leygardagur 2. juli 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 124 - 2. juli 2005
– Eg havi verið í
næstan øllum lond-
unum í heiminum,
men eg havi ongantíð
verið í Føroyum. Og
um fólk í Føroyum
vilja hoyra mín
tónleik, so vil eg eisini
spæla fyri teimum.
Tað hevur einki at
siga, hvussu stórt ella
lítið eitt land er. Eg vil
fegin sleppa til
Føroyar at spæla,
sigur írska popp-
stjørnan Brian
McFadden, sum
spælir í Klaksvík í
august mánaði
Tónleikur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Nibe: Brian McFadden var
stóra stjørnan á Nibe Festi-
valinum, sum hevur verið
seinastu dagarnar. Hóast
nógvir
kendir
danskir
bólkar spældu á festival-
inum, so var áhugin heilt
serligur fyri teirri írsku
poppstjørnuni.
Forvitin pressufólk, smíl-
andi børn, skríggjandi gent-
ur og lunkaðir menn vildu
øll sleppa fram at Brian
McFadden, og var hann í
nánd av fólki, var neyðugt
at hava vaktarmenn rundan
um hann, so at hann ikki
varð skræddur sundur.
McFadden
spældi
við
sínum egna bólki á Nibe
Festivalinum, og framførs-
lan var góð. Hann spældi
sangir av sínari seinastu
útgávu – sangir sum Real
To Me, Almost Here, Irish
Son og Demons – og hann
treiv eisini í nakrar av
teimum kendu sangunum
hjá Westlife, har McFadden
í nógv ár var ein av
sangarunum.
Ein tápuligur írí í
húgvu
Framførslan
hjá
Brian
McFadden í Nibe byrjaði
eitt sindur varisliga, men
hann spældi seg av álvara
heitan. Eitt skemtingarsamt
írskt lyndi skein ígjøgnum,
tá ið hann tosaði um veðrið,
seg sjálvan og áhoyrararnar.
– Tú mást verða ein tapu-
ligur íri fyri at ganga í ein-
ari húgvu í dag, segði
McFadden um seg sjálvan,
meðan hann kundi síggja
fleiri túsund lættklødd fólk
lurta eftir sær í tí brennandi
sólskininum.
Bólkurin hjá McFadden
spældi og sang væl, og
sangirnir, sum McFadden
hevur skrivað sjálvur og
saman við øðrum, standa
seg væl á eini slíkari
poppkonsert. Tað er ein
annar broddur í tónleikin-
um hjá honum, enn tað er
hjá Westlife, men tann
fangandi
og
melodiøsi
poppurin er á onkran hátt í
familju, hóast tónleikurin
hjá McFadden ikki er so
poleraður sum hjá Westlife.
Gav sær tíð til
føroyingar
Eftir framførsluna hitti
Brian McFadden onkrar
fjepparar,
sum
høvdu
fingið møguleikan at práta
við hann, og hann tosaði
eisini
eina
løtu
við
fjølmiðlafólk.
Tá ið tey føroysku fjøl-
miðlafólkini sloppu fram at
McFadden, gav hann sær
serliga góðar stundir til at
tosa og svara spurningum.
Fyrikomandi og fryntligur
gav hann sær tíð til at práta,
hóast hann mundi havt
fingið onkrar av spurning-
unum meira enn einaferð
áður.
– Orsøkin til, at eg gavst í
Westlife var, at alt skuldi
snúgva seg fyrst og fremst
um Westlife. Familja, vinir
og alt annað kom í aðru
røð, og tað vildi eg ikki
meira. Nú eri eg nógv
meira fríur og fái betur
familju og arbeiði at passa
saman.
– Um eg ikki havi hug at
spæla eina konsert ávísan
dag, so spæli eg ikki.
Soleiðis var ikki í Westlife,
tí har vóru vit so nógvir
sangarar, og vit kundu ikki
avgera nakað sjálvir.
– Nú koma familja og
vinir í fremstu røð, og so
kemur tónleikurin. Tað er
ein stórur munur á hesum,
Írski sonurin leitar
spentur til Føroya
– Eg veit, at Føroyar liggja langt norðan fyri Írland, og eg havi hoyrt, at allir føroyingar hava írskt blóð, so mær dámar Føroyar
longu nú. Tit eru øll írar, nei, kanska eru vit allir føroyingar, sigur McFadden