leygardagur 2. juli 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hús til sølu
Vegna Føroya Skiftirætt verður ognin matr. nr.
204, Kollafirði seld, um hóskandi boð fæst.
Grundøkið er 786 m2.
Talan er um eini gomul hús í kjallara, stovu- og
loftshædd. Húsini eru upprunaliga bygd í seinnu
helvt av nítjandu øld.
Kjallarin og miðhædd eru hvør uml. 68 m2 til
víddar. Loftið er uml. 30 m2 til víddar. Í
kjallaranum eru tvey rúm innrættað. Partur av
kjallaranum er ikki fult útgrivin.
Stovuhædd: Durur, lítið wc v/brúsu og vaski,
køkur við eldri innrætting, 3 kømur og stova.
Loftshædd: Trappuuppgongd, gongd og 3
kømur.
Frítt er frammanfyri húsini, og útsýni yvir fjørðin.
Nærri upplýsingar um ognina fáast frá
undirritaða.
Tað stendur skiftirættinum frítt at velja millum
innkomin tilboð og til ongum at taka av.
Advokatskrivstovan
Fr. Petersensgøtu 9 · Tórshavn
Tlf. 311145
att: Fríða Patursson, adv.
Sethús ynskjast
til keyps
Vegna starvsfólk á Náttúruvísindadeildini verður
søkt eftir sethúsum til keyps í Suðurstreymi.
Áhugað verða biðin um at seta seg í samband við
Hans Paula Joensen á Náttúruvísindadeildini, tlf.
352558