leygardagur 2. juli 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 124 - 2. juli 2005
HUGNI
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað er vorðið alt meira vanligt at
savna fólk saman at halda ymisk-
ar serstakar merkisdagar.
Familjur og ættarfólk hittast í
veitsluhølum og ítróttarhallum,
næmingar, sum gingu í skúla
saman fyri mongum árum síðan,
fáa høvið at síggjast aftur. Somu-
leiðis konfirmantar og onnur,
sum í sínari tíð vóru saman um
eitt hvørt í barna- ella ungdóms-
árum.
Tað er líkasum vorðið "in" at
síggjast aftur eftir nógv ár. Og
hví ikki tað? Eitt og hvørt menn-
iskja er í sjálvum sær ein søga,
og tá ið tíðin gongur, legst til
hesa søgu, sum kann vera góð
ella minni góð.
Vit plaga at siga, at veðrið má
ráða sær – og soleiðis er eisini
við lagnuni. Vit menniskju stýra
nógvum, men vit stýra ikki
øllum.
Tað krevur nógva tíð og nógv
stríð hjá teimum, sum eftir 20,
30 ella 40 árum, fara undir at
leita uppaftur tey, sum vóru í
flokki saman – ella vórðu fermd
saman. Men løtan, sum spyrst
burtur úr, tá ið dagurin gerst
veruleiki, er so mikið hugnalig,
at hetta í flestu førum man vera
stríðið vert.
Hvørt ár
Í 1965 tók ein flokkur á Køben-
havns Maskinskole prógv. Í hes-
um flokki var eitt nú vágamað-
urin, Esbern N. Joensen, sum býr
í Sørvági. Eitt annað kent andlit
her á klettunum, sum var í hes-
um flokki, var Ole R. Lauritsen,
sum býr á Strondum.
Tað sjáldsama við hesum
næmingum er, at teir hava
savnast aftur á hvørjum ári í heili
40 ár – og í ár var so túrurin
komin til, at teir settu stevnu í
Føroyum.
Esberg sigur, at ferðin hjá
fyrrverandi maskinskúlanæm-
ingunum og "makum" teirra í
Føroyum eydnaðist sera væl. Teir
komu higar til lands, 24. juni og
fóru heimaftur, 29. juni.
Við makum vóru tey 22 í tali.
- Tað er ikki soleiðis, at allir
næmingarnir hava verið saman á
hvørjum ári, men teir, sum hava
kunnað, hava verið saman.
Sjálvur havi eg verið við einar
fimm ferðir tilsamans, sigur
hann.
Esberg sigur, at "skipanin" er
hon, at gomlu floksfelagarnir
savnast hvønn seinasta leygardag
í juni klokkan 12.
- Tann, sum kemur ov seint –
tað vil siga, at er klokkan farin
av 12 - noyðist at bjóða ein
"umgang", tá ið høvið býðst.
Seinasti steingir
27. juni 1970 "stovnaðu" fyrr-
verandi næmingarnir eitt felag,
sum teir rópa "Foreningen til
bevarelse af sammenholdet i
Hold R, Københavns Maskin-
skole 1963 til 1965".
- Endamálsgreinin hjá felag-
num liggur í navninum, sigur
Esbern og vísir á, at teir eisini
hava nakrar "lógargreinar".
Í grein 1 stendur: "Sammen-
komst hvert år den sidste lørdag
i juni klokken 12.
Esbern sigur, at í næstu
greinini stendur, at "udmeldelse
af foreningen kan ikke lade sig
gøre, medmindre man er død…"
- Í fjórðu og seinastu greinini
hjá "felagnum" stendur, at "for-
eningen kann ikke opløses før
alle – på nær en – er udmeldt.
Sidste mand lukker og slukker.
Esberg N. Joensen sigur, at
næmingarnir, sum í sínari tíð
gingu á Københavns Maskin-
skole, hava havt nógvar stuttligar
og hugnaligar løtur saman – og
soleiðis var eisini, nú tey vóru í
Føroyum.
Sosialurin hitti fólkini í
Vágsbotni, tá ið tey vitjaðu í
Føroyum og soleiðis, sum prátið
gekk, tóktist eingin ivi vera um,
at tey høvdu havt ein ógloymandi
túr í Føroyum.
Tann seinasti sløkkir og læsir…
Teir vórðu lidnir á Københavns Maskinskole í 1965 ella fyri 40 árum
síðan. Á hvørjum ári – seinasta leygardag í juni klokkan 12 - hittast teir,
og í ár var túrurin komin til, at teir hittust í Føroyum
Esberg N. Joensen, avmyndaður saman við sínum gomlu floksfeløgum og makum teirra, stendur ytst til vinstru á myndini
Mynd: Bárður
10 fyrrverandi maskinskúlanæmingar – frá Københavns Maskinskole (1963-1965)
Mynd: Bárður