leygardagur 2. juli 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 124 - 2. juli 2005
Mikudagin fekk ís-
lendski rithøvund-
urin Ragnheiður
Gestsdóttir handaða
Norðurlendsku
Barnabókavirðislønin
a 2005. Virðislønin
varð latin fyri alt rit-
verkið hjá høvundan-
um, men serliga fyri
ungdómsskaldsøguna
Sverðberinn, sum
kom út síðsta ár
BÓKAVIRÐISLØN
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Íslendska
Ragnheiður
Gestsdóttir hevur skrivað
og myndprýtt bøkur og
frálærutilfar síðani 1984.
Seinnu árini er hon tó
vorðin mest kend fyri sínar
endursagnir av gomlum
íslendskum ævintýrum um-
framt eina røð av bókum
fyri børn og ung.
Tveir heimar
Eins og í nógvum íslendsku
ævintýrunum, er høvuðs-
persónurin í bókunum hjá
Ragnheiður
Gestsdóttir
sum oftast ein genta. Ser-
liga er tað sagnkvinnan
Leda við svananum, sum
gongur aftur í bókunum hjá
høvundanum.
Virðislønta skaldsøgan
Sverðberinn snýr seg um
gentuna Signy, sum liggur í
koma á sjúkrahúsinum eftir
eina bilvanlukku. Hin høv-
uðspersónurin er Leda, sum
er navnið, Signy hevur valt
sær til sín leiklut í einum
lutaleiki, hon og vinfólkini
eru sera upptikin av. Og so-
leiðis verður søgan um
Signy søgd í tveimum løg-
um. Vit fylgja familjuni og
vinunum hjá Signy og
koma at kenna tey, meðan
tey sita við sjúkrasongina.
Samstundis stríðist Leda av
øllum alvi í sínum fantast-
iska ævintýriheimi at fría
álvarnar frá tí óndu ís-
drotningini. Fyrigeving og
dirvið verða týðandi tema í
skaldsøguni, sum er skrivað
í dramatiskari nútíð í einum
filmskendum stíli.
Modernaðir lutaleikir
og sagnir
Ragnheiður
Gestsdóttir
fekk hugskotið til Sverð-
berinn, tá hon helt sonin og
hansara vinmenn vera í so
hugtiknar av einum luta-
leiki, teir kundu sita og
spæla til langt út á nætur-
nar. Ragnheiður vildi fegin
vita, hvat tað var, sum var
so ómetaliga hugtakandi
við at spæla hesar lutaleik-
ir. Og skjótt mátti hon við-
ganga,
at
hesi
spølini
kanska ikki vóru so skaði-
lig, sum hon hevði hildið.
Hon gjørdist sannførd um,
at lutaleikir eru við til at
menna hugflogið hjá teim-
um ungu, serliga tí teir ofta
krevja, at tú lesur gamlar
sagnir og gudalærur. Fyrsti
íblásturin til Sverðberinn
byrjaði at spíra, men tað var
sonurin hjá Ragnheiður,
sum kom við hugskotinum
um at lata høvuðspersónin
liggja í koma fyri á tann hátt
at fáa flættað ein ganda-
kendan heim inn í søguna.
Ragnheiður góðtók hug-
skotið, men setti uppá at
skapa eitt nátúrlig samband
millum gandaheimin og
sjúkrahúsið, har Signy ligg-
ur. Tí valdi hon at brúka
sagnkvinnuna Leda, sum
vanliga sæst við einum
hvítum svana, sum við sín-
um sermerkta sangi kann
vekja menniskju ella fáa
tey at sovna. Í Sverðberinn
verða starvsfólkini í hvítu
kitlunum á sjúkrahúsinum
soleiðis ímyndin av svan-
unum, sum eisini virka sum
hjálparar í gandaheiminum.
Signy stríðist sostatt eitt
stríð um lív og deyð í
tveimum heimum sam-
stundis. Eisini aðrir per-
sónar í bókini hava ein
slíkan dupultan leiklut. Til
dømis er beiggi Signy, sum
er rúsevnamisnýtari, tann
sami, sum tann sovandi
álvakongurin, meðan ís-
drotningin er ein ímynd av
valdinum, rúsevni kunnu
hava á menniskjum.
Vónin
Sjálvt um tað fleiri ferðir
stendur um lív hjá Signy,
yvirlivir hon hóast alt.
Ragnheiður Gestsdóttir er
nevniliga sannførd um, at
hon sum barna- og ung-
dómshøvundur
hevur
skyldu til at halda lív í
vónini. Men alt endar ikki
bara eydnuríkt kortini. Í
bilvanlukkuni fær sjeikurin
hjá Signy so stóran skaða,
at hann endar í koyristóli,
og enn ber ikki til at siga,
um hann kemur at ganga
aftur - møguliga ...
Eitt annað afturvendandi
tema í ritverkinum hjá
Ragnheiður er happing. Í
skaldsøguni Leikur á borði
frá 2000 verður høvuðs-
persónurin Sóley happað í
skúlanum, sjálvt um onki
sum so er "galið" við henni.
Søgurnar hjá Ragnheiður
um happing eru oftast
øðrvísi á tann hátt, at ongin
beinleiðis kann sigast at
vera óreinur. Í eini samrøðu
hevur høvundurin sagt, at
hon er sannførd um, at børn
ikki verða happað, tí tey
síggja øðrvísi út, men tí tey
ikki duga at bíta frá sær, og
verða hangandi í offurleik-
lutinum. Men tað er ein
leiklutur, sum tað ber til at
tveita av sær, so eisini her
er vónin eitt týðandi tema.
Ragnheiður Gestsdóttir
fekk eisini Norðurledsku
Barnabókavirðislønina fyri
sínar myndprýðingar. Hon
myndprýddi sína fyrstu bók
longu sum 18 ára gomul, og
seinni hevur hon lisið list-
søgu á Århus Universitet.
Hennara
tekningar
eru
klárar og einfaldar, og
myndirnar
litríkar
og
vakrar, við einum mynda-
máli, sum altíð leggur upp
til, at børnini sjálvi byggja
sær sínar egnu myndir
víðari frá teimum.
Ragnheiður fekk barnaheiðurin
Norðurlendska Barna-
bókavirðislønin varð latin
fyrstu ferð í 1985.
Seinastu fimm árini hava
hesi fingið virðislønina:
2004 Lene Kaaberbøl,
Danmark
2003 Kristín Steinsdóttir,
Ísland
2002 Thore Hansen,
Noreg
2001 Edward Fuglø,
Føroyar
2000 Bent Haller,
Danmark
Íslendska
Ragnheiður
Gestsdóttir hevur
júst fingið
Norðurlendsku
Barnabókavirðisløn
ina 2005 fyri
ritverkið sum heild
og serliga fyri
ungdómsskaldsøgu
na Sverðberinn