverandi løgmaður Føroya,
Anfinn Kallsberg, boðaði
frá, at hann ongantíð fór at
góðtaka nakra avtalu, sum
bygdi á, at vit høvdu meldað
okkum inn í danska ríkið, tí
sum hann segði, Føroya fólk
hevði allan avgerðarrætt í
Føroyum. Sama grund-
gevingin var brúkt táið hann
sleit samráðingarnar við
donsku
stjórnina,
og
somuleiðis tá ið hann nakað
eftir tað avlýsti fólkaatkvøð-
una. Sum hann segði: "Við
eini fólkaatkvøðu er stórur
vandi fyri, at vit føroyingar
verða trýstir og hóttir til at
lima okkum inn í tað danska
ríkið."
Nú, seks ár seinri, er "Ny-
ordningen" hjá Poul Nyrup
Rasmussen
og
harvið
"Nýskipanin" hjá Sam-
bandsflokkinum sett í gildi.
Her er ikki eitt komma flutt
síðani
Nyrup
lanseraði
hugskotið av fyrstan tíð, og
ongin hevur spurt fólkið í
Føroyum, hvat tey munna
halda um "nýggja" politiska
grundvøllin, sum í bráð-
skundi varð ekspederaður
ígjøgnum Løgtingið og
Fólkatingið - fyri kortum.
Ájú, søgan enturtekur seg
so sanniliga. Fyrstu ferð
sum sorgarleikur. Aðru ferð
sum skemtileikur. Og hetta
er tragikomiskt skemt á
høgum støði, nú fremsti
forsprákarin fyri "Nyordn-
ingen", er sami løgmaður,
Anfinn Kallsberg, sum fyri
fáum árum síðani staðfesti
alment, at hetta fór hann
aldri at geva seg undir.
Nú er hann vorðin riddari
av Dannebrog saman við
Bjarne Djurholm. Hesin
seinri hevur síðani hann
kom í landsstýrið, fyri seks
árum síðani, ikki gjørt ann-
að enn stríðst ímóti før-
oyskum fullveldi og virkað
fyri "Nyordningen" hjá
donsku stjórnini. Kosmet-
iskt hevur Anfinn av góð-
um grundum roynt at hildið
eina fasadu, sum tóktiskt
meira national enn hon hjá
heimastýrismanninum úr
Kollafirði, men nú krakel-
eraði alt og Fólkaflokkurin
hevur endaliga yvirgivið
seg fyri áhaldandi danska
trýstinum í stjórnarskipan-
armálinum.
Sambands-
vongurin í høvuðsstaðarøk-
inum søkti at nationala her-
mótinum, í Norðoyggjum
og í Eysturoy - og sigraði,
so tað stendur eftir.
Í ár 2000 vitjaðu donsku
kongshjúnini eisini í Før-
oyum. Tá boðaði Anfinn
Kallsberg, táverandi løg-
maður, danska Ríkisum-
boðnum frá, at ongir ridd-
arakrossar skuldu býtast út
undir
vitjanini.
Sjálvur
hevði hann fingið boðið
riddarakrossin, men sum
hann tá tók til: "Eg fari ong-
antíð at taka av tilboðnum
um at gerast riddari av
Dannebrog. Eg standi jú á
odda fyri einum meiriluta,
ið ynskir fullveldi í land-
inum."
Jú, skemtiligt kann tað
tykjast at vera, men er tað
nú so skemtiligt táið til
stykkis kemur?
Tíanbetur eru søgan og
skjalagoymslur kannaðar
Høgni Hoydal - riddarin
– Nú er Anfinn Kallsberg vorðin riddari av Dannebrog saman við Bjarne Djurholm. Hesin seinri hevur síðani h
ímóti føroyskum fullveldi og virkað fyri »Nyordningen« hjá donsku stjórnini. Kosmetiskt hevur Anfinn av góðum
hon hjá heimastýrismanninum úr Kollafirði, men nú krakeleraði alt og Fólkaflokkurin hevur endaliga yvirgivið
bandsvongurin í høvuðsstaðarøkinum søkti at nationala hermótinum, í Norðoyggjum og í Eysturoy - og sigraði