Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-02, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. juli 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 124 - 2. juli 2005 23 Almanna- og heilsumálaráðið Avloysari fyri deildarleiðara í Almanna- og heisumálaráðnum Eitt starv sum avloysari fyri deildarleiðara á Tænastueindini í Almanna- og heilsumálaráðnum verður við hesum lýst leyst til setan í tíðarskeiðnum 1. september 2005 -1. apríl 2006 ella eftir nærri avtalu. Talan er um leiðarastarv fyri stápseind við beinleiðis tilvísing til aðalstjóran. Høvuðsuppgávur: Deildarleiðarin hevur yvirskipaðu ábyrgdina av: • Umsitingini av húsinum, harundir innanhýsis broytingar og uttanhýsis viðlíkahald. • Móttøkuni/vekslaranum. • Journal/Post. • Bóka- og lógarsavninum. • Samskiftinum úteftir við Løgtingið, Løgmansskrivstovuna og Innlendis- málaráðið, tá talan er um lógir og kunngerðir. • Aðrar fyri starvið viðkomandi uppgávur. Fyrimun hevur umsøkjari sum hevur: Skrivstovuútbúgving, vitan um almenna fyrisiting. Kunnleika til arbeiði við lógar- og kunngerðararbeiði. Kunnleika til journalisering og Doculive journalskipan. Kunnleika til EDV. Løn og setanartreytir: Setanarøkið er Almanna- og heisumálaráðið við tilhoyrandi stovnum umframt Løgmansskrivstovan og hini stjórnarráðini. Lønar- og setanartreytir verða samsvarandi sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið. Starvið er flokkað í lønarflokki VI. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hansu Sørensen, deildarleiðara, tlf. 30 40 50. ella teldupost ahr@ahr.fo Umsóknir: Umsókn við avriti av prógvum, C.V. o.ø. skulu sendast til: Almanna- og heilsumálaráðið att. Starvsfólkadeildin Eirargarður 2 FO-100 Tórshavn Umsóknarfreist: 5. august 2005, kl. 12:00. i