Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. juli 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 124 - 2. juli 2005 9 – Tað er gott at kunna uppliva nýggja støð og nýggj fólk. Eg eri sera spentur at koma til Føroyar, tí tað er eitt sindur stuttligari at koma til nýtt land, har tú ikki veitst, hvat tú skalt vænta tær, heldur at fara til tey somu støðini umaftur og umaftur, sigur Brian McFadden. Mynd: Eyðun Klakstein og tá tónleikurin kemur fram um alt annað, sigur Brian McFadden. Eisini størri ábyrgd Í meira enn seks ár var Brian McFadden við í bólk- inum Westlife, sum hevur verið eitt stórt navn í nógv- um pørtum av heiminum. Teir hava selt fleiri enn 30 milliónir fløgur, og hittini hava verið nógv í tali. Men hvat er so størsta tónleikaliga broytingin við at vera við í einum slíkum bólki og at spæla solo. – Tá tú hevur fimm sang- arar í einum bólki, kanst tú lýta eitt sindur á hinar, og tú kanst fjala teg eitt sindur, um tú hevur hug til tað. Men tað er eisini møguleiki fyri at blíva dovin og líkasælur, tá ið tú bara ert ein av fimm sangarum. – Nú tá ið eg havi mín egna bólk liggur nógv meira á mær. Eg skal skriva sangir, syngja teir á konsert og vera í fokus alla tíðina. Men tað gevur mær eisini nógv fleiri møguleikar at gera, sum eg vil, og tað er bæði spennandi og krevjandi, sigur McFadden. Ger upp við uppvøksturin Sangirnir á fyrstu solo- útgávuni hjá McFadden eru sera persónligir. Løgini hevur hann gjørt sjálvur og saman við øðrum, men tekstirnar hevur hann skrivað út frá upplivingum, sum hann hevur havt í lívinum. – Tá ið eg skrivaði sang- irnar, hugsaði eg ikki um at skriva sangirnar til fólk. Eg setti meg niður at skriva mínar søgur, og tí blivu sangirnir so persónligir. Hvør einasti sangur er ein hending í lívinum hjá mær – alt frá tí katólska uppvøkstrinum til alkohol, harðskap og kærleika. Á sanginum Irish Son syngur McFadden um uppvøksturin hjá sær, og tónin er eitt sindur beiskur. Hann syngur um tann írska sonin í barnaskúlanum, og hvussu hann varð noyddur niður á knø, – Sangurin er um kat- ólska skúlan, sum eg gekk á, og hvussu teir skúlarnir eru. Tá ið eg fór at ferðast við Westlife, kundi eg uppliva nýggj lond og nýggjar mentanir ístaðin fyri altíð at fáa at vita, hvat eg skuldi trúgva og gera. – Í Írlandi verður tú noyddur at trúgva á Gud og katólismuna, og eg hevði ynskt mær, at eg sum barn og ungur fekk eina meira opna bók, so eg sjálvur kundi funnið mína trúgv, tí tá ið alt kemur til alt, so er trúgvin persónlig. Eg trúgvi á Gud, men eg trúgvi ikki á alt tað, sum katólsiman áleggur fólki – og eg rokni heldur ikki við, at tað er tað, sum Gud vil. Nýggir persónligir sangir Brian McFadden skrivar nú sangir til eina nýggja fløgu, og á konsertini í Nibe spældi hann eisini onkran spildurnýggjan sang. – Sangirnir hjá mær verða framvegis persónlig- ir, men kanska fari eg at krógva mínar søgur eitt sindur betur. Á fyrstu fløguni hjá mær eru sangirnir sera erligir og opnir, og tað er eingin ivi um, hvat teir snúgva seg um, men kanska verður tað ikki so lætt við teimum nýggju sangunum, sigur hann. Fyrsta fløgan hjá Mc- Fadden kom út í fjør, og hann hevur havt fleiri hitt av hesari útgávu. Fyri kort- um kom nýggja stakfløgan Demons, og hann hevur júst verið á einari drúgvari konsertferð í Bretlandi. Næstu tíðina verður tað eitt sindur minni við konsert- um, og í heyst skal hann fyrst og fremst hugsa um at skriva nýggjar sangir til útgávuna, sum væntandi kemur næsta ár. Spentur til Føroyar Í august mánaði skal Brian McFadden spæla á Summar Festivalinum í Klaksvík, og tað verður ein púra nýggj uppliving fyri hann. – Eg veit, at Føroyar liggja langt norðan fyri Írland, og eg havi hoyrt, at allir føroyingar hava írskt blóð, so mær dámar Føroy- ar longu nú. Tit eru øll írar, nei, kanska eru vit allir føroyingar, sigur hann og flennir. – Eg havi verið í næstan øllum londunum í heim- inum, men eg havi ongantíð verið í Føroyum. Og um fólk í Føroyum vilja hoyra mín tónleik, so vil eg eisini spæla fyri teimum. Tað hevur einki at siga, hvussu stórt ella lítið eitt land er. Eg vil fegin sleppa til Føroyar at spæla. Skuldu halda brúdleyp í Føroyum Brian McFadden ger stuttan steðg í Føroyum, men hann fær hóast alt eini tveir dagar í Føroyum. – Ætlanin var faktiskt, at vit skuldu verða í Føroyum í tríggjar dagar, tí ljóðtekn- ikarin hjá mær skuldi giftast. Hann ætlaði sær at giftast í Føroyum, og so skuldu vit allir spæla í smoking í Klaksvík, men brúdleypið er avlýst, so vit koma bara til Føroya fyri at spæla, sigur McFadden. – Tað er gott at kunna uppliva nýggja støð og nýggj fólk. Eg eri sera spentur at koma til Føroyar, tí tað er eitt sindur stuttlig- ari at koma til nýtt land, har tú ikki veitst, hvat tú skalt vænta tær, heldur at fara til tey somu støðini umaftur og umaftur.