Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-01, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juli 2005síða 35

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 123 - 1. juli 2005 35 Símun á Høvdanum Fyrst av øllum vil eg ynskja KBI tillukku við bygning- inum. Síggið í internet Norðlýsinum, at borgmeist- arin Steinbjørn Jacobsen klippur snórin. Er tað ein nýggj siðvenja, at hvørja ferð ein nýggjur bygning- urin verður opnaður, so skal borgmeistarin klippa snór. Vit hava keypt fýra bygningar og lata ein byggja, men tá kom ongin borgmeistari og klipti snór, men sjávandi er tað munur á monnum. Ætlaði ikki at skrivað í bløðunum í Føroyum, men gjørdi eina lítla viðmerking í kjakinum í Norðlýsinum, men tað gingu bert nakrir tímar, so bleiv mín við- merking tikin úr kjakinum, tí seti eg mína lítlu við- merking í hinu bløðini. Kanska hon verður upp- tikin, men løgið tykist tað, at borgmeistarin er byrjað- ur at klippa snórar fyri ymiskt útvald feløg. Heðin Berthelsen Tú er ein løgin stavnur. Samstundis sum danir siga, at fólk, ið koma uttanlands frá, men vilja læra málið, ið er í DK og enntá fáa sær útbúgving, eru vælkomin. Tey eru ikki ein byrða fyri samfelagið, men ein íløga og er tað so satt og rætt. Jógvan, tað undrar teg, at fólk við øðrum uppruna enn føroyskum skulu kunna nema sær lærdóm og enntá gerast føroyingar og kenna seg sum føroying. Hvat vildi tú sagt, um so var, at føroyingar ikki sluppu at útbúgva seg aðrastaðir enn í Føroyum, og vit ikki heldur tóku fólk inn í landið av øðrum upp- runa? Hvat við læknum, akademikarum og mongum øðrum prógvum, tí her á landi hava vit ikki hesar skúlar og sum eg skilji teg, skulu so vit, um eg má siga innføddu, so hava tann framíhjárætt at útbúgva okkum, men fólk aðra- staðnis frá ikki hava rætt at koma til okkara land og fáa eina útbúgving, ið kann fáast her á landi? Hvat um so er; at onnur lond nú fara at nokta føroyingum út- búgving í teirra londum, hevur tú nakra loysn uppá tað? Tey ungu fólkini sum nú tóku læraraprógv kunnu vera stolt av tí og allir før- oyingar við. Tað eru fólk, sum tala mál okkara og sjálvi siga tey, at tey ætla at vera verandi her á landi og meti eg tey føroyingar at vera. Tað kann í mínum huga ikki verða annað enn, at tey sjálvsagt fáa borgararætt, ja, tað skuldu tey ikki søkt um, men fingið tað í boði. Mær tykir tala tín um, at tey eru útbúgvin í Føroyum er, at tú skyldar teimum eina almenna umbering og samstundis fáa hendan borgararætt og onki minni um so ikki eigur tann ósømiliga umtalan, at fáa politiskar fylgjur á hægsta stigi. Jákup Lindenskov Er ætlan løgtingsins veru- liga at beinskera sosialu skipanir okkara, sum vit nú síggja sum hóttandi flóð- aldu, sum fyrst og fremst skal raka tey okkara, veik- ast eru, teimum verður knívurin nú beinleiðis settur á barkan, so grefliga, at vit vera førkað langt aft- ur í armóðstíðina. Embætisverkið ger óivað sína skyoldu eftir lógar- innar bókstavi og sam- tyktum løgtingsins. Hevur Javnaðarflokkurin onga ávirkan í fíggjar- nevndini? Men spursmálið er, um politikararnir snorksova. Tað letur næstan til, at allir sum ein vaska sínar hendur. Látast sum teir ikki hava ánilsi av tí, sum nú fer fram. Hvat hendir? Hvørs er ábyrgdin av skilaloysinum og hurlivasanum við fíggj- arliga stuðlinum til um- sorgararbeiði í hesum fíggjarári? Hetta mugu tingmenn okkara svara fyri og fáa skil á, bara at koma við akademiskum finessum og burturforkláringum er at halda veljaran fyri tað turra spott. Er tað fíggjarnevndin, sum her hevur skvikið so tað nú svíður? Tað kann gott vera, at nú sansar at fíggjarliga so tað svíður, men tað er so stutt síðani, at tingið blakaði hundraðtals milliónir á bláman uttan at blunka – og nú skríggja teir somu politikarar, tí budgettið heldur ikki. Eitt er skommin, hin- vegin eru tit settir at stýra, tó ikki aftur í armóðina? VIÐMERKINGAR Til Jógvan við Keldu Aftur í armóðina? Tillukku við bygninginum Tað gekst ikki heilt so illa við gongutúrinum niðan á Myrkjanoyrafjall á Mið- summarhaldinum í Klaks- vík, sum vit vildu vera við í blaðnum í gjár. Tey vóru næstan 30, sum fóru til gongu niðaná. Av hesum komu gott 20 niðan á toppin á fjallinum, so tað vóru nøkur, sum ikki komu heilt niðaná, men tey steðgaðu í Køldukinn, áðrenn tey fóru oman aftur. Nakað var millum tey fremstu, sum komu niðan á og tey aftastu, so nøkur heilt fá komu niðan á toppin, meðan tað enn var klárt, tí tað køvdi ikki rætti- liga av, fyrr enn øll vóru komin niðan á fjallið. Blaðkvinnan Nøkur komu also niðan á Myrkjanoyrafjall