leygardagur 2. juli 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Enn eru nógv hús í
Føroyum, ið ikki eru
bjálvað, ella hava ov
vánaliga bjálving.
Hetta hevur nógv at
týða fyri trivnaðin
inni, men serliga
nógv at siga fyri olju-
nýtsluna
BJÁLVING
Snorri Brend
Sum gongdin er í dag, har
oljuprísirnir bara hækka, er
nógvur peningur at spara,
um húsini eru væl bjálvað.
Tað kann tykjast mong-
um ein tvørlig uppgáva at
fara undir at bjálva húsini.
Mong hugsa um at skræða
klædning og veggir niður
fyri at sleppa framat, men
hetta er als ikki neyðugt.
Øll hús kunnu nú bjálvast
uttan stórvegis hóvasták.
Tað tekur bert tveir til
tríggjar dagar. Og so er tað
bæði bíligt og dygdargott.
Glasull og steinull
HÚSABJÁLVING hevur
maskinur, ið snøgt sagt
blása ull inn í veggirnar
millum skins og hold,
omaná loft og í gólv mill-
um hæddir.
Arbeiðið fer fram á tann
hátt, at hol verða borað í
veggirnar ella gólvini. Hol-
ini eru uml. 8 cm. í dia-
metur og verða borað við
60 — 100 cm. millum.
Síðani verður steinull við
luft blást inn í holini. At
enda verða proppar settir
aftur í holini, so lítið og
einki sæst eftir arbeiðið. Til
ber at bjálva uttanífrá ella
innanífrá, bæði timburhús
og betonghús.
Hetta er ein sera góður
háttur at bjálva húsini uppá,
og sum eisini er nógv nýtt-
ur í londunum rundan um
okkum.
Tilfarið, ið nýtt verður, er
vælkenda og vælumtókta
íslendska steinullin, men
um viðskiftafólk heldur
ynskja glasull, er tað eisini
ein møguleiki.
Sparingar
Spurt verður ofta um,
hvussu nógv er at spara,
eftir at ein hevur fingið
húsini bjálvað.
Sum tummilfingurregul
kann ein siga, at um húsini
frammanundan eru óbjálv-
að, minkar oljunýtslan til
upphiting millum ein trið-
ing og eini helvt. Hetta vil
siga at íløgan er spard inn
aftur eftir 3 — 5 árum.
Steinull bjálvar eisini væl
móti ljóði og er sera hald-
góð móti eldi.
Hetta vil so aftur siga, at
eini vælbjálvað hús eru
bílig at reka, hugnalig, frið-
arlig, tryggari og vaksa í
virði.
Nr. 124 - 2. juli 2005
25
Hús
snorri@sosialurin.fo
Heim
&
Tað loysir seg at bjálva húsini
Ein runnu kann
elva til granna-
klandur
Tøl frá norska Konflikt-
rådet vísa, at grannar
klandrast líka illa í ár
sum teir gjørdu í fjør.
Higartil í ár hevur ráðið
verið við í seming í 198
málum, og tað eru eins
nógv og í fjør. Flest mál-
ini koma ikki út til al-
menningin,
men
eitt
teirra – tá ein lyfti Mer-
cedes-bilin hjá grann-
anum upp í ein runn –
fekk kortini nógva um-
røðu í norskum fjølmiðl-
um. Flestu málini enda
sum eitt langt kríggj, -
ella í Konfliktrådet.
Tey 24 málini, sum
ráðið í Oslo hevur við-
gjørt í ár, snúgva seg í
flestu førum um larm frá
børnum og antennur.
Men "klassikarin" við
stríðnum um runnin er
aftur millum málini í ár,
sum hetta dømið vísir:
Eitt húski byrjaði at
argast inn á, at runnurin
ella runnagirðingin hjá
grannanum ikki var nóg
vøkur, so tey kliptu bara
runnin niður. Grannin
setti ein nýggjan runn
niður, men sum hini
skjótt kliptu niður. So-
leiðis hildu tey á í áravís
við
gróðurseting
og
klipping. At enda tók
húsbóndin motorsagina
fram og við harðari hond
klipti runnin hálvan.
Eftir tað kom løgreglan
upp í leikin, og síðani
endaði málið í Konflikt-
rådet.
Uppgávan hjá ráðnum
var her at fáa frið og
semju í lag millum part-
arnar. Í hesum førinum
eydnaðist at fáa allan
runnin tiknan burtur, so-
leiðis at grannarnir í
felag kundu gróðurseta
ein nýggjan runn sum
varð felags ogn.
Ikki óvæntað hava hes-
ir báðir grannarnir í dag
góð viðurskifti hvør við
annan.
- Teir verða helst aldrin
bestir vinir, men teir eru
vorðnir nóg góðir grann-
ar til at kunna búgva lið
um lið, og hava lagt hesa
søguna í gloymibókina,
sigur Gro Rossland, sum
er leiðari í Konfliktrådet
í Oslo.
Royndir menn
Húsabjálving hevur 25 ára royndir innan bjálving, og við
nútímans útgerð bjóðar virkið seg fram at loysa allar
bjálvingaruppgávur hjá privatum, virkjum og stovnum.
Ynskja fólk fleiri upplýsingar, ber til at ringja 319309/
519309 og fáa eitt prát og ein faldara sendandi. Eisini ber
til at fara inn á heimasíðuna www.veyhe.com og fáa fleiri
upplýsingar.
Feðgarnir, Herleif og Julius Hammer gera klárt til at bjálva enn eini hús. Nógvur peningur er at spara við eini góðari húsabjálving
Mynd: Bárður