Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-02, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. juli 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 124 - 2. juli 2005 Frá Javna Seinastu dagarnar hava fjølmiðlarnir borið tíðindi um, at játtanin til umsorg- anararbeiði er skert mun- andi. Millum annað rakar tað dagtilhaldini fyri eldri meint, við tað at fíggjarliga grundarlagið mestsum verður rykt undan teimum. Tøkk skulu tíðindafólk hava fyri at taka hetta álv- arsmál upp. Í hesum sambandi hevur verið nevnt, at tað eru 5 dagtilhald í landinum. Her má Javni tó gera vart við, at dagtilhaldini eru fleiri enn so. Á Hoydalsvegi 40 er eitt dagtilhald fyri gomul fólk við menningartarni. Har er eisini ein frítíðarklubbi fyri ung við menningartarni - nakað sum Margarin- fabrikkin. Slíkir frítíðar- klubbar eru í hvussu er eisini í Eysturoy og í Klaks- vík, møguliga aðrastaðni eisini. Og tilsvarandi tiltøk eru eisini fyri sinnisveik. Hesi ungu eru jú ikki før fyri at taka lut í øllum tí ungdóms- og frítíðarvirk- semi, sum stendur øðrum í boði. Øll hesi tiltøk eru nú so skerd fíggjarliga, at vandi er fyri, at tey detta niðurfyri. Og tað verður svárur missur hjá mongum. Dagtilhaldið fyri eldri menningartarnað hevur sera stóran týdning, tí hesi menningartarnaðu hava lítið annað at koma út til. Tey eiga hvørki børn ella barnabørn at vitja - og foreldrini eru farin undir grønutorvu. Í góðum árum hava tey ikki komið nógv út í "normalsamfelagið", og á gamalsaldri eru tey ikki før fyri at fara í eitt "alment" dagtilhald. Í dagtilhaldin- um á Hoydalsvegi 40 koma 8 fólk fast 4 tímar um dag- in og onkur parttíð umframt styttri vitjanir. Hetta er hjá flestu teirra einasta tiltakið, ið fær tey út um dyr, og tey hava ikki onnur tiltøk at fara til. Vit eiga at hava í huga, at tá fólk við menningartarni verða 67, eru tey ikki longur avlamispensjónistar men fólkapensjónistar. Tey eiga at fáa javnbjóðis møguleikar sum aðrir fólkapensjónistar. Men samstundis eiga vit at minnast til, at tey eru fram- vegis menningartarnað. Tað er gleðiligt at síggja í bløðunum, at Hans Pauli Strøm, almannaráðharri, verður endurgivin fyri at siga, at henda skerjing ikki kann góðtakast, og at tað skal finnast ein loysn. Tað verða mong glað fyri. Javni má tí minna á, at eisini dagtilhaldini og frí- tíðartilboðini til menning- artarnað, bæði yngri og eldri, mugu fáa eina hósk- andi loysn, soleiðis at vit framhaldandi kunnu geva okkara menningartarnaðu virðilig lívskor. Føroyskir Fysioterapeutar og Ergoterapeutfelagið Sparingar innan almanna- verkið fara at hava við sær, at venjingartilboðini hjá fysio- og ergoterapeuti, sum heimabúgvandi pen- sionistar í Tórshavn hava havt atgongd til síðan 2002, nú verða spard burtur. Feløgini Føroyskir Fysioterapeutar og Ergo- terapeutfelagið gera við hesum vart við, at hesar sparingar ikki eru so frægt sum løtuvinningur. Tvørt- urímóti fara sparingarnar at hava við sær tyngri brúkar- ar í heimarøkt, heilsuverki og røktarheimum í nærm- astu framtíð. Tey eldri verða alt fleiri og eldri í mun til fólkatalið og nógv teirra liva leingi við kroniskum sjúkum og brekum. Nógvar kanningar eru gjørdar um nyttuna av venjing til hesi og allar vísa tær, at venjing ger, at tey klára seg betri uttan hjálp, tey verða minni røktar- krevjandi og teirra lívs- góðska hækkar so tey fáa ein betri dagligdag í allar mátar. Í okkara grannalondum er venjing tí ein tænasta, sum dentur verður lagdur á at veita øllum heimabúgv- andi eldri. Samanborið við okkara grannalond, eru Føroyar í stóran mun eftirbátar innan venjingar- tilboð til eldri. Tilboðini um venjing, sum Lágargarður bjóðar eldri borgarum í Tórshavn hava tó verið ein byrjan. Við at at skera hesi venj- ingartilboð burtur, verður kostnaðurin innan eldra- økið størri. Tvs. at kostn- aðurin fyri venjingatilboð fellur burtur og verður fluttur yvir á meira røktar- krevjandi brúkarar av heimahjálp, sjúkrahús- plássum og røktarheims- plássum. Vit heita tí á landsins myndugleikar um at forða fyri at hesar skerjingar verða framdar og í staðin at arbeiða miðvíst fram ímóti at tryggja øllum landsins eldri borgarum atgongd til venjing. VIÐMERKINGAR Eingin venjing – eingin sparing Skert umsorganararbeiði Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið