leygardagur 2. juli 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Toftamenn settu sand-
oyingar so ruddiliga
upp á pláss, tá ið
finalan í kappingini
um FSF-steypið var
leikt á ovara vølli í
Gundadali hóskvøld-
ið. B68 vann ein greið-
an 5-1 sigur, men um
B71 tók av møguleik-
unum í byrjanini av
dystinum, hevði søgan
kanska verið ein
onnur
STEYPAFINALA
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Stásiliga FSF-steypið, sum
liðini uttan fyri Formula-
deildina kappast um, skal
næsta árið standa í steypa-
skápinum í B68-húsinum á
Svangaskarði. Hetta gjørdist
greitt, tá ið toftamenn smur-
du B71 av í finaluni um
FSF-steypið hóskvøldið.
At leikandi venjarin hjá
B68, landsliðsleikarin Juli-
an Johnsson, ikki var við á
liðnum hjá toftamonnum, tí
at hann fekk drúgva skurð-
viðgerð í Danmark allan
hósdagin, sást ikki aftur á
vøllinum, tí B68 var greitt
við yvirlutan eftir eina held-
ur trilvandi byrjan upp á
dystin.
B71 hevði sínar
møguleikar
Tað var annars B71, sum
byrjaði dystin best, og
sandoyingar høvdu fleiri
gyltar møguleikar at leggja
seg á odda. Serliga var tað
vandamikli brasiliumaður-
in Clayton Soares, ið lá
framvið, men hann hevði
tíverri fyri B71 alt ov ofta
hug til at velja truplaru
loysnina, tá ið málmøgu-
leikar stungu seg upp.
Og sum so ofta, tá ið eitt
lið ikki tekur av sínum
møguleikum, verður tað
revsað í hinum endanum.
B68 fótaði sær so líðandi,
og tá ið fyrri hálvleikur var
gott og væl hálvrunnin,
tóku toftamenn leiðsluna.
Eitt innlegg úr høgra
borði endar í handaru síðu
av brotsteiginum hjá B71,
og har stendur veteranurin
Øssur Hansen. Hann leggur
bóltin til sítt víðagitna
vinstrabein og meddar til.
Bólturin rakar í ein verju-
leikara hjá B71 og snýtir
unga Símun Rógva Hansen
í málinum hjá sandoying-
um, og so er 1-0 til B68.
Stutt fyri hálvleik var um
reppið, at B71 javnaði, tá ið
Clayton Soares gjørdist
leysur nakað úti í vinstru
síðu av brotsteiginum hjá
B68. Brasiliumaðurin skýt-
ur hart og flatt eftir jørð,
men Albert í B68-málinum
var knappur og kemur væl
niður og heldur skotinum.
Ístaðin er tað enn einaferð
B68, sum revsar mistøkini
hjá B71, tá ið farið var út
um vanligu leiktíðina í fyrra
hálvleiki. Ein langur bóltur
verður sendur inn um verj-
una hjá B71, og Jóan Petur
Poulsen gerst leysur. Jóan
Petur sær, at Símun Rógvi
Hansen er komin dekan ov
langt út, og hann lyftir bólt-
in upp um unga málverjan
og í netið til 2-0.
John dugir enn
Í seinna hálvleiki royndi
B71 at trýsta fyri at koma
upp á javnt, men tað gekk
striltið hjá teimum at koma
til teir stóru málmøguleik-
arnar. Alt ov ofta dúvaði
álopsspælið hjá sandoying-
um upp á einmansavrik, og
verjan hjá B68 tóktist at
hava tamarhald á støðuni
allatíðina.
Dysturin fekk í veruleik-
anum sína avgerð, tá ið
smáir tíggju minuttur vóru
farnir av seinna hálvleiki.
Tá var Jóan Petur Poulsen
aftur upp á spæl í brotsteig-
inum hjá B71. Hóast hann
var staddur heilt afturi við
baklinjuna í høgru síðu, so
eydnaðist tað honum onk-
ursvegna at senda bóltin
flatt eftir jørð og í netið til
3-0, og nú gjørdist mót-
brekkan hjá B71 ov tung.
Sandoyingar royndu tó at
satsa eitt sindur, og millum
annað bleiv liðskiparin,
Bergleif Sólsker, fluttur av
sínum vanliga plássi í mið-
verjuni longur fram á vøll-
in, men av tí sama gjørdist
tað heldur tunnligt í verju-
partinum hjá sandoyingum.
Hetta gjørdi John Peter-
sen sær dælt av, tá ið hann í
65. minutti gjørdist leysur
framman fyri B71-málin-
um. Símun Rógvi kom út
ímóti, men gamla lands-
liðskempan lyfti hegnisliga
bóltin upp um málverjan
hjá sandoyingum og í netið.
Tað eydnaðist tó B71 at
koma á máltalvuna, tá ið
Clayton Soares 20 minuttir
fyri leiklok fekk skorað úr
spískum, men sigurin hjá
toftamonnum var ongantíð
í vanda. At so var, bleiv eis-
ini staðfest fimm minuttir
fyri tíð, tá ið innskifti Øssur
Jacobsen skoraði til 5-1 og
slóg sigurin fastan.
Eftir loknan dyst handaði
Bjarki Mohr, formaður í
kappingarnevndini hjá FSF
toftamonnum steyp, og
bæði liðini fingu medaljur.
John Petersen, B68:
- Altíð
stuttligt
at vinna
Toftamenn hava styrkt
sær um liðið við fyrr-
verandi landsliðskemp-
uni, John Petersen, sum í
løtuni er heima í summar-
frí. Í finaludystinum móti
B71 hóskvøldið var John
í álopinum hjá tofta-
monnum í 80 minuttir, og
hann fekk eisini víst sítt
eyðkenda máltev.
Men er tað ikki trupult
hjá einum spælara, ið er
vanur við at spæla lands-
dystir móti stórum tjóð-
um, finalur um Løgmans-
steypið og dystir, har FM-
heiti stendur upp á spæla,
at seta seg upp til dystir
við einum liði í næst-
fremstu deildini:
- Nei, tað er ikki so gal-
ið. Nú havi eg bert verið
við hjá B68 í tveir dystir,
og í báðum førum hevur
talan verið um avgerandi
dystir. Fyrri dysturin var í
landskappingini móti FS
Vágum, og hin er so
steypafinalan
í
dag.
Hvussu verður, tá ið vit
skulu spæla móti onkrum
av lægru liðunum í 2.
deild, veit eg ikki, sigur
John Petersen.
Fyrrverandi framherjin á
føroyska
landslinum
leggur afturat, at tað er
altíð stuttligt at vinna, og
tí hevur ein slíkur dystur
sum finalan móti sandoy-
ingum eisini nakað at
siga.
John hevur seinasta
hálvárið leikt við Holste-
bro í Danmark, sum flutti
út úr triðbestu donsku
deildini. Eftir summarfrí-
tíðina fer John at spæla
við Skive í danmarkar-
seriuni, sum hann eisini
leikti við í 1994/95, tá ið
hann las í Skive.
tn
Nr. 124 • leygardagur • 2. juli 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
B68 gjørdi bart
Símun Hansen hjá B71 og Kristian Anton Andreasen hjá B68
dystast um bóltin.
Mynd: Álvur Haraldsen
John Petersen skoraði eitt
av málunum, tá ið B68
hóskvøldið vann greiðan 5-
1 sigur á B71 í finaluni í
kappingini um FSF-steypið
Mynd: Álvur Haraldsen
B71-B68 1-5(0-2)
0-1 Øssur Hansen 25.
0-2 Jóan Petur Poulsen 45.
0-3 Jóan Petur Poulsen 54.
0-4 John Petersen 65.
1-4 Clayton Soares 70.
1-5 Øssur Jacobsen 85.
B71: Símun Rógvi Hansen - Bergleif Sólsker, Eirikur
Poulsen, Kári Sørensen, Hanus Clementsen - Gert
Lydersen(Gudmund Nielsen 54.), Magnus Olsen (Ják-
up Sørensen 58.), Eli Hentze, Símin Hansen (Mikkjal
Hentze 77.) - Clayton Soares, Tummas Pauli Olsen
B68: Albert Sævarsson - Alex Troleis(Jóhan D.
Højgaard 74.), Ovi Magnussen, Arnbjørn Daniel-
sen, Jákup Eli Olsen - Kristian Anton Andreassen
(Fabricio Borges 83.), Jann Ingi Petersen, Bogi Pet-
ersen, Øssur Hansen - John Petersen(Øssur Jacob-
sen 80.), Jóan Petur Poulsen
GK: Gert Lydersen, Clayton Soares, Símin Han-
sen, Kári Sørensen - Jákup Eli Olsen, Ovi Magnus-
sen, Jann Ingi Petersen
Dómari: Georg Rasmussen
FAKTA UM FSF-STEYPIÐ
Gott lag var á toftamonnum eftir sigurin í kappingini um FSF-steypið í Gundadali hóskvøldið.
Mynd: Álvur Haraldsen