leygardagur 2. juli 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 124 - 2. juli 2005
B36 hevur fingið
tríggjar útisetar at
styrkja um liðið, og
báðir venjararnir
rokna við tættari
uppgerð, tá ið bestu
kvinnuliðini bresta
saman seinnapartin
KVINNUFINALA Í
FÓTBÓLTI
Jóannes Hansen
Klokkan trý seinnapartin í
dag bresta B36 og KÍ
saman í kvinnufinaluni,
sum verður á Tórsvølli.
Talan er um tey bæði liðini,
sum eru ovast á støðu-
talvuni í landskappingini.
B36 hevur styrkt um liðið
við trimum spælarum, sum
áður hava spælt í B36, og
sum
nú
búleikast
á
flatlondum, har tær eisini
spæla fótbólt. Talan er um
Sólvá Joensen, Rakul N.
Joensen og Mariu Vang.
- Spælararnir hava ynskt
at fáa hesar at hjálpa til, og
tí havi eg eftirlíkað. Allar
hava vant saman í vikuni,
og vit trúgva uppá, at tað
hesa ferð verður møguleiki
at geva KÍ góða mótstøðu,
sigur Jacob Thomsen, sum
er venjari hjá B36.
Í før var talan um
moralsku finaluna, tá ið
B36 og KÍ hittust í hálvfin-
aluni. Í Gundadali endaði
tað málleyst, og í Klaksvík
vann KÍ 3-1. Finalan hjá KÍ
ímóti
EB/Streymi
var
avgreiðslusetningur.
- Halltóra Joensen, sum
er vandamikil álopsspælari,
hevur verið nógv skaða-
plága, men nú er hon betri
fyri. Harmuligt er tað, at
Elsubeth Jónsson er so
nógv plágað av skaða í
knænum. Hon er annars
fínur spælari. Men tað
verður torført at vinna á KÍ.
Tær eiga nógvar fínar spæl-
arar, og tær eru vanda-
miklar frammanfyri málin-
um. Okkara skulu vera
savnaðar um uppgávuna
alla tíðina. Ella fer tað als
ikki at bera til. Tað sóu vit,
tá ið vit taptu 4-2 ímóti
teimum í Gundadali. Í
Klaksvík gekst betri, tí tá
endaði tað 1-1 í landskapp-
ingini,
sigur
Jacob
Thomsen.
KÍ hevur vunnið steypa-
kappingina
fimm
tey
seinastu árini. KÍ venjarin,
Jón Harald Poulsen, hevur
gott mót.
- Eg vænti, at mótstøðan
verður stór, og eg haldi, at
tað er ein fyrimunur hjá
okkum, at spælararnir hava
so nógvar royndir frá
týdningarmiklum dystum,
bæði heima á landi og í
Europa Cup og á landslið-
num. Vit hava hoyrt, at tær
hava styrkt um liðið. Tað
hava vit eisini fleiri ferðir
áður upplivað í steypafinal-
um, tá ið HB hevur styrkt
seg, men ofta hevur tað
kortini hilnast væl hjá
okkum.
Eru tit væl fyri?
- Una Olsen og Birgith
Ryan hava verið skaðaplág-
aðar. Um tær vera førar fyri
at spæla, fáa vit at síggja
undir venjingini í kvøld,
segði Jón Harald Poulsen á
middegi í gjár.
KÍ venjarin vónar, at
trúgvu áskoðararnir fara at
fylgja teimum í Gundadal.
Liðið ger ikki stórvegis
hóvasták burturúr, hóast
talan er um finalu.
- Vit fara úr Klaksvík so
seint, sum tað ber til. Vit
ætla at koma í Gundadal
ein stóran tíma undan
dystarbyrjan. Í staðin fyri at
bíða í Havnini eru royndir-
nar hjá okkum, at tað er
best at vera við hús so
leingi, sum tað ber til, og so
fáa vit at síggja, hvussu tað
fer at roynast hesa ferð,
sigur KÍ venjarin, sum
gleðir seg at dystast ímóti
góðum B36 liði, sum
saman við KÍ eigur nógv
tann størsta partin av lands-
liðnum, sum í næstu viku
fer til Hetlands at kappast á
Oyggjaleikunum.
- Tað halda vit í Klaksvík
er nógv hugaligari, enn tað
hevur verið, tá ið tað
frammanundan næstan hev-
ur verið greitt, at vit fóru at
vinna.
Í Fuglafirði og í
Klaksvík iðra teir seg
um mistøk í verjuni
og lítla úrtøku í hin-
um endanum, og báð-
ir partar vóna, at
gongdin skal vendast
í stevnudystinum í
kvøld
ÍF-KÍ
Jóannes Hansen
Tað verður botnuppgerð í
Fuglafirði í kvøld. Eftir
fjúrtan umfør er ÍF aftast.
Um tað eydnast teimum at
fáa fulla úrtøku ímóti
klaksvíkingum, so kunnu
teir lyfta seg eini fýra pláss,
og so verður KÍ aftast.
- Sum heild var eg nøgd-
ur við hugburðin og avrikið
ímóti B36. Trupulleikarnir
hjá okkum vóru eyðsýndir.
Vit høvdu fleiri upplagdar
málmøguleikar, sum vit
ikki megnaðu at fáa úrtøku
burturúr, og í hinum endan-
um gjørdu vit tvey mistøk,
sum teir fingu fulla úrtøku
burturúr. Tað var munurin á
B36, sum er oddalið, og ÍF,
sum er botnlið, staðfestir ÍF
venjarin, Petur Simonsen.
Hann staðfestir, at tað
tykist vera tungt at lyfta sær
aftur, eftir at tað leingi
hevur gingið minni væl.
- Eg rokni við, at tað
hevði lyft liðnum nógv, um
vit eina ferð aftur megnaðu
at vinna, og eg haldi, at vit
eiga at hava møguleikan
ímóti KÍ.
Men tit taptu 3-0 ímóti
teimum á heimavølli fyri
ikki so langt síðani?
- Tá vóru klaksvíkingar
ágrýtnir, og teir lumpaðu
okkum taktiskt. Tað ætla vit
ikki skal endurtaka seg
hesa ferð.
Hanus Eliasen noyddist
av vøllinum við nógvari
pínu í arminum mána-
kvøldið. Í fyrstu atløgu
vóru teir bangnir fyri, at
armurin ella ælbogin vóru
brotin. Men Hanus var aftur
til venjingar mikukvøldið.
Teir rokna við, at talan var
um toygnað liðband, og tað
er ikki útilokað, at Hanus
verður við í kvøld.
Gunnar Nielsen hevur í
tríggjar
vikur
verið
skaðaplágaður. Hann vandi
mikukvøldið, og tað er ikki
útilokað, at hann verður við
í kvøld.
Veteranar við aftur
Í Klaksvík hava teir gott
gamalt við til Fuglafirðar.
Niclas Niclassen og fugl-
firðingurin í Klaksvík,
Høgni Madsen, eru leik-
bannaðir, og Marek Wierz-
bicki, sum var vinstri vong-
verji í Vági, hevur trupul-
leikar við brákaðum rivi.
Jan Joensen og Harley
Bertholdsen, sum ikki hava
vant í ár fyrrenn fyri einari
viku síðani, eru báðir við í
KÍ hópinum í kvøld, og tað
tykist ikki lítið sannlíkt, at
teir vera imillum teir fyrstu
ellivu.
- Vit fingu ein orduligan
lúsing, tá ið vit taptu 5-1 í
Vági. Hóast stórtapið, sum
gjørdist veruleiki síðsta
lítla korterið, so var eg í
stórum pørtum av tíðini
nøgdur
við
hugburðin.
Trupulleikin hjá okkum var
tann sami, sum fuglfirðinar
siga seg hava. Meðan vit
framvegis vóru væl við,
høvdu vit risa møguleikar
at fáa mál, men vit mis-
nýttu, og í hinum endanum
fingu
teir
mál
uppá
møguleikar, sum avgjørt
ikki eiga at koma fyri í
bestu deildini, sigur KÍ
venjarin Oddbjørn Joensen.
Í fyrstu royndini eftir at
Oddbjørn Joensen hevði
tikið ábyrgdina av KÍ
liðnum á seg, vunnu teir
sannførandi í Fuglafirði.
Hvussu bar tað til?
- Kanska vóru fuglfirð-
ingar ikki so væl fyri júst
tá, men eg haldi, at okkara
vóru óførir, og teir spældu
eisini fínt, tá ið vit vunnu á
heimavølli ímóti TB. Síðani
hava vit havt trupulleikar
við fólki, og soleiðis er tað
eisini hesa ferð. Men
kanska fer tað at batna.
Mánadagin fáa vit verju-
kendan danskara, Eyðun
Klakstein er um at koma
fyri seg aftur, og um ein
mánað
verður
Símun
Joensen við aftur. Tað
kennist eitt sindur huga-
ligari. Men vit mugu hvørja
ferð stríðast við tí fólkin-
um, sum er tókt, og eg havi
álit á, at spælararnir fara at
leggja alt tað fyri í Fugla-
firði, sum teir megna, sigur
Oddbjørn Joensen.
Nú verður talan um rætta finalu
Báðir partar renna undan
botninum