Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-02, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. juli 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 124 - 2. juli 2005 21 Hagtølini skulu gerast til einkis Skálamenn fara at gera enn eina roynd at sleppa av við keði- ligu hagtølini, sum siga, at teir ongantíð hava fingið stig ímóti NSÍ SKÁLA-NSÍ Jóannes Hansen Tað er óreingiligt. Hóast tað hevur gingið sum eftir ánni hjá skálamonnum í fjør og í ár, so hava teir higartil ongantíð fingið stig ímóti grannunum hinumegin fjørðin. - Eg veit ikki, hví tað er soleiðis. Vit vilja vinna á teimum, og tað fara vit eisini at gera alt okkara fyri at gera sunnudagin. Men higartil hava teir havt takið á okkum, stað- festir Bogi Gregersen. Løsturin í lærinum, sum noyddi hann út, tá ið teir spældu ímóti B36, vitjaði aftur í Finnlandi. Í gjár- kvøldið skuldi Bogi royna at venja fyri fyrstu ferð í hesi vikuni. Fleiri skálaspælarar hava vitjað hjá fysiotera- peutinum í vikuni, men tað verður vónað, at teir allir vera tøkir í morgin. Tá ið Skála vann ímóti HB í Havnini var Iulian Florescu leikbannaður. Hann verður við aftur í morgin. - Skála er ivaleyst tað liðið sum í løtuni vísir besta fótbótlsspælið. Tað verður torført hjá okkum, men vit hava gott mót, og hugburðurin er góður undan stóru avbjóðingini, sigur NSÍ venjarin, Trygvi Mortensen. Ungu spælararnir í NSÍ hava staðið seg væl sein- astu ferðirnar, so kapp- ingin um plássini er stór. Veteranarnir Sjúrður Jac- obsen og Gert Langgaard eru framvegis skaddir. Kári Hansen hevur roynt at venja aftur, og allir hinir eru tøkir. Tá ið liðini hittust í Runavík vann NSÍ 1-0. vu. tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 B36 14 8 - 5 - 1 20 6 14 29 2 HB 14 9 - 1 - 4 35 16 19 28 3 Skála 14 7 - 5 - 2 29 16 13 26 4 NSÍ 14 5 - 6 - 3 21 17 4 21 5 EB/Streymur 14 4 - 6 - 4 15 22 -7 18 6 KÍ 14 4 - 2 - 8 21 26 -5 14 7 GÍ 14 4 - 2 - 8 18 24 -6 14 8 TB 14 3 - 5 - 6 13 21 -8 14 9 VB 14 4 - 2 - 8 15 24 -9 14 10 ÍF 14 3 - 4 - 7 16 31 -15 13 Dystir um vikuskiftið Formula-deildin 02.07 ÍF-KÍ Georg Rasmussen 03.07 VB-HB Dagfinn Olsen 03.07 Skála-NSÍ Birgir Sondum 03.07 GÍ-TB Petur Reinert 03.07 B36-EB/S Suni Johansen Steypakappingin, kvinnur 02.07 KÍ-B36 Ransin Djurhuus Stór kapping um miðvøllin Hjá EB/Streymi eru báðir sentralu mið- vallararnir burturi, meðan tveir av lykla- spælarunum á B36 miðvøllinum eru tøk- ir aftur B36-EB/STREYMUR Jóannes Hansen B36 er oddalið, og í morgin skulu teir syrgja fyri ikki at kiksa á heimavølli ímóti EB/Streymi, sum fyri tveimum árum síðani oyðilegði FM møguleikan hjá B36. Ta ferðina endaði B36 fýra stig aftanfyri meistararnar úr HB, og tað árið misti B36 seks stig ímóti EB/Streymi! Í triðja umfarinum í ár vann B36 1-0 í Gundadali ímóti EB/Streymi. Mána- kvøldið vóru teir í B36 tryggir í Fuglafirði, og hvat manning viðvíkur, eru teir uppaftur betri fyri hesa ferð. Mikkjal Thomassen og Ingi Højsted, sum fyri tað mesta hava verið sentr- alir miðvallarar, eru tøkir aftur eftir leikbann. Tað gevur venjaranum, Sigfríða Clementsen, positivan trupulleika. Niels Joensen varð innskiftur mánakvøld- ið, og tað vil siga, at B36 hevur í minsta lagi sjey og kanska fleiri kvalifiseraðar til miðvallarplássini. Hjá EB/Streymi hava teir ikki so nógv fólk at taka av. Tí rakar tað serliga meint, at báðir teir sentralu mið- vallararnir nógvu tær sein- astu ferðirnar, Knút Vestur- tún og Marni Djurhuus, ikki eru tøkir hesa ferð. Liðformaðurin, Knút Vest- urtún, sum hevur verið sera drúgvur, er leikbannaður, og Marni Djurhuus, sum altíð arbeiðir nógv, fekk ein løst í fótin undir venjing týskvøldið. René Tórgarð hevur vant nógv við EB/Streymi sein- astu vikurnar, og fyrsta ferðin, at hann hevur loyvi at verja málið í landskapp- ingardysti, verður ímóti barndómsfelagnum, B36. GÍ skal siga takk fyri seinast Bæði á Tvøroyri og í Gøtu snýr tað seg um at fáa úrtøku, sum kann vera við til at lyfta liðnum burtur úr botninum GÍ-TB Jóannes Hansen Tvørámenn fara enn eina ferð í Eysturoynna at royna eftir stigum. Higartil í ár hava teir verið í Eysturoy fýra ferðir, og hóast avrik- ini hava verið á einari leið, so hevur tað bara eydnast at fáa eitt stig - ímóti NSÍ. TB vann 3-0 á GÍ á heimavølli í 9. umfarinum, og tað vilja gøtumenn ikki hava sitandi á sær. Í Gøtu hevur fótbóltsprátið í hesi vikuni eitt nú snúð seg um, at tað var harmuligt, at teir misnýttu brotsspark í síðstu løtu í Runavík og harvið søplaðu tvey stig burtur. - Men tað kunnu vit ikki brúka til nakað nú. Vit skulu eisini minnast til, at okkara málverji bjargaði brotssparki hjá NSÍ, sum væl kundi havt vunnið, um teir høvdu skorað úr ellivu metrum, heldur Pauli Jarn- skor, hjálparvenjarin hjá GÍ. Hann ásannar, at tað verður strevið ímóti væl skipaða TB, og at tað er neyðugt við fullari úrtøku fyri at sleppa leysur av botninum. Súni Olsen var leikbann- aður í Runavík. Nú er fasti brotssparksskjúttin tøkur aftur. Símun Louis Jacob- sen hevur ikki vant í vikuni orsaka av snuddi. Í gjár var ikki greitt, um hann verður førur fyri at spæla í morgin. TB skal halda til á Svangaskarði í nátt. Ofta hevur kortrúgvan verið stór hjá teimum, sum stríðast fyri at sleppa undan niður- flyting. Tað vita teir alt um á Tvøroyri, men í ár hava teir fingið ógvuliga fá kort, og allir teir, sum hava spælt seinastu ferðirnar, vera í kvøld við á ferðini norður um fjørðin. HB hevur knívin á barkanum VB hevur fingið luft undir veingirnar seinastu ferðirnar, og teir hava fyrr í ár vunnið á heimavølli ímóti meistarunum VB-HB Jóannes Hansen Vágbingar vunnu 10. apríl í 3. umfarinum 1-0 á HB á Vágseiði. Síðani gekk leingi illa hjá VB, sum eftir fyrstu ellivu umførini hevði skorað seks mál. Nú hava teir í trimum umførum skorað níggju mál. Allir vágbingarnir eru tøkir, og Dan Djurhuus, sum fyrstu ferð spældi við VB í 1996, fer sambært VB heimasíðuni í morgin at umboða felagið fyri 100. ferð í morgin. Hann hevur í seinastu fimm dystunum skorað fýra mál. Í HB eru allir spælararnir tøkir uttan Jákup á Borg, sum er leikbannaður. Báðir venjararnir hava verið burt- uri í hesi vikuni. Heine Fer- nandez er á venjaraskeiði í Danmark, og hann verður ikki við í Vági. Hjálpar- venjarin, Albert Ellefsen, hevur verið í Litava og hugt eftir Kaunas, sum HB skal spæla ímóti í Europa Cup á heimavølli 13. juli. - Nú mugu vit í fyrstu at- løgu gloyma altjóða luttøk- una og hava fokus á av- bjóðingini í Vági. Vit taptu trý stig í mun til B36 í trettanda umfarinum, og eg rokni ikki við, at B36 fer at missa stig í vikuskiftinum. So vit hava knívin á bark- anum undan ferðini til Vágs. Men vit hava gott mót, sigur HB liðformað- urin Rúni Nolsøe. Tað er ikki á hvørjum ári, at HB tapir tveir lands- kappingardystir á rað. Síðst teir vóru úti fyri tí var í 2001. Tá taptu teir í 12. umfarinum 3-2 í Gøtu, og so taptu teir 19. august í 13. umfarinum 2-0 - í Vági! Hagtølini hesa ferð peika á nakrar óvanliga greiðar favorittar til dystirnar um vikuskiftið. Soleiðis tykist nærum eingin ivi vera um, at ávíkavist KÍ, NSÍ, TB og B36 skulu fáa fult um vikuskiftið, meðan tað hinvegin stendur sera javnt millum VB og HB, tá dystast verður á Eiðinum. Hagtøl eina flyta tó eingi stig í ársins útgávu av fótbóltslandskappingini, og tí verður sjálvandi spennandi at síggja útfallið, nú hagtølini skulu standa sína roynd. Hvussu er og ikki, so vísir talvan, hvussu tað hevur hilnast, tá mótstøðuliðinin sunnudagin hava dystast í tilsvarandi dystunum seinastu 10 árini. -jm Greið tala