leygardagur 2. juli 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 124 - 2. juli 2005
Summarfrí
Vegna summarfrí verður sjúkrakassin stongdur
11. juli. Opið er aftur mánadagin 15. august.
Suðuroyar Norðari Sjúkrakassi
Tvøroyrar skúli
Søkt verður eftir stuðulsfólki skúlaárið 2005/2006.
Starvið er 23 tímar um vikuna.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Martin Eidesgaard, skúlastjóra, tlf. 371582.
Umsóknirnar skulu verða skúlastýrinum í hendi í
seinasta lagi 16. juli 2005.
Skúlastýrið á Tvøroyri
v/ Chris Jan Michelsen
FO-800 Tvøroyri
Runavíkar kommuna
søkir eftir
Pedagogum til Barna-
garðin á Mýrunum
Á Barnagarðurin á Mýrunum ganga 94 børn. Á
stovninum eru 2 vøggustovur við 14 børnum í
hvørjari, 3 barnagarðsstovur við 18 børnum í
hvørjari og ein barnagarðsstova við 12 børnum.
Umstøðurnar á stovninum eru sera góðar við
ljósum rúmligum stovum við eyka spælirúmi.
Harumframt er verkstaður, sansirúm, samtalu/
venjingarrúm og stórt felagsrúm við barnavinar-
ligum køki. Stovnurin liggur í vøkrum náttúrulendi
beint við Toftavatn og nær við ítróttarøkið
Endamál stovnsins er, við støði í tí einstaka
barninum at geva tí møguleika at mennast, bæði
persónliga og saman við øðrum. Fyri at røkka
málinum er neyðugt við einum tryggum og
stimbrandi umhvørvi,við góðum samstarvi millum
leiðslu, starvsfólk og foreldur.
Vit ynskja tí at umsøkjarin:
• hevur umsorgan fyri børnum
• hevur góð samstarvsevni
• er íðin, nærlagdur og álítandi
• hevur gott yvirlit og megnar at skipa dagin
• er nýhugsandi og ígongdsetandi
Søkt verður eftir 1 pedagogi 35t. um vikuna ið skal
arbeiða á einari stovu við 18 seks ára gomlum
børnum.
Setan verður frá 15. august 2005 ella eftir nærri
avtalu.
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag
Føroya.
Nærri fæst at vita um størvini við at tosa við Fríðu
Lómstein,leiðara ella Conny Jacobsen,varðaleiðara
á tlf. 448254 ella 218254
Umsókn við avriti av prógvi og møguligum
viðmælum skal vera kommununi í hendi í seinasta
lagi mánadagin 14. juli 2005, kl. 12.00.
Runavíkar Kommuna
Sosiala deild
Heiðavegur 26
FO-600 Saltangará
Pedagogar
til Dagstovnin Mýrifípan og
útibarnagarðin í Trongisvági.
Stovnslýsing:
Á Mýrifípuni ganga 90 børn í aldrinum 0-7 ár.
Stovnurin er skipaður í 5 eindir, ein vøggustova,
tríggjar barnagarðsstovur, harav ein hálvdagsstova,
ein heildagsstova og ein útibarnagarðsstova.
Størvini:
•
1 starv 30 tímar um vikuna í útibarnagarðinum.
Starvið verður sett 15. august 2005 Útibarna
garðurin heldur til í hølum fyri seg, undir skúla
num í Trongisvági. Hann er normeraður til 20
børn í aldrinum 5-7 ár og 4 starvsfólk.
•
1 avloysarastarv 35 tímar á vøggustovuni fyri
pedagog í barnsburðarfarloyvi. Starvið verður
sett 1. oktober 2005 ella eftir nærri avtalu.
Vøggustovan er normerað til 12 børn í aldrinum
0-3 ár og 4 starvsfólk.
Vit vænta av tær:
•
at tú hevur góð samstarvsevnir og ert álítandi
•
at tú vísir virðing fyri børnum, foreldrum og
starvsfeløgum
•
at tær dámar væl at vera úti í náttúruni, sum er
ein nattúrligur partur av dagligdegnum
•
at tú hevur yvirlit í arbeiðinum
•
at tú tekur ábyrgd og kanst arbeiða
sjálvstøðugt
•
at tú ert nærverandi og vísir umsorgan
•
at tú vísir áhuga og ynskir at mennast í
arbeiðnum
Lønarviðurskiftir:
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagog-
felag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Um pedagogar ikki fáast til størvini, verða hjálpar-
fólk sett tíðaravmarkað.
Meiri fæst at vita, við at venda sær til Birita
Jacobsen, leiðara á telefon 37 27 00.
Umsókn, saman við upplýsingum um útbúgving,
arbeiðsroyndir og møguligum viðmælum,
skulu vera Dagstovninum Mýrufípuni, FO-826
Trongisvágur í hendi í seinasta lagið 15. juli 2005.
Tvøroyrar kommuna