leygardagur 2. juli 2005síða 33
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 124 - 2. juli 2005
Lýs teg sjálvan við trimum
orðum:
– Tað vera 4 orð: raskur,
dovin, døllutur, skjótur
Hvat orð ella hvønn setning
nýtir tú oftast:
– Tað gongur nokk
Hvørjum hyggur tú at hjá
hinum kyninum?
– Uha... Øllum, sum eg kann
síggja
Hvussu langa tíð nýtir tú at
gera teg kláran um
morgunin?
– Millum 2 og 20 minuttir
Hvat stressar teg?
– Tá eg einki havi at tríva í
Hvat gleðir teg?
– Tá tað gongst væl. Bæði
hjá mær og hjá øðrum
Nær feldi tú seinast eitt
tár?
– Tað var tá vermamman
doyði í januar
Nær smakkaði tú tær sein-
ast á, ella vart í vertskapi?
– Eg eri í vertskapi í
heilum, minnist ikki akkurát
nær eg var seinast
Hvat var seinasta ynski, sum
tú fekst uppfylt?
– Tað var, tá tú ringdi og
spurdi, um eg vildi vera í
bláa stólinum
Hvat er besta uppfinning og
hví?
– Djúpi tallerkurin, tí hann
tekur meiri enn tann flái
Títt besta heimaráð?
– Tá tú steikir, steik so
spakuliga og leingi
Hvat hevur tú í lummunum
beint nú?
– Beint nú havi eg bara
fartelefonina
Nær sendi tú seinast eitt
sms og til hvønn
– Tað var leygardagin, tá eg
sendi sms til Rana Nolsøe
Hvør eigur ársins mest
láturliga úttalilsi til
fjølmiðlarnar?
– Tað kann ikki vera nakar
annar enn Jógvan við Keldu.
Men tað er kanska meiri
grátiligt enn láturligt
Hvør er lekkrast í Føroyum?
– Tað er Maria, abba-
dótturin. Bæði nú, men eisini
tá hon verður eldri
Hvussu loysa vit trupul-
leikarnar hjá suðuroyingum?
– Kanska um vit flyta allar
norðoyingar til Suðuroyar at
búgva í 1/2 ár, so tey síggja
hvussu deiligt og pent tað er
har suðuri. So høvdu tey
kanska verið meiri sinnað at
hjálpt suðuroyingunum
Eigur Todi at vera á
landsliðnum?
– Sjálvandi! Alt annað er
langt úti
Hvørjum heldur tú við í
Formula-deildini?
– Nsí
Gongur tú høgt upp í móta?
– Nei, tað er synd at siga.
Eg eri ikki móti móta, men
eg gangi ikki høgt uppí tað
Hvat fert tú at gera, tá tú
verður stórur?
– Tað havi eg slett ikki
hugsað um enn.. Eg hopi
ikki, at eg blívi nógv størri
Hilmar Jan Suni Hansen • 39 ár • Freelance alt møguligt