Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. juli 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 124 - 2. juli 2005 Toll- og Skattstova Føroya Økisstjórar til Toll- og Skattstovuna Søkt verður eftir tveimum økisstjórum til Økisskrivstovurnar hjá Toll- og skattstovuni, einum til Norðurøki og einum til Miðøki, ávikavist í Gøtu og Tórshavn. Ætlanin er at seta størvini 1. september 2005. Høvuðsuppgávur ñ vera við til at forma nýggja bygnaðin á stovninum saman við stjórnini ñ leggja dagliga arbeiðið á økisskrivstovuni til rættis t.d. virkiseftirlit, tolleftirlit, álíkning og innheinting ñ gera fíggjarætlan fyri økið ñ í samstarvi við deildarleiðararnar í økinum seta mál og stutttíðarplanleggja fyri økið ñ í samstarvi við stýrið og hinar økisstjórarnar: - planleggja og seta mál fyri stovnin - leggja politikk fyri málsøkini, ið stovnurin umsitur Ábyrgd av: ñ at uppgávurnar í økinum verða røktar væl og á rættan hátt sambært galdandi skatta-, avgjalds- og innkrevjingarlógum ñ at mál verða rokkin ñ at fíggjarætlanin verður hildin Førleikakrøv Tú skal helst hava hóskandi útbúgving frá hægri lærustovni, ella royndir frá starvi á høgum leiðslustigi. Leiðsluroyndir frá líknandi starvi, herundir starvsfólkaleiðsla, eru fyrimunir. Tú skalt hava visiónir, góð leiðslu- og samstarvsevni, vera nýhugsandi, málrøkin, ágrýtin og fyrikomandi. Setanartreytir Størvini verða lønt tilsvarandi deildarleiðara II í sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya ella sambært avvarðandi sáttmála. Setanarøki Setanarøkið umfatar Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Nærri frágreiðing um starvið Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Óla Heinesen, stjóra, ella Arnold H. Nielsen, varastjóra, á tlf. 352600. Umsóknir Skrivlig umsókn saman við avritum av prógvum, ummælum og upplýsingum um starvsroyndir skal vera Toll- og Skattstovuni í hendi í seinasta lagi 8. august 2005 Toll- og Skattstova Føroya Stýrið Traðagøta 39 Postsmoga 2151 165 Argir Toll- og Skattstova Føroya er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum. Uppgávur stovnsins eru m.a. at fyrisita toll-, mvg-, kolvetnisskatta-, avgjaldslógirnar, inntøkuskattalógina o.a., eins og alla skuldarinnkrevjing hjá landinum. Her starvast 150 fólk. Planlegging og menning fer fram í Stýrinum, sum heldur til á Argjum. Økisskrivstovurnar kring landið røkja raksturin. Stovnurin er farin undir bygnaðarbroytingar. Samstarvið millum økisskrivstovurnar og leiðsluna í Stýrinum skal mennnast, og stovnurin skal veita borgarum og virkjum eina betri tænastu. Tær núverandi seks økisskrivstovurnar verða lagdar saman til tríggjar. Fakligi førleikin hjá starvsfólkunum skal mennast, og tí fer man undir at miðsavna fleiri uppgávur, sum higartil hava verið røktar á øllum økisskrivstovum. Arbeiðast skal fram ímóti at talgilda alt fleiri uppgávur, og eftirlitið skal mennast. Tær nýggju økisskrivstovurnar vera: Norðurøki: Eysturoy og Norðoyggjar Miðøki: Streymoy, Vágar, Sandoy Suðurøki: Suðuroy Lýsingin sæst eisini á heimasíðu okkara www.tollskatt.fo E-mail: tollskatt@tollskatt.fo Arbeiðshandskar til øll endamál - bæði á sjógvi og landi Landsins størsta úrval frá eingangshandskum til fóðraðar Japan-handskar Beinleiðis frá framleiðara Sosialurin 311820 spf Lesið - so eru tit við