leygardagur 2. juli 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 124 - 2. juli 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Føðingar
21. juni fingu Joan við Neyst og Jan Olaf
Michelsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 50 cm
long og vigaði 2910 gr.
22. juni fingu June-Eyð Johannesen og Jóannis
Joensen, Hvítanesi, ein son. Hann var 57 cm langur
og vigaði 4700 gr.
23. juni juni fingu Ramona og Flemming Petersen,
Syðrugøtu, eina dóttur. Hon var 54 cm long og
vigaði 3330 gr.
24. juni fingu Marna Joensen og Bogi Slættanes,
Argjum, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði
3850 gr.
24. juni fingu Rannvá og Benjamin Gøte, Leirvík,
ein son. Hann var 55 cm langur og vigðai 3950 gr.
24. juni fingu Malan Hansen og Eyðfinn Jensen,
Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði
3850 gr.
24. juni fingu Miriam og Dan Hjelm, Klaksvík, eina
dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3100 gr.
25. juni fingu Helen Niclasen og Levi Lauritsen,
Sørvági, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði
3625 gr.
26. juni fingu Joan og Jaspur Tausen, Toftum, eina
dóttur. Hon var 46 cm long og vigaði 1890 gr.
26. juni fingu Súnfríð og Rógvi Jacobsen, Toftum,
eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 2780 gr.
27. juni fingu Marita Hansen og Axel Mc Intosh,
Keypmannahavn, eina dóttur. Hon vigaði 3300 gr.
og 50 cm long.
28. juni fingu Unn og Gisli Poulsen, Tórshavn, ein
son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3300 gr.
28. juni fingu Annika Petersen og Bjarni Árting
Rubeksen, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 53 cm long
og vigaði 3100 gr.
28. juni fingu Jónley og Hans Poulsen, Sørvági, ein
son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4100 gr.
28. juni fingu Gudny og Jónar Randrup, Hvalba,
eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3050 gr.
29. juni fingu Ragnhild og Petur Sigurd Justesen,
Klaksvík, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði
3985 gr.
Leygardagin fyllir fuglfirðingurin
Óli Jacobsen hjá Meinhardi á Gull-
drangi 60 ár. Pundini tyngja hann
ikki, hann er lættur upp á bein, og
tú sær hann dagliga ganga túr við
hundi sínum Max, ein øgiligur, lág-
ur og loðin fýrbeintur skabningur,
sum er í ætt við navnframar hundar
heilt afturi í Ming-dynastinum í
Kina, afturi í fyrndini. Tað er ikki
nøkur løtt uppgáva at tosa við ein
hund í allari almindiligheit og so
enntá á kinesiskum, men Óli og
Max skilja hvønn annan, væl at
merkja um Max fær sín vilja og tað
fær hann altíð
"Óli gerst ein býarmynd, líka
mikið hvar hann býr", segði systur-
dótturin, Hildigun, tá ið hon ringdi
og segði frá og bjóðaði í føðingar-
dagin. Og rætt hevur hon. Eg
minnist hann fyrstu ferð í Fugla-
firði fyri mongum árum síðan, og
kløn fólk halda sær so væl. Hann er
einki broyttur hesi seinastu 30
árini, jú kanska eru hárini fækkað,
men sigarettin hongur har enn og tú
hoyrir hann langan veg av harkun-
um, sum koma av drúgvari og mið-
vísari royking.
Óli var ein býarmynd í Fuglafirði
og altíð sást tú hann við havna-
lagið. Hann sigldi í fleiri ár við
kubabátunum, og hann hevur verið
við øðrum skipum fyrr. Vit hittust
fyrstu ferð fyrst í sjeytiárunum, tá
ið oyndfirðingar plagdu at lossa
sildamjøl í Fuglafirði. Eitt lúsa ar-
beiði, tungt og ónossligt, illa lukt-
andi, men deiliga fongríkt, hvat
peningi viðvíkur.
Seinastu fimm árini hava vit ver-
ið grannar í Havn. Óli er fluttur til
Havnar, er fluttur inn hjá systur-
dóttrini Hildigun og manninum
Agnar, tey búgva røttu megin í
Ovarugøtu í býlinginum Inni á
Gøtu, á gomlu torvheiðunum í
Hoyvíkshaganum. Og var hann
býarmynd í Fuglafirði, so er hann
tað eisini í Ovarugøtu. Tú leggur
merki til, tá íð hann er burturstadd-
ur og tú leggur merki til hann, tá íð
hann er úti og svalir, tí á at líta
bítska, treiska, men annars góðs-
liga, rísna, lágbeinta kinesaran,
hvørs miðja næstan tekur í asfaltið
og til gongu er hann nógvar ferðir
um dagin. Um tað er tubbakið,
brent og sogið og andað inn í Guds
fríu nátturu, ið dregur ella vælveran
hjá hundinum finni eg ongantíð út
av soleiðis av álvara, kanska bæði,
hví ikki?
Og prátini eru nógv vit fáa í tún-
inum hjá okkum í Ovarugøtu 1.
Hann býr í Ovarugøtu 15, um eg
telji rætt. Tað er ikki langt í millum
og gjøgnum Óla fylgi eg mangan
við, hvat hendir kring landið, hend-
ingar sum fjølmiðlarnir ikki taka
upp. Óli fylgir væl við, og serliga
innan fiskivinnuna og hóast hann
nú gongur sum ein spelkin pen-
sionistur í Havn, so eru tankarnir
við bryggjukant í Fuglafirði, og tú
fær at vita um útróður, vánaligan
prís á Toftum, og um toskurin tekur
í feska gággu ella ræsta gággu, alt
eftir hvussu svangur hann er. Vit
eru báðir bygdamenn í Havn,
eysturoyingar í Havn og Óli fylgir
væl við hvør doyr og hvør fyllur í
okkara heimaoyggj. Óli setir lív
aftur í andlátini í útvarpinum, tí tað
eru so nógv har norðuri, sum eg
ikki kenni, og kanska lívgi eg hann
eisini á hesum økinum, tá ið hann
stendur fastur, men tað man vera
sjálvdan. Og vit tosa nógv um hvør
man roynast frægast, oyndfirðingar
ella fuglfirðingar. Í mínum eygum
er ongin ivi, heldur ikki í Óla´sa, og
vit eru slett ikki samdir um hetta
mál, og eg haldi, at eg havi rætt.
Og Óli heldur eyga við granna-
lagnum, liggur okkurt og flýtur, so
sigur hann frá, stendur eitt vind-
eyga opið í býlingshúsinum ella
okkurt er áfatt, so ger hann vart við
tað. Rundurnar í grannalagnum við
sigarett og hundi geva okkum eina
kenslu av at alt er í góðum hondum.
Føroyar eru mangan ov trongar
fyri Óla, og so pakkar hann sekkin
og fer til stroks. Hann er ein sannur
globetrottari og hann plagar at
ferðast samn við bróðrinum Jákupi,
sum hevur búð niðri í mong Harr-
ans ár. Og heim aftur komin er
hann fullur av tíðindum av europe-
iska meginlandinum ella frá sólríku
strondunum fyri sunnan, sum eru
fyltar av brúnum holdi, hvørs eggj-
andi litur á ein ella annan hátt eigur
at órógva sjálvt tann mest forherð-
aða ógifta í Føroyum.
Hjartaliga tillukku við degnum
góði Óli. Vit í Ovarugøtu halda so
ótrúliga nógv av tær og gøtan er
tómlig, tá ið tú er á ferð.
Blíðan byrð og góða eydnu.
Heilsan
Jústinus Leivsson Eidesgaard
Óli hjá Meinhard á Gulldrangi fyllir 60
Nakað herfyri samtykti
Sørvágs Kommuna at
seta Kjeld Nattestad, at
gera ymiskt fyrifallandi
arbeiði fyri kommununa
í Mykinesi.
Kjeld kemur sam-
stundis við hetta, at hava
umsjón við ognunum
hjá kommununi á stað-
num.
Kommunumaður
í Mykinesi
Kjeld Nattestad er nýggjur
kommunumaður í Mykinesi
Mynd: Sørvágs kommuna
Heilsudagur fyri
alla familjuna
Sørvágur: Sunnudagin skip-
ar Sørvágs kommuna fyri
einum heilsutiltaki, sum er
fyri allar borgarar í komm-
ununi – og onnur áhugað.
Endamálið við tiltakinum
er at fáa fólk at hugsa um
heilsuna og at fáa tey at røra
beinini eina løtu ella báðar
tvær.
Byrjaði verður kl. 15 við
SÍ-húsið, har upphiting verð-
ur og borgarstjórin, Jákup
Suni Lauritsen fer at siga
nøkur orð. Síðani fáa fólk
høvið at ganga tríggjar ym-
iskar rutur.
Tann stytsta rutan – uppá 3
km. – er løgd runt í bygdini,
og verður her serliga hugsað
um tey eldru og børnini.
Hinar báðar ruturnar eru
ávikavist 5 og 7,5 km. og eru
báðar eftir Bíggjarvegnum –
tann styttra út í Breiðá og
tann longra oman í bygdina í
Bø.
Tá fólkið er afturkomið til
SÍ-húsið um 16:30-tíðina
verður frukt og vatn at fáa.
Við hetta høvið fáa eisini
allir luttakararnir handað eitt
heiðursprógv fyri luttøkuna.
Við tiltakið er somuleiðis
møguleiki at fáa mált blóð-
trýstið, bæði áðrenn og aft-
aná gongutúrin.
Hetta er fyrstu ferð at
Trivnaðarnevndin í Sørvágs
kommunu skipar fyri slíkum
tiltaki. Óhugsandi er kortini
ikki, at hetta verður gjørt
aftur tey komandi árini.
sb