Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-01, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juli 2005síða 34

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 123 - 1. juli 2005 Tað finst ikki nakar felagsskapur í Før- oyum fyri fólk, sum líða av etingarólagi - ei heldur fyri teirra avvarðandi. Men fyri nøkrum árum síðani byrjaðu nakrar mammur at hittast, sum allar hava børn við etingarólagi ETINGARÓLAG Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Seks mammur ymsastaðni frá í Føroyum hittast av og á at práta um sjúkuna hjá døtrum teirra. Døtur teirra, sum allar hava tað í felag, at tær antin líða av ella hava liðið av etingarólagi. Enda- málið, við at hittast soleið- is, er, at fáa sett orð á kensl- urnar og at tosa við onnur, sum veruliga skilja, hvat hesar familjurnar, sum verða raktar av etingar- ólagi, fara ígjøgnum. Alt byrjaði fyri nøkrum árum síðani, tá tvær mammur tilvildarliga hitt- ust og prátaðu um hesa herviligu sjúkuna. Í dag eru tær seks, sum hittast, tá tørvur er fyri tí. Tá bólkurin av fyrstan tíð kom fram í ljósið, varð roynt at fáa gjørt nakað burtur úr fyri at seta eting- arólag undir sjóneykuna. Men hóast tað finnast ongi nágreinilig føroysk hagtøl yvir, hvussu umfatandi trupulleikin er í Føroyum í dag. Keldur, sum Sosialurin hevur tosað við, siga, at sjúkan í alt ov stóran mun, verður tagd burtur, men tað er við at batna í dag. Í øll- um førum verður meiri ljós varpað á sjúkuna, og fleirir miðlar hava eisini tikið hendan álvarsliga trupul- leikan upp. Tað var eisini sera trupult at finna nakran at tosa við um sjúkuna, áðrenn bólk- urin við teimum avvarðandi byrjaði at hittast. Tí vildu hesar mammurnar bara hava onkran at tosa við, sum skilti teirra mál. Síðani hava mong vent sær til bólkin, men tíverri er tann misskiljingin íkomin, at fólk halda, at bólkurin ligg- ur inni við viðgerðarhætt- um og ymiskum møgu- leikum til at hjálpa. Men so er ikki. Bólkurin er eina og aleina til fyri, at avvarðandi til sjúklingar við etingar- ólagi kunnu tosa saman, tá tørvur er fyri tí. Etingarólag er ein sálar- lig sjúka, har sjúklingurin antin púra gevst at eta ella spýr alt tað uppaftur, sum hann ella hon etur. - Eg ynski ikki mínum ringasta fígginda at vera raktur av hesari sjúku, sigur ein av mammunum, sum er í bólkinum. Hon leggur tó dent á, hvussu gott tað er at kunna práta við onnur, sum hava verið úti fyri líknandi. Hóast ongin uppskrift finst í bólkinum, so er tað ein lætti fyri tær at kunna práta um trupulleikarnar. - Vit eru blivnar sum systrar gjøgnum árini, sigur mamman, sum tó ikki fjalir, at ynskið um at kunna venda sær til ein stovn ella okkurt líknandi við trupul- leikanum er stórt. Hon sig- ur, at trupulleikin er stórur kring alt landið, og tí fegnast hon um, at meira og meira ljós verður varpað á herviligu sjúkuna, etingar- ólag. Heilsa & lívsstílur Heilsa maggi@sosialurin.fo Skilja hvørja aðra Stríðið um matin Tá eitt barn fær etingar- ólag, anoreksi ella bulimi, broytist lívið hjá allari familjuni fullkomiliga. Gerandisdagurin verður á flestu mátar merktur av ræðslu og sorg. Ræðslan, fyri at barnið fer at doyggja og sorgin yvir at síggja tað pínast, verður ein byrða fyri familjuna. Bókin, Madkampen - om spiseforstyrrelse i fa- milien, snýr seg um tað, sum hendir, tá man má liva við sjúkuni etingarólag í familjuni. Við støði í bólkasamrøðum á einum viðgerðarstovni fyri eting- arólag í Svøríki lýsir bók- in, hvussu serliga tey av- varðandi uppliva tað at hava eitt barn við anoreksi ella bulimi. Madkampen - om spiseforstyrrelse i fa- milien greiðir ítøkiliga og út í æsir frá sjúkuni og eyðkennum, vit eiga at geva okkum far um. Enda- málið við bókini er at vísa, hvussu familjan kann ar- beiða saman um at hjálpa tí sjúka at gerast frískur aftur. Á hendan hátt gevur bókin lesaranum ein ser- stakan møguleika at liva seg inn í og royna at skilja, hvussu anoreksi og bulimi eisini rakar foreldur og systkin, ja øll, sum eru um tann sjúka. Í bókini geiða fimm familjur frá sínum persón- ligu upplivingum og royndum við at hava eting- arólag sum part av teirra gerandisdegi. ave Bulle Davidsen & Christina Lillman Ringhof, Madkampen - om spiseforstyrrelse i familien, Kroghs Forlag, 2001 - Tað er gott at kunna hitta aðrar mammur at børnum við etingarólagi, tí vit skilja hvørja aðra og tosa sama mál, sigur ein mamma, sum er við í bólkinum fyri avvarðandi at børnum við etingarólagi Modellmynd: Bárður Lydersen Visti tú at: At tað finnast ongi ítøkilig hagtøl fyri etingarólag í Føroyum At upp móti 25 prosent av donskum gentum í aldrinum 15 til 18 ár geva sær sera nógv far um teirra vekt og royna at tapa seg At eitt prosent av gentunum í aldrinum 15 til 18 ár í Danmark líða av anoreksi At fýra prosent hava bulimi.Tann sjúkan kemur oftari fyri, hóast hon byrjar seinni At bert ein út av tíggju anoreksi-sjúklingum er drongur, men nógv bendir á, at talið er vaksandi. At í álvarsomum førum av anoreksi eru bert helmingurin av teimum frískar aftan á fimm ár. Í minni álvarsomum førum gerast tær skjótt frískar aftur. Kelda: Sundhedsstyrelsen Ítøkilig tekin um anoreksi: Sjónligt vekttap uttan at hava nakað við sjúku at gera Samstundis sum tey eta minni, nokta tey at vera svong Slankikur, hóast tey ikki hava ov nógv uppiá Tunt hár, hártap, fínan og hvítan hárvøkstur á kroppinum Menustratiónin hvørvur Óvanligar matvanar Ítøkilig tekin um bulimi: Tekin um groveting Óstøðug kropsvekt Tekin um kropsliga útreinsan Spýttkertlarnir undir høkuni hovna orsakað av at tey spýggja so ofta Óvanligar trupulleikar við tonnunum Kelda: Sundhedsstyrelsen Anoreksi verður staðfest tá: Ein persónur tapir meira enn 15 prosent av sínari vanligu kropsvekt Ræðsla fyri at varðveita bara eina vanliga kropsvekt Órógvað sjálvsuppfatan og mynd av sær sjálvum.Tann ungi kennir seg tjúkkan, hóast vektin liggur undir tí vanliga. Seinkað pubertitetsmenning, men eftir pubertitetin - ongin menustratión. Bulimi verður staðfest tá: Fleiri føri, har tann sjúki innan fyri tveir tímar etur nógv meira enn eitt vanligt menniskja hevði megnað. Hetta hendir í meðal tvær ferðir um vikuna innan fyri tríggjar mánaðir. Kenslan av at tey missa valdið á etingini. Kelda: Sundhedsstyrelsen