Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-02, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. juli 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 124 - 2. juli 2005 Róðrarsambandið hevur biðið allar manningarnar møta til fundar klokkan eitt í dag. Endamálið er at skapa álit og at betra um samskiftið millum manningar- nar og teir, sum hava ábyrgd av róðrinum, sigur kappingar- leiðarin VARMAKAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Í dag er fjórði FM kappróð- urin á skránni. Hann verður á Varmakeldustevnuni í Fuglafirði, og tað verða allar árar lagdar í sjógv fyri at fáa eina so góða og skjóta kapping, sum tað á nakran hátt ber til. - Tað er eingin loyna, at vit hava fingið nógv oman yvir okkum henda fyrsta kappingarmánaðin. Vit royna at gera okkara besta, og so vóna vit, at tað í dag fer at eydnast at avgreiða róðrarnar so væl, sum tað á nakran hátt ber til. Fyri at tað skal bera til at fara undir FM róðurin klokkan trý, hava vit gjørt av, at tað skal farast undir barna- róðrarnar klokkan hálvg- um tvey, sigur Hans Dávid Hansen, kappingarleiðari í Róðrarsambandinum. Róðrarsambandið hevur boðað tveimum umboðum fyri allar manningarnar, sum skulu luttaka í róðrin- um, til fundar í Fuglafirði klokkan eitt seinnapartin í dag. - Høvuðsdómarin, start- dómarin, máldómarin og umboð fyri RSF vera við á fundinum. Endamálið er at styrkja um álitið millum tey, sum kappast og tey, sum skipa fyri. Hvat fara tit at siga rógvarunum? - Millum annað at tað er alneyðugt, at manningar- nar beinanvegin virða tað, tá ið flaggið fer upp, sum boðar frá, at nú skulu bát- arnir fara til startboyurnar, og at dómararnir ikki fer at skjóta, fyrrenn at alt er klárt. Eingin ivi skal vera um, at allir partar í góðum samstarvi eru sinnaðir at fáa róðurin avgreiddan ábyrgdarfult og so skjótt, sum tað á nakran hátt ber til. Tað er hetta, sum vit ynskja at tosa og samstarva við manningarnar um, sigur Hans Dávid Hansen. Fuglfirðingar nýggjan start Týskvøldið vóru umboð fyri RSF saman við start- dómara, máldómara og høvuðsdómara í Fuglafirði og tosaðu við lokalu ábyrgdarpersónarnar um róðurin, sum skal vera í dag. - Nevndin í felagnum er nýggj og ágrýtin, og at hjálpa sær við tí praktiska hava teir góðar stuðlar, sum ofta hava verið í leik- um áður. Fuglfirðingarnir hava í sambandi við stevn- una gjørt nýggjan fastan start, sum vit fara at nýta hesa ferð. Er tað ikki eitt sindur váðið at royna nýggjan start í FM kapping? - Í skapi er hann ikki so nógv øðrvísi enn teir báðir, sum vit higartil hava havt. Men hann er smidligari. Gomlu startirnir eru 15-18 millimetrar. Nýggi startur- in er 10 millimetrar, og so er hann eisini úr sterkari tilfari. Tað ber við sær, at hann verður lagaligari at fáast við. Eitt nú verður tað lættari at sleipa hann í sambandi við flytingina frá 1000 metrum og úteftir, sigur Hans Dávid Hansen, sum inniliga vónar, at talan verður um góða, skjóta og siðiliga kapping. - Tað er hásummar, og veðrið er gott. Streymurin er heldur ikki so galin, so tað er nógv, sum talar fyri, at kappingin skal ganga væl. Nevndin rør Í Fuglafirði hevur kapp- róðurin ikki havt tað nakað serligt seinastu nógvu ár- ini. Nýgg nevnd varð vald í heyst, og Bárður Rasmus- sen er 20 ára gamalur for- maður. Saman við tveim- um øðrum nevndarlimum er hann við til at manna 6- mannafarið Fuglfirðing. - Vit hava gjørt tær fyri- reikingarnar, sum skulu gerast frammanundan. Undir FM kappingini mugu vit savna okkum um róðurin, men tað bilar einki fyri sjálva kappingina, tí vit hava ógvuliga góðar og royndar menn at standa fyri, sigur Bárður Rasmus- sen. Í Fuglafirði hava teir ásannað, at tað er neyðugt við nýggjum bátum, um áhugin skal økjast. Teir ætla at fáa nýtt 5-mannafar og 6-mannafar. Heitt er á Sámal Hansen um at smíða bátarnar, og teir vóna, at nýggj Erla Kongsdóttir verður tøk næsta kapp- ingarár. 1000 metra málið í Fuglafirði er úti við Breiðá, 1500 metra málið er nakað innanfyri Toftanes, og 2000 metra málið er nakað uttanfyri Toftanes. Nýggjur startur skal roynast í Fuglafirði Formel 1 kemur heim til Evropa Motorítróttin fekk eina stóra skeinu í Indianapolis, og tí skulu bæði lið - og ikki minst dekkfram- leiðarar - í holt við at polera sítt »image« Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Tá formel 1 sirkusið kemur aftur til Evropa á Magny Cours breytini í Fraklandi hetta vikuskiftið, er tað ein ítróttargrein við einum álv- arsligum imagetrupulleika. Tann sera ófantaligi atburð- urin hjá Michelin liðunum í USA verður seint gloymd- ur, og á Michelin fabrikkini er skommin ófatilig. At senda øll sjey liðini, sum brúka Michelin dekk til USA við vandamiklum dekkum, er ófyrigeviligt. Serliga tá hugsað verður um, at talan er um tvey ym- isk sløg av dekkum til hvørt liðið. Atburðurin hjá liðunum hevur fingið Motorkoyr- ingarfelagskapin FIA at døma liðini fyri at hava brotið reglugerðina fyri formel 1 í tveimum førum; fyrst fyri ikki at hava nýti- lig dekk við, og í seinna føri fyri ikki at hava tikið lut í koyringini í Indiana- polis. Enn er eingin revsing givin, men hon verður kunngjørd í september. Her kann bæði gerast talan um frádøming av stigum og um bøtur. Men hvør vinnur á Magny Cours? Hetta er ein opin spurningur, og aftur hetta vikuskiftið eru boðini nógv. Formel 1 árið 2005 er avgjørt tað mest spennandi í nógv ár. Hóast Fernando Alonso og Kimi Räikkönen eru á odda í kappingini um heimsmeistaraheitið, kann vinnarin av hesi koyringini eita Fissichella, Montoya, Barrichello, Schumacher, Trulli, Heidfeld, Webber, Button ella Coulthard, uttan at nakar gerst serliga kløkkur. Toyota fekk fyrstu byrj- anarstøðu seinast og tykist at hava funnið ferðina aftur eftir nakrar slakar koyring- ar. Eisini Ferrari, sum vunnu koyringina seinast, eru svangir og ætla sær at vísa, at teir eisini duga at vinna, tá ið aðrir bilar eru á breytini. BAR-Honda hava gjørt stór framstig, og tað er beinleiðis ein vanlukka fyri liðið, at tað liggur aftast í kappingini við ongum stigum. BAR-Honda hevur eina tí størstu fíggjarætlan- ina í formel 1, og liðið gjørdist nummar tvey í kappingini í fjør, so hetta kann als ikki góðtakast. Stjørnukoyrarin hjá liðn- um, bretin Jenson Button, er ivaleyst um at gerast grá- hærdur av at stúra fyri framtíðini. Hann skal velja, um hann næsta kappingarár skal koyra fyri BAR-Honda ella Williams. Williams hava í farnu viku mist fyrstarættin til motorar frá BMW. Hetta hendi, tá BMW keypti Sauber liðið. Williams eru uttan iva í samráðingum við onkran annan motorframleiðara. Men tað sær ivasamt út, um liðið verður topplið kom- andi kappingarár. Allir teir fremstu motorframleiðar- arnir eiga ella eiga lut í fel- øgunum, sum teir lata mot- orar til. So Jenson Button koyrir nú fyri at tryggja sær eitt setur í einum toppliði, og ein sigur hetta viku- skiftið kann verða eitt stórt stig á vegnum. Michael Schumacher vann í fjør og hevur tislam- ans vunnið hesa koyring sjey ferðir. Hvør vinnarin verður í ár, síggja vit sunnudagin, og tað verður uttan iva ein spennandi koyring. Um fronsku koyringina á Magny Cours Umferðir: 70 Breytarlongd: 4,411 Skjótast umferð: Michael Schumacher(Ferrari), 1 m 15,377 s Longdin á koyringini: 308.586 Núverandi koyrarar sum hava vunnið á Nürburgring: Michael Schumacher 1994(Bennetton Ford), 1995(Bennetton Renault), 1997, 1998, 2001, 2002, 2004(Ferrari) - David Coulthard 2000 (McLaren-Mercedes), Ralf Schumacher 2003(Williams-BMW) Kelda www.forix.com FAKTA