Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-02, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. juli 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 124 - 2. juli 2005 15 søkjast til frítíðarskúlan í Gøtu kommunu Talan er um 2 pedagogstørv á 25 tímar, tíðaravmarkað frá 11. august til 1. juli 2006. Frítíðarskúlin er í Norðragøtu, við góðum og mennandi umhvørvi uttanum, s.s. fjørða, áin og fótbóltsvøllur. Frítíðarskúlin er opin frá kl. 10 til kl. 17, og er stongdur tá ið skúlin hevur frí. Tað eru pláss til 30 børn frá 1. og 2. flokki. Í dagliga arbeiðinum leggja vit m.a. stóran dent á: • at børn og starvsfólk trívast og eru í menning • at hava gott samstarv við foreldur og starvsfólk • at skapa álit og tryggleika, bæði fyri foreldur og børn • at virða tað einstaka barni í bólkinum Vit ynskja: • at tú hevur góð samstarvsevnir • at tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag • at verða við til at mynda og menna tað pedagogiska umhvørvi Lønarviðurskifti Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Føroya Kommunala arbeiðsgevarafelag og fylgir lønarstiganum frá 10 til 16 Um eingin pedagogur søkir, verða hjálparfólk sett, sama tíðarskeið sum nevnt omanfyri. Meir fæst at vita um størvini við at ringja til Hannu E. Olsen deildar- leiðari fartelefon nr. 210825 ella heima 441693. Umsóknir saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu verða okkum í hendi seinasta lagi týsdagin 12. juli 2005. Sendast til: Frítíðarskúlin í Gøtu postboks 32 512 Norðragøta Pedagogar Dagrøktari søkist at arbeiða í Oyndarfirði Runavíkar Kommuna søkir eftir dagrøktara at byrja 15. august, ella eftir nærri avtalu. Viðkomandi skal hava áhuga og hegni at arbeiða við børnum. Dagrøktarheimið skal vera soleiðis innrættað,at tað er gott og trygt at spæla innan- og uttandura. Nærri upplýsningar viðvíkjandi starvinum fáast við at venda sær til dagrøktarleiðaran á tlf 442059 ella 586004. Skrivlig umsøkn skal verða okkum í hendi seinast mánadagin 25. juli 2005. Runavíkar Kommuna Sociala deild Heiðavegur 26 600 Saltangará Til sølu Citroen Xsara 2,0i 16v Stw Koyrt 62250 km Árgangur dec 98 Ljósagrátt metallak El rútar El spegl Fjarstýrt centrallás Klimaanlegg Rattstýrt radio Servica ok og tannreim útskift Nýggj dekk og alufelgur Rustviðgjørdur Ein góður bilur Prísur 94800,- kr Bilurin kann sýggjast og roynast á verkstaðnum hjá Kollskerð á Hjalla Myndir www.autoliner.dk ella www.kollsker.fo DEILDARSTJÓRI søkist til ELFELAGIÐ SEV Starvið sum deildarstjóri á Framleiðsludeildini hjá SEV er leyst at søkja til setan frá uml. september – oktober 2005. Starvið: Framleiðsludeildin hevur um hendur øll fram- leiðsluverkini hjá SEV. Hesi umfata í løtuni diesel-, vatn- og vindorkuverk. Framleiðslan hjá SEV var í fjør hendan: Dieselorka 147.026 MWh Vatnorka 94.387 MWh Vindorka 567 MWh Mesta lastin var í fjør 41 MW í meginøkinum og 4,9 MW í Suðuroy. Undir Framleiðsludeildini starvast umleið 50 fólk, harav meginparturin er maskinmeistarar. Framleiðsludeildin hevur yvirskipaða ábyrgd fyri og eftirlit við rakstri av framleiðslueindunum. Tann,ið settur verður, skal hava dagligu leiðsluna av øllum uppgávunum hjá deildini, eisini nýgerð av framleiðsluverkum, undir ábyrgd yvirfyri, og saman við stjóra yvirfyri stýri felagsins.Deildarstjórin hevur skyldu at ansa eftir, at á øki deildarinnar verður fyrisiting, umsiting av virkjum og virkisarbeiðir gjørd á besta hátt og hevur ábyrgd fyri, at gjørt verður eftir teimum lógum og reglum, ið hitt almenna fyrisetur. Starvsstaðið er skrivstovan hjá SEV í Tórshavn, men við tað, at framleiðslueindirnar eru spjaddar um alt landið, skal roknast við nakað av ferðing í arbeiðsørindum, m.a. til Suðuroyar og til útoyggjar. Førleikakrøv: Kravt verður, at viðkomandi hevur í minsta lagi viðkomandi verkfrøðingaprógv á sama støði sum teknikumverkfrøðingar frá donskum lærustovnum. Arbeiðsroyndir á verkfrøðingastøði – serstakliga innan dieselmotorar - geva fyrimun. Lønin: Starvið er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Verkfrøðingafelag. Nærri upplýsingar: Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Bjarka Hermansen, deildarstjóra ella Klæmint Weihe, stjóra, báðir á tlf. 346800. Umsóknarfreist v.m. Umsóknir skulu saman við avriti av prógvum og møguligum ummælum sendast til Elfelagið SEV, Box 319, 110 Tórshavn og skulu vera SEV í hendi í seinasta lagi tann 25. juli 2005. Tórshavn, tann 30. juni 2005 Elfelagið Frá Nes kommunu Søkt verður eftir fólki, at gera reint í Tofta skúla. Reingerðin er 24 tímar um vikuna (í skúlatíðini) frá 15. august at rokna. Løn sambart sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og FKA. Skrivligar umsóknir verða at senda til Nes kommunu, 650 Toftir, í seinasta lagið 15.07.2005 kl 12.00. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Nes Kommunu tlf. 447586. Nes kommuna www.sosialurin.fo