fríggjadagur 1. juli 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 123 - 1. juli 2005
25
hesi seinru árini, so til ber
at gera sær ein mynd av
hvørjar snildir vera brúktar
og hvørjir leikir verða
fluttir, táið danska stjórnin
ætlar at fáa síni sjónarmið
ígjøgnum í Føroyum. Hetta
er eitt slag av stórpolitikki.
Og tað er væl skiljandi, at
danska stjórnin nýtir øll
amboð í royndunum at
forða fyri føroyskum full-
veldi. Flestu hjálandaveldi
hava roynt tað sama, so
ymiskt tað annars hevur
vignast.
Tey flestu hava bestan
hugin at gloyma hetta, at
fornokta veruleikan, og
skíra
opponentarnar
og
teirra retorikk fyri antiim-
perialistiskt tjóðveldisgabb.
Og hví skula grenjandi og
fortreðiligir tjóðveldismenn
nú eisini oyðileggja allan
idyllin, táið Danmark bara
vil okkum alt tað besta og
hartil velur okkara bestu
menn til riddarar av Danne-
brog? Bjarne og Anfinn
hava avrikað so ófatiliga
nógv fyri Føroyar, standa
negldir í hugaheiminum á
okkum øllum, sum tveir ær-
ligir og kreativir politiskir
heiðursmenn, ið hava givið
sítt lív fyri landsins sakir.
Teir fara í søguna sum tveir
idealistiskir
garpar,
ið
eittans hugsaðu um heildina
og samfelagið. Vit sum
kenna teir vita, at egin-
áhugamál
eru
teimum
báðum so ófatiliga fjar. Tí
eiga øll at vera errin av
teimum - bæði her og aðra-
staðir.
Well, kanska skula vit
allíkavæl gera eitt rend
aftur í søguna, fyri at eftir-
kanna, um kanska okkurt
annað liggur aftanfyri hesi
donsku blikkpettini, sum
radikalu sjálvstýrararnir nú
hava stungið sær í reversið.
Seinast føroyingar høvdu
greiðan meiriluta fyri full-
veldi og harvið allar møgu-
leikar fyri at skipa okkum
sum
sjálvstøðuga
tjóð
ímillum aðrar, skrivaði ein
dugnaligur danskur embæt-
ismaður í forsætismála-
ráðnum eitt uppskot, sum
ítøkiliga gav donsku stjórn-
ini eina ábending um,
hvussu hon skuldi steðga
føroysku loysingarrørsluni
og hvussu hon ístaðin
skuldi trumfa sín "Nyordn-
ing" - sína "Nýskipan" -
ígjøgnum, hóast føroyingar
greitt høvdu staðfest, at teir
ynsktu fullveldi.
Niels Arup, kendur em-
bætismaður í danska for-
sætismálaráðnum, skrivaði
fyrsta uppskotið til heima-
stýrisskipan fyri Føroyar.
Hansara tilmælið var, at
føroyingar kundu fáa "lok-
alt selvstyre". Somuleiðis
mælti hann til, at danska
stjórnin skuldi senda stórar
peningaupp-hæddir til Før-
oyar, fyri at "trekkja tenn-
inar úr loysingarrørsluni"
og fyri at stuðla teimum
flokkum í Føroyum, ið
vildu halda rimmarfast um
politiska sambandið land-
anna ímillum. Hetta var
besta
trygdin
fyri,
at
varðveita danska fullveldið
í Føroyum, og hetta kundi
eisini fáa føroyingar at berj-
ast innanhýsis, um fíggjar-
mál og sosialmál, og so-
leiðis kundi sjálvstýris-
málið m.a. skvisast av
dagsskrá, sum hann skriv-
aði:
"Med en fast og samtidig
rundhåndet
politik
vil
lagtingspartierne,
der
ønsker dansk kapital til
øerne (Folkeflokken af er-
hvervsmæssige grunde og
Socialdemokratiet af soci-
ale grunde) kunne indse, at
kun ved at vise en forstå-
ende og venlig holdning
overfor Danmark, vil de
opnå
den
økonomiske
hjælp, som de ønsker,
ligesom de vil indse, at den
loyalitet, som ordningen
forudsætter, ikke blot skal
udvises officielt, men også
i partiernes presse og på
deres møder."
Endurgevingin er úr "Ud-
kast til lov om Færøernes
selvstyre, februar 1946.
Skjal no. 65 í keldusavnin-
um "Kilder til Færøernes og
Grønlands Historie", Føroya
Fróðskaparfelag 2004."
Føroyingar feldu stjórn-
aruppskotið og valdu loys-
ing. Niels Arup vitjaði aftur
í Føroyum í 1947, og tá
mundi politiska støðan í
landinum vera á leið hin
sama sum hon er í dag.
Hann skrivaði nú skjalið
"Færøske problemer - Be-
retning om en rejse til
Færøerne i august 1947"
(Skjal no. 174 í "Kilder til
Færøernes og Grønlands
Historie.")
Danski embætismaðurin
heldur politisku støðuna
vera spenta í Føroyum, og
hann er sannførdur um, at
fullveldisrørslan
stendur
sterk um tað mundið.
Harvið eigur danska stjórn-
in beinanvegin at fara undir
at "venda rákinum". Niels
Arup er realistur og kemur
við hesum uppskotinum,
sum er orðarætt endurgivið
úr tilmælum hansara:
"Såfremt det kunne tænk-
es, at Kongeparret efter
Nyordningens
gennem-
førelse ville aflægge et
besøg på Færøerne, ville
utvivlsomt et sådant besøg
være en storartet propa-
ganda for Danmark. Man
behøver sikkert ikke be-
frygte nogen demonstrati-
oner, og hvis kongebesøget
kunne falde sammen med
uddelingen af visse dekora-
tioner (ikke blot til sam-
bandsmænd) ville der her-
ved
kunne
opnås
en
betydelig goodwill."
Greið tala. Arkitekturin
hevur gjøgnumskoðað pol-
itisku elendigheitini í Før-
oyum og er nú farin at reiða
ból fyri "Nyordningen", og
hann himprast ikki fyri at
nýta kongshúsið í átakin-
um, táið hann mælir til, at
riddarakrossar verða nýttir
sum vápn í imperialistiska
leikinum mótvegis Føroy-
um. Umráðandi er, at aðrir
enn sambandsmenn verða
dekoreraðir, og lurta var
eftir Arupi, - kongsvitjanin
kom í lag. Tað var nú eitt,
meira áhugavert er tilmælið
hansara kortini, táið hann
filosoferar um hvussu ridd-
arakrossarnir eiga at vera
brúktir til at ávirka polit-
isku flokkarnar og vanligu
fólkahugsanina í Føroyum:
"Som et led i forsøgene
på at tilvejebringe et ven-
ligt og tillidsfuldt samar-
bejde mellem Danmark og
Færøerne, er der efter min
mening grund til at over-
veje, om man ikke fra den
danske stats side ved ud-
mærkelse af ledende mænd
i det færøske samfund
kunne skabe en naturlig
tilknytning til Danmark fra
disse mænds side.
Det er jo kendt, at der
findes enkelte fremstående
danskhadere på øerne, og
det er ikke rimeligt at man
fra dansk side skulle ønske
at dekorere disse personer,
ligesom det heller ikke er
sandsynligt, at de skulle
ønske at modtage nogen
dansk dekoration. (Her
man verða sipað til tey, ið
seinri gjørdust tjóðveldis-
fólk - tj.) På den anden side
har jeg det indtryk, at man
måske hidtil i lidt for høj
grad har foretaget dokorer-
ing af personer, der foruden
at være værdige til en sådan
udmærkelse dog også i
særlig grad havde vist sig
som tilhængere af ansku-
elser af den dansk-færøske
samhørighed, som netop
sambandspartiet er for-
kæmper for. (.........)
Det er måske ikke nød-
vendigt at fremhæve, hvor-
ledes England altid i de
andre dele af det Britiske
Imperium
netop
har
forstået på denne måde at
knytte den lokale befolkn-
ings ledende mænd til sig,
men det turde være indlys-
ende, at hvis personer af
denne art modtager en
dansk
udmærkelse,
så
skaber det ikke alene re-
spekt for Danmark i langt
videre kredse på øerne,
men også et ønske om i
deres fremtidige gerning
uden tilsidesættelse af der-
es færøske nationalitet dog
at bevare en loyalitet over-
for den stat, som har hædret
dem. (.........)
Jeg ville mene, at det var
et alvorligt fejlgreb, om
man nu fortrinsvis dekorer-
ede sambandsfolk, idet
man derved blot ville opnå,
at den danske stats dekora-
tioner betragtes som et
slags partimærke. (..........)
Det er mig bekendt at
man fra den norske stats
side har dekoreret en lang
række fremstående folk på
Færøerne, fortrinsvis folke-
floksmænd (hvorved man
efter sigende er lykkedes at
træffe fortrinsvis dem, der
var tyskorienterede under
krigen.) Og også dette
kunne måske give anledn-
ing til at man fra dansk side
var lidt mere large i sine
uddelinger af dekorationer
til Færøerne."
Hesin sami Arup stað-
festir eisini:
"Den færøske befolkning
er jo stort set temmelig
naiv, når det gælder politisk
agitation."
Niels Arup fer ógvuliga
bókstaviliga til verka í
sínum tilmælum og vísir til
navngivnar persónar, ið
hann heldur eiga at fáa ein
riddarakross. Sum vanligt
vórðu ráðini fylgd og táið
kongshjúnini
komu
til
Føroyar á vitjan, vórðu
riddarakrossar lætnir fólki,
sum høvdu verið roknað
fyri at vera sjálvstýrisfólk.
Tilmælini komu úr forsæt-
ismálaráðnum. "Nyordn-
ingen" varð framdur í verki
- í politisku viðurskiftunum
Danmarkar
og
Føroya
ímillum. Peningafloymurin
úr ríkiskassanum tók dik á
seg. Og haðani frá kenna
øll harmasøguna um hjá-
landið Føroyar.
Og nú sita vit eftir við tí
stóra spurninginum: Er
nakað broytt? Líkist hetta
ikki støðuni í dag? "Ny-
ordning"? Riddarakrossar
til fólkafloksmenn, fyri at
tryggja sær loyalitet mót-
vegis donsku statsmaktini?
Ella er hetta bara tjóð-
veldisgabb?
Tjóðveldis-
paranoia?
Kanska skuldi Høgni
Hoydal havt mynstrað um-
borð í "Dannebrog" hatta
kvøldið og etið burturav
náðimolunum, ið bóltaðu
oman av royala herskaps-
borðinum, saman við ný-
slignu donsku riddarunum
Anfinni og Bjarne, men hví
í Guðs garði formaður
Tjóðveldisfloksins, í fjøl-
miðlaturbolensinum, gjørd-
ist einasti riddarin, táið til
stykkis kom, riddarin av tí
leivdu breyðflísini, tað er
mær hin stórsta gátan.
Meira áhugavert hevði
tað nú verið, um onkur
alment løntur journalistur
hevði tíma at ómakað sær
og søkt um innlit í tey skjøl
og tey tilmæli, ið eru skriv-
að í sambandi við rekon-
firmatiónina av heimastýr-
islógini, sum nú er staðfest
í
tveimum
nationalum
parlamentum og um innlit í
tey skjøl og tilmæli, ið fyri-
liggja um drotninga-vitjan-
ina og um býtið av riddara-
krossum í 2005.
Soleingi hesar váttanir
ikki eru til skjals, mega vit
bara staðfesta, at Fólka-
flokkurin er fokin í øllum,
sum hevur við føroyskt
sjálvstýrisstríð at gera.
Danir hava saman við Javn-
aðar- og Sambandsflokkin-
um toygt hann í hvørjari
lykkju og kongsins teknar,
Anfinn
Kallsberg
og
Bjarne Djurholm, skula nú
vera trygdin fyri, at hótta-
fall ikki kemur á ríkis-
eindina aftur í bræði.
Somikið meira álvarsligur
og strævin verður leiklutur-
in hjá Tjóðveldisflokkinum
í føroyskum politikki. Men
vissuliga skula tað meira
enn tveir danskir riddarar
til, at forða okkum á leiðini
fram í republikkina.
n av tí leivdu breyðflísini
hann kom í landsstýrið, fyri seks árum síðani, ikki gjørt annað enn stríðst
m grundum roynt at hildið eina fasadu, sum tóktiskt meira national enn
ð seg fyri áhaldandi danska trýstinum í stjórnarskipanarmálinum. Sam-
, so tað stendur eftir, skrivar Tórbjørn Jacobsen m. a. í Tinghelluni í dag