Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. juli 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 124 - 2. juli 2005 11 Hans Pauli Strøm landsstýrismaður Hesar seinastu dagarnar er mikið rumbul staðist av, at játtanirnar til umsorgan- ararbeiði eru skerdar í 2005 í mun til umsøkjara tørvin. Landsstýrismaðurin í al- manna- og heilsumálum vil við hesum geva eina stutta frágreiðing um málið. Í oktober 2004 sendi lands- stýrismaðurin løgtinginum uppskot til løgtingslóg um umsorganararbeiði. Lógar- uppskotið hevði havt við sær, at lógarheimildin varð flutt frá løgtingslóg um al- mannapensjónir til serstaka lóggávu og at játtanarslagið fór at verða broytt frá lógar- bundnari játtan til stuðuls- játtan, í fíggjarlógini kallað "Onnur játtan". At játtanarslagið fór at vera broytt frá lógarbundn- ari játtan til at vera stuðuls- játtan merkir, at stuðul bert kann veitast til upp til tað upphædd, sum sett er av á fíggjarlógini. Áðrenn var játtanarslagið ein lóg-ar- bundin játtan og merkir hetta, at um ávíst tiltak leyk treytirnar í lóggávuni ann- ars, hevði tað tiltakið lógar- krav at fáa stuðul uttan mun til hvussu nógv er sett av á fíggjarlógini. Almanna- og heilsumála- ráðið ivaðist tó eftirfylgj- andi í, um lógaruppskotið leyk krøvini um stuðulslóg- gávu og varð tí framløgan av lógaruppskotinum tí tik- in aftur. Játtanin til umsorganar- arbeiði hevur í fleiri umfør- um verið umrødd, um talan er um lógarbundna játtan ella eina stuðulsjáttan. Eitt nú hevur landsgrannskoð- anin gjørt vart við hetta. Hesi viðurskifti gjørdi fíggjarnevnd løgtingsins eisini vart við í sínum áliti til fíggjarlóg fyri 2005, har sagt verður, at nevndin iv- ast eins og landsgrannskoð- arin í, at talan er um, um henda játtan lýkur treytir- nar til at vera ein lógar- bundin játtan. Fíggjar- nevndin gjørdi tí av, at flyta játtanarslagið til "Onnur játtan", t.v.s. stuðulsjáttan. Fíggjarlógin fyri 2005 verður síðani samtykt, og verður játtanin til umsorg- anararbeiði broytt frá at vera ein lógarbundin játtan í 2004 til at vera ein stuð- ulsjáttan í 2005. Fyri Almannastovuna, sum umsitir hesa kontu merkir tað, at Almanna- stovan hevur skyldu til at halda seg innanfyri játtan- arkarmin í 2005, sum er 4.8 mkr. Almannastovan boðaði øllum umsøkjarunum frá í skrivi dagfest 28. februar 2005, at.... "játtanin til um- sorganararbeiðið nú er broytt til eina stuðulsjáttan, í mun til eina lógarbundna játtan í 2004. Hetta merkir í stuttum, at Almannastovan bert hevur ta upphædd sum er játtað á fíggjarlógini fyri 2005 at ráða yvir. Hetta merkir eisini, at ikki kann væntast, at stuðulin verður eins stór- ur sum áður. Almannstovan fer nú at viðgerða umsókn- irnar, og undir hesi viðgerð skal Almannastovan finna ein hátt, at býta stuðulin so rættvíst, í mun til inn- komnu umsóknirnar".... Almannastovan gjørdi eisini vart við, at.... "Almannastovan fer eisini at lýsa í bløðunum um umsorganararbeiði 2005, har umsóknarfreistin er sett til 1. apríl 2005. Støða verður tikin til umsóknirnar beint eftir umsóknarfreist- ina".... Í mars 2005 ger Al- mannastovan landsstýris- mannin varugan við, at samlaðu umsóknirnar koma at vera knappar 6,8 m.kr. í 2005. Av tí at játtan- in í 2005 er 4.8 mkr. ætlar Almannastovan, at allir umsøkjarar fáa eina ávísa % upphædd, soleiðis at allir umsøkjararnir verða við- gjørdir eins. Samstundis boðar Al- mannastovan frá, at Al- mannastovan hevur gjørt av, at seta eina lýsing í bløðini, har um- sóknarfreistin verður sett til 1. apríl 2005. Orsøkin er tann, at Almannastovn met- ir tað vera best at viðgera allar umsóknirnar undir einum. Almanna- og heilsumála- ráðið kunnar fáar dagar seinni Almannastovuna um, at ráðið tekur undir við hesi ætlan. Tá umsóknarfreistin er úti, hevur Almannastovan móttikið umsóknir fyri 7,4 mió. kr. Almanna-stovan ger síð- ani av, at veita tilsagnir til allar umsóknirnar. Í mun til 2004 hevur Almannastovan móttikið 9 nýggjar um- sóknir um nýtt virksemi við ein útreiðslu á umleið 2. mió. kr. Játtanin til umsorganar- arbeiði er sum nevnt 4,8 mió. kr. í ár, meðan tørvur- in er góðar 7,4 mió.kr. Alt- so, 2,5 mió. kr. vanta í, um allar umsóknirnar skulu fáa fullan stuðul í mun til teirra fíggjarætlan. Landsstýrismaðurin met- ir, at tað er av stórum týdn- ingin at varðveita tær skip- anir sum er bygdar upp yvir eina tíð og at tær kunnu halda fram. Bæði dagtil- hald og mattænastur hava skapt ein tørv og eru eisini vorðin ein táttur í tilveruni hjá nógvum eldri fólki. Tí hevur landsstýrismað- urin sett sær fyri at útvega fleiri pengar til hetta økið. Landsstýrismaðurin ynskir at útvega 2 mió. kr. afturat til umsorganarar- beiði í ár innanfyri verandi fíggjarkarm, møguliga við einum fíggjarnevndarskjali ella einum eykajáttanarlóg- aruppskoti. Upphæddin verður sostatt útreiðslu- neutral. Landsstýrismaðurin skal kunna um, at ætlanir er um í heyst at endurskoða kont- una umsorganararbeiði og møguliga at flyta mattæn- astuna undir raksturin hjá heimarøktini. Hetta fer at hava við sær, at betri gjøgn- umskygni verður í skip- anini, soleiðis at tær pol- itisku raðfestingarnar verða týðiligari. Spurningurin um annað umsorganararbeiði sum dagtilhaldini og onnur virknistilboð eru at rokna sum ein landsuppgáva ella ein uppgáva hjá kommun- unum, fer eisini at verða gjølla viðgjørdur í sam- bandi við endurskoðanina. Frágreiðing um umsorganararbeiði Roknskapartølini fyri árini 1998 til 2005 vísa eina støðuga hækking øll árini R 1998 R 1999 R 2000 R 2001 R 2002 R 2003 J 2004 J 2005 Umsorganararb.* 1.607 2.027 3.215 3.879 4.661 4.576 4.600 4.830 * Søguligu tølini eru tillagaði broytingum í virkseminum, so tølini eru samanberilig Mugu raðfesta tilboðini Hans Pauli Strøm sigur, at fleiri pengar verða funnir til um- sorganararbeiði. Men talan verður ikki um alla ta ynsktu upp- hæddina, og tí mugut tilboðini raðfestast UMSORGANAR- ARBEIÐI Jákup Mørk Hóskvøldið sendi lands- stýrismaðurin, Hans Pauli Strøm út tíðindaskriv, har tað varð sagt, at tað nú verður arbeitt við at finna 2 mió kr. afturat til umsorg- anararbeiði. Samlaði tørv- urin á økinum hevur annars verið mettur til 2,5 mió meira, enn játtan er til, men í verandi løtu vil landsstýr- ismaðurin ikki lova meira. - Vit hava trolað ígjøgn- um teir møguleikar, sum vit hava innan verandi fíggjar- karmar. Eg havi júikki heimild at økja um samlaðu játtanina. Men vit halda okkum í øllum førum hava hesar tvær milliónirnar inn- anborða. Landsstýrismaðurin sigur tó samstundis, at hetta ikki merkir, at allir trupulleikar á økinum eru loystir. Ikki minst, tá hesar báðar milli- ónirnar eru nakað minni enn tað, sum Almannastov- an sigur resta í á játtanini, um øll skulu hava tað, sum tey hava søkt um. - Tað merkir, at vit mugu inn at raðfesta einstøku til- boðini innan umsorganar- arbeiðið. Kontan inniheldur jú tilboð av ymsum slag. Eitt nú er talan um dagtil- hald, virknistilboð og mat- tænastu, og her mugu vit so raðfesta, hvørji tilboð eru tey týdningarmestu. Tí tað má ikki henda, at alt verður skorið yvir ein kamb, so- leiðis at boðini bara eru, at nú verður goldið 90% av tí, sum biðið er um, sigur hann. Tung mannagongd Av skrivinum, sum í kvøld varð sent miðlunum, fram- gongur, at Almannastovan longu í mars mánaði boð- aði frá, at tað helst fóru at resta tvær milliónir í játt- anini. Átti landsstýris- maðurin ikki longu tá at farið í holt við malið? - Eg skal alt fyri eitt við- ganga, at tað er ótrúliga óheppið, at eitt mál dregur so langt út. Men tað er ikki fyrr enn nú, at vit hava havt endaligu tølini. Men tú hevur eina meting í mars mánaði. Átti tú ikki at fari í holt við málið longu tá? - Eg kann ikki út frá eini meting - heldur ikki hóast hon er væl kvalifiserað - flyta eina játtan. Eg má hava faktisku tølini at arbeiða við, og síðani handlað út frá hesum. Tey tølini havi eg tíverri ikki havt fyrr enn nú, og tá so langt er fráliðið, so verða reaktiónirnar í málinum eisini hareftir, sigur hann. - Og tað skal leggjast aft- urat, at vit hildu okkum hava sett nóg nógv av, tá fíggjarlógin varð smíðað. Eftirfylgjandi eru tó nýggj tilboð komin innan øki, og hetta hevur saman við økt- um brúkaratali havt við sær, at veruligi tørvurin ver vorðin nógv størri. Enn er tó ikki komið heilt á mál. Áðrenn peningurin kann flytast, skal politisk semja vera um hetta, og hesa fer landsstýrismaðurin nú at gera eina roynd at finna. - Mín vón er í øllum før- um, at tá talan verður um eina broyting, sum skal vera útreiðsluneutral, so fer politiskur viljin at verða til staðar. Hinvegin kann eg sjálvandi ikki garantera nakað, og sjálv politiska viðgerðin tekur nakað av tíð. Men eg vóni, at vit hava eina loysn í august mánaði, sigur hann. Og fram til tá verður tað helst soleiðis, at almennu tænasturnar innan umsorg- anararbeiðið koma at koyra víðari. Rætting Í grein í blaðnum í gjár høvdu vit samrøðu við eina kvinnu, sum dagliga koyrir døgurðamat av Lágargarði út til pension- istar í Havn. Av misgáv- um var skrivað, at kvinn- an eitur Petra Persson. Tað er ikki rætt, tí hon eitur Petra Tausen. Vit biðja um umbering fyri mistakið. tn - Eg kann ikki út frá eini meting - heldur ikki hóast hon er væl kvalifiserað - flyta eina játtan. Eg má hava faktisku tølini at arbeiða við, og síðani handlað út frá hes- um. Tey tølini havi eg tíverri ikki havt fyrr enn nú, og tá so langt er fráliðið, so verða reaktiónirnar í málinum eis- ini hareftir, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður