Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-02, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. juli 2005síða 34

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 124 - 2. juli 2005 Eftir Hanus Kamban TRIÐI PARTUR Heilsu- og skúlaverkið Sjúkrahús og útbúgving Tá ið Tony Blair í 1997 tók við sum bretskur forsætisráðharri, var høvuðsmálið hjá honum og stjórn hansara at nútímansgera Bretland, at lætta um framtaks- líkindini hjá eitt nú miðalstættini og at hækka livifótin hjá teimum lægri løntu. Serliga nógv ráddi um at bøta um skúla- og heilsu- verkið, at gera ferðsluna neyvari, smidligari og stundisligari og at sleppa undan ferðsluligari samanstúgvan. Hetta arbeiðið gekk ta fyrstu tíðina ikki eftir vild. Neyvar ætlanir trutu, kunnleiki til tað, bretar rópa management - t.e. leiðsluinnlit: vitan um, hvussu ein politikari umsitingarliga setur sín vilja ígjøgnum, so hann fær ítøkilig úrslit - vantaði, og mál, sum óvæntað komu og kravdu at verða loyst, t.d. Irak-kríggið, órógvaðu innanríkispolitikkin. Eftir átta ár eru kortini muna- góð framstig hend. Tað enska heilsuverkið - the National Health Service, sum tann gitni Aneurin Bevan menti eftir annan heimsbardaga - er endurreist sum hornasteinur undir eini nútíðar vælferðarskipan, við ókeypis tænastu til øll. Bíðilistarnir eru kavaðir, og í dag eru fleiri tíggju- túsund fleiri læknar og sjúkra- systrar enn í 1997. Útreiðslurnar til heilsuverkið vóru fyri 2004-5 67.4 milliardir pund og fara skjótt at koma upp á 100 milli- ardir pund árliga. Sami framburður er hendur á skúlaøkinum. Talið á lærarum er økt við fleiri ferðir tíggjutúsund. Síðani 1997 er peningaveiting til hvønn næming tvífaldað. Veit- ingar til tøkni og vísindi eru somuleiðis nógv hækkaðar. Stjórnin hevur eisini víst gávu- mildan vilja til at hækka útbúgv- ingina hjá samfelagsins stjúk- børnum. Vantandi lesi- og telji- førleiki hjá vaksnum er mink- aður við 750.000, eitt tal sum kemur upp á 1,5 milliónir í 2007. Eg skyldi lesaranum at upp- lýsa, at mín kelda til hesi tøl og hesar upplýsingar er blaðið The Observer, sum undan valinum stuðlaði Blair-stjórnini. Eitt rættvísari býti Men tað størsta bragdið hjá Blair-stjórnini finna vit á bú- skaparøkinum. Allar Labour- stjórnir undan Blair hava tað annað ella triðja árið í teirra starvstíð rent seg í búskaparliga kreppu. Blair-stjórnin hevur brot- ið hesa reglu, og búskaparpoli- tikkurin árini 1997-2005 verður hildin at vera ein tann dugna- ligast førdi í bretskari søgu. Meistarin aftan fyri henda politikk er tað arbeiðssama flogvitið Gordon Brown. Rætt er, at Blair-stjórnin arvaði ein sterkan búskap frá John Major og Margaret Thatcher. Men hon hevur megnað at varð- veita hesa støðu. Ikki bara tað, hon hevur megnað at fremja ein politikk, sum bæði hevur havt við sær búskaparligan vøkstur, lága inflatión og lágt arbeiðs- loysi. Eyðkent fyri politikarar sum Margaret Thatcher og George W. Bush er, at tey einki hava ímóti, at tey sum eru illa fyri, fáa tað uppaftur verri. Her er sjónskur munur á avrikunum í USA og Bretlandi. Í USA veksur gloppið millum rík og fátæk alsamt. Undir Blair-stjórnini er tað øvugta hent. Síðan 1997 er, sambært The Observer (sum vísir til frágreið- ing frá The Institute of Fiscal Studies), livifóturin hjá teimum 10 prosentunum niðast í samfe- lagnum hækkaður við 10,8 pro- sentum. Samstundis er livifóturin hjá teimum 10 prosentunum á ovasta palli lækkaður við 4,4 prosentum. Anthony Seldon tekur lutvís undir við hesi met- ing, men leggur aftrat, at gloppið millum rík og fátæk ið hvussu er "ikki er víðkað". Norðurírland Á tveimum øðrum økjum hevur Tony Blair megnað at fingið munagóð úrslit. Annað er tað, sum bretar rópa devolution: ein tilgongd, sum skal hava við sær, at størri politiskur myndugleiki verður latin tjóðskaparligum minnilutum. Samsvarandi hesum ráki fingu Skotland og Wales longu stutt eftir, at Blair hevði tikið við sum stjórnarleiðari, hvør sítt ting. Henda royndin at andøva ímóti miðsavningini av valdinum undir Thatcher kann eisini síggjast í tí samanhangi, at av teimum báð- um Labour-leiðarunum undan Blair var Neil Kinnock valisi og John Smith skoti. Hitt málið er stríðið í Norður- írlandi. Undangongumaður á hesum øki var John Major, hvørs politikkur hevði til endamáls at skapa endaliga semju ímillum protestantar (sambandsmenn) og katolikkar í hesum landsparti, so at yvirgangurin frá báðum síðum minkaði ella helt uppat. Meðan Tey Konservativu høvdu valdið, fekk Major fullan stuðul frá Labour í sínum semju- politikki. Eftir at Blair hevði tikið við í 1997, brúkti hann alla sína orku til at føra royndirnar hjá Major víðari. Lykilin til framgongd var, at Bretland skuldi standa líka óheft av sambandsmonnum (við Ian Paisly og David Trimble á odda) og tjóðskaparmonnum (við Gerry Adams og John Hume á odda). Úrslitið var tann sonevnda langa fríggjadagssemjan, gjørd í apríl 1998. Tey sjey árini síðan 1998 hevur Blair áhaldandi blást at friðarloganum. Hóast friður ikki enn er í Norðurírlandi, er harðskapurin munandi minkaður. Í 2004 doyðu bara fýra fólk orsakað av trupulleikunum, tað lægsta talið síðan 60-árini. Lutfalsumboðan Tað er ikki óvanligt, at fólk, sum eru tungufim og hava lætt við at sannføra onnur, gerast orðloys- ingar. Tað er meira enn eina ferð kastað Blair fyri, at hann er ikki orðhaldin maður. Á ið hvussu er einum ógvuliga týðandi øki tykist hetta at vera rætt. Sum ivaleyst mongum kunn- ugt, er Bretland ikki - í teirri merking, vit kenna í Norður- londum - eitt demokratiskt land. Valskipanin byggir ikki á lutfals- umboðan, men er gjørd soleiðis, at hann ella hon, sum fær mest atkvøður í einum valdømi, verður vald(ur), og at allar taparaatkvøður fara til spillis. Hjá okkum verða taparaatkvøð- urnar fyri landið taldar saman og brúktar til at býta eykaumboð eftir. Avleiðingin av hesum er, at tinglimabýtið eftir eitt val verður órættvíst, og at henda ómakaða sundurbýting serliga rakar teir smærru flokkarnar. Á seinasta parlamentsvali kostaði (sambært opnum brævi til Blair frá Charles Kennedy, í The Independent 26.5.2005)) ein Labour-tinglimur soleiðis 26,877 atkvøður, ein konservativur 44,251 atkvøður og ein liberalur demokratur heilar 96,378 atkvøður. Labour fekk - við bara 36% av latnum atkvøðum og bara 22% av velj- araskaranum - ein meiriluta í parlamentinum upp á 67 ting- limir. Roy Jenkins svikin Í nýggjari tíð hava serliga teir liberalu demokratarnir, við tí dugnaliga og virda Roy Jenkins sum talsmanni, virkað fyri at fáa tað, bretar rópa PR - "proportio- nal representation" ella lutfals- umboðan. Nakað undan 1997 læt Blair seg sannføra um tað rætta í lutfalsumboðan, flokkurin bant seg til at virka fyri eini broyting, og Roy Jenkins varð settur sum formaður í eini nevnd, sum skuldi evna eitt álit til. Men eftir at nevndin hevði skrivað sítt álit og latið stjórnini tað, valdi Blair at súlta málið. Fyri stuttum hevur Charles Kennedy, formaður hjá Teimum Liberalu, skrivliga heitt á Blair um at halda sítt lyfti. Hann vísir á, at lutfalsumboðan er galdandi fyri val til tey nýggju tingini í Skotlandi og Wales. Men einki bendir á, at Blair ella stjórn hansara ætla at halda givin lyftir. Uttanstrok og nýkveikjari Ein lýsing av Tony Blair og politikki hansara Blair á minningargudstænastu við The Cenotaph í november 2002. Margaret Thatcher, sum sæst aftan fyri hann, fekk stóra ávirkan bæði á hansara stíl og hugmyndafrøði