Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. juli 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 124 - 2. juli 2005 Var niðurstøðan í hugleiðingum hjá forkvinnuni í mentanar- nevnd Tórshavnar Býráð, tá hon hugleiddi í Miðlahúsinum í Vágsbotni mentanarnáttina herfyri. Í skilagóðu og vælvaldu orðunum, ið verða prenta í Vikuskiftinum í dag, valdi Hildur Eyðunsdóttir at hugleiða um Havnina sum høvuðsstað frá heilt øðrum sjónarhornum enn vit eru von við. Hennara hjartamál var miðjan ella nettupp hjartað í hesum føroyska stórbýnum. Fleiri fólk og fleiri tilboð krevja eisini ein størri og betri miðbý. Tí er umráðandi, at vit taka okkum saman og skapa ein bý við einari rættari miðju segði hon og heitti á øll mentað fólk at taka býarumhvørvið meira við í tjakið um mentan og at hjálpa Havnini at finna seg sjálva. Hugleiðingarnar eru áhugaverdar, tí tær eru ørðvisi enn tað vit vanliga hoyra og síggja á prenti. Her verður nettupp roynt at fara heilt inn til hjartarótina, har spírarnir verða lagdir til menning av býnum. Vit hava í blaðnum fyri nøkrum árum síðani nomið við tann partin av hugleiðingunum, ið snýr seg um grønu økini og parkir. Í dag eru grøn øki, sum eru tilgeingilig fyri al- menningin, ein mangulvøra. Tó so. Tey finnat men eru ikki almenn. Tvs. at borgararnir í Havnini og øll tey, sum vitja her, sleppa ikki at njóta grøna landslagið, sum vitturligt finst ser- stakliga í miðbýnum. Hesir grønu vidundurblettir eru so væl fjaldir av høgum grótgørðum, at teir minna meira um fongsulsgarðar, nakað loyniligt og duldarfult, og tí er nakað, sum flestu fólk ongantíð hava sæð ella upplivað. Ikki bert høgu garðarnir eru ein forðing. Eisini eigaraviður- skiftini. Men tað mátti borið til at "brotið niður" hesar garðar, les forðingar. Taka vit Boisensgarð, sum er ein perla í miðbýðarhjartanum, so er tað ein almennur grunnur, ið umsitur hann. Vildi tað ikki verið eitt hugskot at latið hann upp fyri al- menninginum, so vit øll kundu notið angan av blómum og græsi og fingið eitt sjónligt upplivilsi av aðrari verð! Og leita vit hinumegin Áarvegin, hevja har seg aftur høgir og trøllalíknandi garðar. Men innan fyri – hinumegin - finna vit einki minni enn paradíslíknandi urtagarðar ella parkir. Vit hugsa um teir tríggjar urtagarðarnar hjá statinum, Amtmans- garðin og grannagarðarnar hjá Fúta og Dómara. Urtagarðar, sum flestu føroyingar ongantíð hava upplivað. Væl vitandi at hetta er ogn hjá øðrum, so er dialogurin okkara alra ogn. Møguleikin at seta ynski fram og umrøða tey. Aftan- fyri hesi ynski kunnu goyma seg góðar vissiónir. Hví ikki við konstruktivum dialogi geva hesum vissiónum kjøt og blóð. Gera tær livandi. Tórshavnar Kommuna kundi í tráð við hug- leiðingarnar hjá forkvinnuni í Mentamálanevndini tikið upp samráðingar við danska statin um at yvirtikið hesar urtagarðar og síðani gjørt teir alment tilgongiligar. Bygt "brýr" millum teir og gjørt teir til eina samanhangandi miðbýarpark. Tað hevði pumpað nýtt og frískt blóð inn í sjálvt býarhjartað. Hví skulu borgararnir í einum býi, sum hava so lítla atgongd til grøn pláss, ikki fáa møguleikan at brúka og njóta hesar urtagarðar, sum so fá hava gleði av! Vit fara at heita á komandi ríkisumboð um at vísa hesum máli størstu vælvild, um so er at myndug- leikarnir koma við eini áheitan um at lata portrini upp. Boð- skapurin mentanarnáttina var m.a., at vit skulu hjálpa Havnini at finna seg sjálva. Vit vilja fegin vera við til at hjálpa. Tí hetta uppskot um at fáa dial og við Statin um at kunna lata urta- garðarnar við Áarvegin upp fyri almenninginum – at skipa teir sum eina samanhangandi park. DAGSINS MEINING Sosialurin Havnin má finna seg sjálva VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Stutt ískoyti til greinina um útlendingamál Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í innlendismálum Ætlanin er, at útgreiningar- arbeiði skal vera liðugtí september mánaði Í Sosialinum ígjár var samrøða við meg um ávíst útlendingamál. Sum eg fyrr havi sagt, ber ikki til hjá mær at fara inn í einstøk persónsmál, og tað nevndi eg eisini við blaðmannin. Í hesum sambandi er kanska hóskandi at gera eitt ískoyti til samrøðuna. Vit komu síðani at tosa um tað, sum í løtuni hendir við útlendinga-politikkin- um, har eg greiddi frá, at Innlendismálaráðið arbeiðir saman við einum politiskum fylgibólki at útgreina, hvussu vit í framtíðini loysa hesi mál og fáa ein greiðan og hóskandi útlendingapol- itikk, sum kemur at fevna um integratión, útbúgving- ar, arbeiðsmøguleikar o.a. í hesum sambandi. Tað sum eg nevndi, men sum ikki kom við var, at ætlan okkara var at fáa hesa útgreining greiða áðrenn summarfrítíðina, men av tí at so nógv er at gera, verður hetta ikki greitt fyrrenn í september mánaði. Nógv orka krevst Leggjast kann afturat, at samstundis sum hetta út- greiningararbeiðið verður framt av tveimum fólkum, har annað fólkið eisini tek- ur sær av øðrum málum í Innlendismálaráðnum, skulu útlendingamál av- greiðast - eini 700 í tali. Tá henda samgonga tók við, varð sett í Samgongu- skjalið, at »Trupulleikarnir við arbeiðs- og uppihalds- loyvi verða loystir«. Tað havi eg sett mær fyri, men sum í londunum uttan um okkum, er hetta nakað sun tekur tíð, krevur orku og krevur at okkara fólk sleppir til og hevur tíð til at gera hetta arbeiði. 485.714 døgurðar Vagnur Michelsen Ikki er so langt síðani, at løgtingsformaðurin uttan at blunka segði í sjón- varpinum, at tíverri kostaði umvælingin av løgtings- húsinum og gamla telefon- húsinum 17 milliónir meira enn upprunaliga ætlað. Fyri henda meirkostna kanst tú keypa 485.714 døgurðar til tey gomlu, sum fáa mat frá Lágar- garði. Ella rættari sagt, fyri hesa upphædd kunnu um- røddu 150 gomlu fólkini fingið ókeypis góðan døg- urða frá Lágargarði hvønn dag í níggju ár. Og so ætlar løgtingsfor- maðurin eisini at umvæla húsini í Hoyvík, har Føroya Fornminnissavn heldur til, fyri aðrar milliónir. Í Hoyvíkini skal vera løg- mansbústaður og mót- tøkuhøli, sjálvt um hugna- lig og vøkur móttøkuhøli eru á hvørjum tanga í Før- oyum. Hetta hongur bara ikki saman, harra løgtings- formaður. Hvussu langt røkka 1.281.000.000 krónur? Helgi Abrahamsen Eg síggi at politikarar standa í røð í bløðunum, fyri at vísa samkenslu við teimum gomlu í Føroyum, sum ikki fáa mat og neyðuga røkt. Tað skilji eg væl. Men tað sum eg ikki skilji, er, at hetta eru somu politikarar, sum í desember 2001 atkvøddu fyri yvir- tøkum, sum høvdu við sær, at blokkstuðulin lækkaði 366 mió. krónur um árið. Henda eina atkvøðu- greiðslan í løgtinginum hevur sostatt kostað 1.281 milliónir krónur higartil. Í Føroyum eru umleið 6.000 pensjónistar, so um hesir politikararnir heldur høvdu valt at brúkt pen- ingin til pensjónistarnar, so hevði tað síðani 1. januar 2002 svarað til 213.500 krónur fyri hvønn pen- sjónist í landinum. Eg haldi at hetta eru talandi tøl.