Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-02, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. juli 2005síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 124 - 2. juli 2005 Lýs teg sjálvan við trimum orðum: – Tað vera 4 orð: raskur, dovin, døllutur, skjótur Hvat orð ella hvønn setning nýtir tú oftast: – Tað gongur nokk Hvørjum hyggur tú at hjá hinum kyninum? – Uha... Øllum, sum eg kann síggja Hvussu langa tíð nýtir tú at gera teg kláran um morgunin? – Millum 2 og 20 minuttir Hvat stressar teg? – Tá eg einki havi at tríva í Hvat gleðir teg? – Tá tað gongst væl. Bæði hjá mær og hjá øðrum Nær feldi tú seinast eitt tár? – Tað var tá vermamman doyði í januar Nær smakkaði tú tær sein- ast á, ella vart í vertskapi? – Eg eri í vertskapi í heilum, minnist ikki akkurát nær eg var seinast Hvat var seinasta ynski, sum tú fekst uppfylt? – Tað var, tá tú ringdi og spurdi, um eg vildi vera í bláa stólinum Hvat er besta uppfinning og hví? – Djúpi tallerkurin, tí hann tekur meiri enn tann flái Títt besta heimaráð? – Tá tú steikir, steik so spakuliga og leingi Hvat hevur tú í lummunum beint nú? – Beint nú havi eg bara fartelefonina Nær sendi tú seinast eitt sms og til hvønn – Tað var leygardagin, tá eg sendi sms til Rana Nolsøe Hvør eigur ársins mest láturliga úttalilsi til fjølmiðlarnar? – Tað kann ikki vera nakar annar enn Jógvan við Keldu. Men tað er kanska meiri grátiligt enn láturligt Hvør er lekkrast í Føroyum? – Tað er Maria, abba- dótturin. Bæði nú, men eisini tá hon verður eldri Hvussu loysa vit trupul- leikarnar hjá suðuroyingum? – Kanska um vit flyta allar norðoyingar til Suðuroyar at búgva í 1/2 ár, so tey síggja hvussu deiligt og pent tað er har suðuri. So høvdu tey kanska verið meiri sinnað at hjálpt suðuroyingunum Eigur Todi at vera á landsliðnum? – Sjálvandi! Alt annað er langt úti Hvørjum heldur tú við í Formula-deildini? – Nsí Gongur tú høgt upp í móta? – Nei, tað er synd at siga. Eg eri ikki móti móta, men eg gangi ikki høgt uppí tað Hvat fert tú at gera, tá tú verður stórur? – Tað havi eg slett ikki hugsað um enn.. Eg hopi ikki, at eg blívi nógv størri Hilmar Jan Suni Hansen • 39 ár • Freelance alt møguligt