Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-02, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. juli 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 124 - 2. juli 2005 29 FAMILJA Snorri Brend Havn: - Nú eydnaðist tað um- síðir, soleiðis at vit øll kundu síggja hvønn annan á fyrsta sinni. Týsdagin, 28. juni fylti Bryn- hild Arge í Havn 75 ár. Hetta var sjálvandi ein stórur dagur fyri hana. Men enn størri gjørdist dagurin, tá Brynhild á fyrsta sinni kundi hava øll hini sjey systkin síni rundan um seg samstundis. Hetta er ongatíð hent áður, hóast tann elsta systirin er 82 og tann yngsti beiggin er 62 ár. - Jú, tað var ordiliga deiligt at síggja tey øll samlaði, siga tvær av systrunum, Jorena Methering- ham og Anny Rock, sum báðar eru búsitandi í Onglandi. Tær vóru komnar til Føroyar í hesum sambandi, og steðga her nakrar dagar aftrat. Burtur í tvey ár Tað var í mars mánaði 1944, at Jorena fór til Onglands saman við manni sínum – einum ensk- um hermanni, sum hon varð vorðin gift við í Miðvágs kirkju. Hon búsettist í Nottingham saman við manninum. Men tað vardi ikki long tíð - í roynd og veru ikki meiri enn góð vika – fyrrenn hann var aftur á frontin- um. Hesaferð gekk leiðin til Týska- lands, har hann var við í endan- um av 2. heimsbardaga og til uppruddingina eftir kríggið. - Eg sá hann faktisk ikki aftur fyrrenn tvey ár sinni, sigur Jorena, sum verður 80 ár í august. Tá Jorena hevði búð í Ong- landi í meiri enn 10 ár, avtalaði hon við yngru systrina, Anny at hon skuldi koma niður at vitja seg. Anny fór avstað, og fekk arbeiði á sjúkrahúsinum í Derby, har hon seinni fekk sær útbúgv- ing sum sjúkrasystir. Á hesum sjúkrahúsinum lærdi hon ein drong at kenna, sum so seinni gjørdist maður hennara. Anny býr framvegis í Derby, sum liggur ein tíma við bili frá Worksop, har Jorena býr. Tær tosa oftast saman í telefon, tí hvørgin teirra hevur bil. Men av og á hittast tær til eitt hugnaligt prát. - Tá vit práta saman í telefon- ini er tað lættast at tosa á ensk- um. Tað er mangan so trupult at finna orðini á føroyskum, og tí verður samtalan oftast á enskum. - Men koma vit fyrst á lagið við tí føroyska, so er tað lættari, siga tær báðar. Fyrst ferð Báðar hava tær verið fleiri ferðir í Føroyum – serliga Jorena, sum í veruleikanum hevur verið her tríggjar ferðir seinastu fýra árini, meðan tað eru fimm ár síðani Anny var her seinast. Í ár lagaði tað seg soleiðis, at øll átta systkini vórðu samstund- is í Føroyum. Tann yngsti beigg- in, Aksel sum siglir við rækju- skipi í Canada, fekk ordnað tað soleiðis at hann kundi verða heima í summar. - Jú, tað var sera gott at kunna hitta øll hini aftur. Tað hava vit glett okkum til í langa tíð, siga tær báðar Jorena og Anny, nú Sosialurin hitti tær mikudagin í heiminum hjá systursoninum, Haraldi Haraldsen í Hoyvík. Átta systkin hittust á fyrsta sinni Tað eru 20 ár millum systkini, men tey hava ongatíð verið savnaði øll saman – ikki fyrrenn í hesi vikuni, tá eitt teirra hevði rundan føðingardag Tey átta systkini avmyndað á fyrsta sinni á somu mynd – vinstrumegin: Jorena Metheringham (79 ár), sum býr í Onglandi; Henrietta Haraldsen (82 ár), sum býr í Sørvági; Dánjal Johan Niclasen (80), sum býr í Miðvági; Brynhild Arge (75 ár) sum býr í Havn; Aksel Niclasen (62) sum býr í Miðvági; Jenny Kragesteen (78), sum býr í Havn; Anny Rock (68), sum býr í Onglandi, og Johannus Niclasen (69), sum býr í Miðvági Myndaeigari: Harald Haraldsen Tær báðar systrarnar hava nógv at práta um – Jorena og Anny. Í vikuni vóru tær savnaðar saman við øllum systkjum sínum á fyrsta sinni Mynd: Jens Kr. Vang