leygardagur 2. juli 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 124 • Vikuskiftið 2.–3. juli 2005
• 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Siðsemi
í ílegugransking
Tinghellan síða 42
SUMMARGESTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Skipari og eigari av
snotuliga seglbátinum
er Toni Strub. Vit
hittu hann umborð á
Little Swan ein fyrra-
part í vikuni, har
hann greiddi frá síni
ferð og upplivingum.
Konan fekk
húsini og
eg fekk bátin
Toni Strub greiðir frá,
at fyri tíggju árum
síðani fóru hann og
konan hvør til sítt.
Tey býttu ognirnar
sínamillum, og konan
fekk húsini, meðan Toni fekk
bátin, sum eisini var kærasta
ognin hjá honum.
Um hetta mundið fekk Toni
tilboð frá arbeiðsgevara sínum,
eini evnafrøðisverksmiðju í
Sidney, um at hann kundi fara
frá fyri aldur eitt sindur fyrr enn
ætlað. Toni tók av tilboðnum, og
tá ið hann hevði umhugsað, hvat
ið hann skuldi fara at gera,
gjørdi hann av at fara á eina ferð
við bátinum hjá sær kring allan
knøttin.
Sum áðurnevnt helt Toni út á
hav í 1996, og undan fráferðini
metti hann, at ferðin fór at taka
eini fimm ár. Nú eru níggju ár
farin, og enn hevur Little Swan
ikki verið aftur í Sidney, men tað
verður hann væntandi komandi
ár, sigur Toni Strub.
Sjálvur hevur Toni nakrar
ferðir verið heima aftur, men tá
hevur hann flogið til Avstralia,
og báturin hevur ligið eftir í eini
ella aðrari havn.
Leiðin gongur vestureftir
Á ferð síni hesi seinastu níggju
árini hevur Toni Strub havt
ymsar manningar við umborð. Í
løtuni eru fýra ungfólk afturat
honum umborð á Little Swan.
Hendan morgunin vit vitja um-
borð, hitta vit tveir ungar mans.
Annar er Ben, sum kemur úr
Onglandi, og hin er danin Lars,
ið er ættaður úr Aalestrup í
Miðjútlandi.
Tað er ikki so langt síðani, at
Toni var heima í Avstralia. Bát-
urin hevur ligið í Danmark í vet-
ur, og av tí at veðrið her á okkara
leiðum ikki loyvir sigling við
seglbáti alt vetrarhálvárið, hevur
Little Swan ligið í Egå beint
uttan fyri Århus, meðan Toni
hevur verið heima í Avstralia.
Men 31. mai legði Little Swan
frá bryggju í Egå, og tá gekk
leiðin móti Noreg. Har hevur
báturin siglt í skergarðinum í
nakrar vikur, og vitjað hevur
verið í eitt nú Kristiansand og
Stavanger. Úr Noreg var kós sett
móti Føroyum, men veðurlíkind-
ini vóru ikki av teimum bestu, og
tí steðgaði Little Swan eisini eina
nátt í Hetlandi, áðrenn seinasta
strekkið til Føroya var lagt aftur
um bak.
Mikudagin legði báturin at
bryggju í Vágsbotni, og ætlanin
er at steðga í nakrar dagar,
áðrenn leiðin gongur vestureftir
við kós móti Íslandi. Úr Íslandi
gongur leiðin til Grønlands,
síðani til New Foundland og
Canada, og síðani longur suður
til USA og seinni Karibia.
Toni Strub sigur seg vænta, at
hann fer at sigla í Karibia kom-
andi ár, og tá ið hann hevur sæð
tann partin av heiminum, fer
Little Swan aftur at seta kós móti
Sidney eftir tíggju ár á sjónum.
Ikki so romantiskt
sum fólk halda
Spurdur hvat tað er við lívinum á
sjónum og umborð á einum segl-
báti, ið er so dragandi, sigur Toni
Strub:
- Tað er ilt at siga. Tað er í
hvussu so er ikki so romantiskt,
sum nógv fólk halda. Mangan er
tað rættuliga baldrut, og tú sært
einki annað enn tað opna hav í
fleiri vikur. Tá kann tað verða
ógvuliga einsligt, og tú hugsar
viðhvørt, hvat ið tú gert her. Men
hinvegin er tað eitt ótrúligt
frælsi, og tú setur sjálvur dags-
skránna, og tú er fríur fyri alt tað
"ræsið" í gerandisdegnum, sigur
avstralski skiparin.
Men hvussu verður so, tá ið
Little Swan aftur kemur í havn í
Sidney, og Toni Strub hevur
verið heima í nakrar mánaðar.
Fer skiparin ikki tá aftur at kenna
longsul út á hav?
- Eg veit ikki. Nú havi eg verið
burtur ógvuliga leingi, og tað er
eisini ein spurningur um pengar.
Eg trúgvi ikki, at tað verður so
nógv eftir á kistubotninum, tá ið
eg komi heim aftur,
men útlongsulin
verður ivaleyst har,
sigur Toni Strub.
Øll kunnu koma
við
Little Swan
Sum áðurnevnt eru
tað skiftandi mann-
ingar umborð á Little
Swan. Tað ber eisini
til hjá føroyingum, ið
hava áhuga við at
fara ein túr við snotu-
liga seglbátinum at
søkja um pláss á
ferðini víðari.
Tað er greitt, at
Little Swan fer at
mangla manning, tá
ið komið verður til
Grønlands, og eisini á ferðini í
Canada og USA. Á heimasíðuni
hjá bátinum, www.adventure-
yachting.com, ber til at lesa um
ferðina hjá Little Swan kring
knøttin, og har ber eisini til at
frætta nærri um, hvussu ein kann
gerast partur av manningini
umborð á 51 fót stóra seglbátin-
um.
Á sjónum í níggju ár
Fyri níggju árum síðani stevndi 51 fót stóri seglbáturin, Little Swan, úr
heimbýnum Sidney í Avstralia, og ætlanin var at sigla kring allan knøttin í
fimm ár. Nú eru níggju ár farin aftur um bak, og Little Swan liggur í
Vágsbotni, og enn er nakað eftir, áðrenn ferðin kring knøttin er liðug.
Toni Strub og Little Swan hava nú
verið á ferð kring knøttin í samfull
níggju ár, men komandi ár verður
væntandi lagt at bryggju aftur í
heimbýnum Sidney í Avstralia.
Mynd: Bárður
Skiparin á Little Swan, Toni Strub v.m., saman við tveimum limum av
manningini, dananum Lars í miðjuni, og onglendinginum Ben til høgru.
Mynd: Bárður