Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-02, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. juli 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 124 - 2. juli 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Kistan við Svenning Olsen av Glyvrum fór av Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi í gjárkvøldið, fríggjakvøldið klokkan 18 í Glyvra kirkju. Jarðarferðin verður úr Glyvra kirkju leygardagin klokkan 13. Sungið verður sálmabókini. Sverri Festurstein, ættaður av Eiði, andaðist á Landssjúkrahúsinum mikumorgunin, 78 ára gamal. Bønarhald var í kapellinum í gjárkvøldið, fríggjakvøldið klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Mizpa á Eiði í dag, leygardagin klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Sverra, kunnu lata eina gávu á konto í Føroya Sparikassa. Kistan við Holger Jacobsen, vanliga nevndur Holgar í Búðunum, Klaksvík, fór úr sjúkrahús- kapellinum heim í kirkjuna í gjárkvøldið, fríggja- kvøldið klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni í dag, leygardagin klokkan 13.30. Andlát og jarðarferðir Tøkk Hjartans tøkk fyri samkenslu og hjálp, tá góði maður mín, pápi, verpápi og abbi okkara Evald K. F. Müller Kvívík doyði og varð jarðaður. Tøkk til starvsfólkið á Landssjúkrahúsinum fyri hjálp og umsorgan.Tøkk til sangarar, berarar og urguleikarar. Prestarnir Sverri Steinhólm og Inga Poulsen Dam, tøkk fyri góð og troystandi orð í kapelli og kirkju. Øllum, ið hjálptu til við ervinum, og fylgdu Evald á seinastu ferð hansara her á fold, takka vit hjartaliga. Familjunnar vegna Sigrid Seinnapartin hósdagin var móttøka hildin á Psyki- atriska deplinum, í sam- band við at eitt av starvs- fólkunum nú fer frá fyri aldur. Í samfull 34 ár hevur Hallur Heinesen av Argjum arbeitt sum pleygari á psykiatrisku deild 2 á Landssjúkrahúsinum í Havn. Nú, Hallur hevur havt sín seinasta arbeiðsdag, ynskti leiðslan at vísa honum tann heiður at bjóða núverandi og fyrrverandi starvsfelag- um, eins og øðrum starvs- fólkum á Landssjúkrahús- inum til eina hugnaliga løtu saman við honum og familju hansara. Á hesi samkomuni, hagar nógv fólk stukku inn á gólvið, nýttu fleiri teirra høvið at heilsa honum og takka fyri tað góða sam- starvið, sum tey altíð hava havt saman við Halluri. - Hallur. Tú hevur við tíni medferð, persónleika og við tíni fakligheit verið ein fyrimynd hjá mær og mongum øðrum, tók ein teirra til í síni takkarkvøðu til Hallur. Hóast Hallur nú hevur havt sín seinasta arbeiðsdag sum pleygari, fer hann kortini neyvan at sita fyri einki heima við hús: Honum dámar væl at arbeiða í urtagarðinum, hann hevur bát og honum dámar somuleiðis væl at fiska síl. Haraftrat kann hann eisini fegnast um at eiga tveir abbasynir. - Og so skal heimið heldur ikki gloymast, sigur hesin altíð so fryntligi argjamaðurin. sb. 80 ár Óli Bjørn Viðstein, prent- ari, Hoyvíksvegur 49, Tórs- havn, fer um tey áttati árini í dag, 2. juli. Øll yrkisárini var hann í fakinum, sum tað verður sagt millum typografar, á prentsmiðju Dagblaðsins, sum tá húsaðist á Heygs- breyt, og seinni á eystaru bryggju, tá var heitið p.f. Dagprent. Seinni starvaðist Óla Bjørn hjá Einars Prent á Abbatrøð. Fólk kenna óivað Óla Bjørn mest sum KFUM skótan. Av lyndi er hann ikki harðmæltur maður, stillan fer um strætir, er maðurin, ið roynist. Var teirra millum, sum á sinni stovnaðu skótalið K.F.U.M.s í 1940 »fyri á tann hátt at draga Havnar- dreingir inn í samband við KFUM«, sum Poul N. Sørensen sigur í Ung- mannablaðnum, tá felagið var 10 ár í 1948. Óli Bjørn hevur verið stuðulin í fe- lagnum fyri nógvu tiltøkini í KFUM hevur skipað fyri, men stóra tak hansara var at vera stuðul aftan fyri næst- an alt í KFUM. Livandi tiltakið, nevnt VARÐMENN, er hann ein av høvuðsmonnunum aft- anfyri. KFUM savnar í vetrarhálvuni einaferð um mánaðin væla lið av monn- um til fyrilestur og andakt. Óli Bjørn hevur verið kirkjutænari, klokkari í Havnar kirkju langt áramál. Starvið røkti hann sam- vitskufult og tað hendir enn, at hann tekur hond í. Tey bæði, Selma, sum ættað er av Húsum, og Óla Bjørn eiga synirnar Odmar, Helgi, Jón og Eyðun. Hallur – ein góð fyrimynd Hallur Heinesen hevur nú sagt psykiatriska deplinum farvæl eftir 34 ár í starvi sum pleygari. Her er hann – í miðjuni – avmyndaður saman við nøkrum av núverandi og fyrrverandi starvsfelagum sínum á deild 2 Hallur Heinesen saman við konuni Annfríð undir móttøkuni hósdagin. Aftanfyri sæst dótturin Sølva við soninum, Hallur, sum eitur eftir abba sínum Kunngjørt verður fyri ætt og vinum at elskaði maður, pápi, verfaðir og abbi okkara Sverri Heinason Festirstein, á Eiði andaðist mikumorgunin 78 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Mizpa, leygardagin kl. 13.00. Herdis Poul, Svanhild og Heini Tey, ið vilja minnast Sverra, kunnu lata eina gávu á konto í Føroya Sparikassa 147.149.1.