Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-02, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. juli 2005síða 35

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 124 - 2. juli 2005 35 Niðurstøða: Blair skapt søgu Tony Blair hevur, sum oddamað- ur fyri Labour og sum bretskur forsætisráðharri, skapt søgu í Bretlandi. Fyri at vinna sínum flokki veljaraundirtøku og vald valdi hann at vraka nøkur heilag sjónarmið. Snildirnar lukkaðust, flokkurin reið inn í tað lovaða landið og hevur nú havt valdið longri enn nøkur onnur Labour- stjórn. Thatcher-kósin í mótvindi Blair-stjórnin brúkti sína makt til at skapa nøkur munagóð fram- stig á heilsu- og skúlaøkinum. Í sínum atgerðum lænti Blair ikki fá hugskot frá Margaret Thatch- er, einum politikara, sum hann hevur havt ein serligan tokka til. Dømi um hetta eru ætlanir um at stovna sonevnd foundation hospitals. Hetta eru sjúkrahús, sum verða rikin eftir marknaðar- prinsippum, við sínámillum kapping, sjálvræði yvir sínum játtanum og á tann hátt, at góð úrslit hava við sær hægri játtanir. Lyklaorðini hjá Blair eru her choice (val) og diversity (fjøl- broytni). Ætlanir av sama slag eru í umbúna fyri skúlaverkið, eitt nú ein afturberingarskipan, sum skal hava við sær, at fólk, ið gerast væl fyri, eftir lokna útbúgving skulu gjalda samfelagnum nakað aftur av tí upphædd, sum fór til at fíggja teirra lestur. Av teirri grund, at Blair eftir valið er viknaður, og at bæði vinstra- vongurin og Gordon Brown tykjast vera ímóti hesi thatch- ersku kós, er tað í dag ivasamt, um nakað fer at spyrjast burtur úr hesum politikki. Á nøkrum umráðum hevur politikkurin hjá Blair-stjórnini miseydnast. Ætlanin var at knýta Bretland at evruni, men hetta varð av ongum. Ætlanin um at hava fólkaatkvøðu um grund- lógina hjá ES er fyri stuttum løgd til viks, orsakað av fólka- atkvøðunum í Fraklandi og Hollandi. Á ferðsluøkinum eru eingi framstig hend. Lutfals- umboðan - dreymin og hjarta- málið hjá Roy Jenkins - hevur Blair súltað. Umdømið treytað av Irak-krígnum Á uttanríkis- og samveldis- økinum vann Blair stórsigrar í Kosova og Norðurírlandi. Hans- ara størsta avbjóðing gjørdust yvirgangurin og Irak. Tony Blair valdi at draga somu línu sum USA og George W. Bush, við tí avleiðing, at viðurskiftini við Europa og tann muslimska heimin versnaðu. Tað er ilt at síggja burturfrá, at eisini taktiskar metingar búðu undir hesum politikki. Blair valdi, snildisliga - við eini vend- ing frá Poe - to out-Herod Herod - at vera høgravendari enn sín mótflokkur. Hann skákaði sær í Irak-málinum undan atsóknum frá teimum fjølmiðlum, sum vakna til dáð, tá ið teir tevja nakað sum minnir um tað, teir - misskilt - rópa "anti-ameri- kanismu" . Blairs politiska umdømi tykist treytað av útganginum av Irak- krígnum. Verður úrslitið um nøkur ár eitt demokratiskt Mið- eystur, eitt blómandi Irak og góður tokki millum ísraelar og arabarar, verður Blair at standa sum ein hetja. Hetta er ein møguleiki. Men í løtuni er ikki nógv, sum bendir á, at hetta fer at henda. Trupulleikin hjá Blair, og hjá nýafturhaldinum í USA, er, at handan føgur orð og kávalæti hómast ein harður og grimur veruleiki: grammleikin hjá amerikonskum kapitali eftir olju, eftir valdi yvir heimsins ráevnum og eftir at opna alt Miðeystur, sum marknað, fyri hansara ómettiligu krámhondum. Uttanstrokið Teir ræðuleikar, sum fyri stuttum eru komnir í ljósmála í t.d. Usbekistan - hvørs forseti Islam Karimov, líka ræðuligur sum Saddam ella verri, er special friend hjá USA - tykjast at ríva grundina undan øllum tosi hjá Bush og teimum nýkonservativu um moral, idealismu, kristindóm og fólkaræði. Idealisman, arvurin eftir Leo Strauss, dekonstruerar seg sjálva, og óndskapurin ríður ótarnaður inn í Hvíta Húsið. Tony Blair - sum fyri stuttum koyrdi sín sendimann í Usbekistan, Craig Murray, frá, tí at hann gjørdi vart við ræðulig brot har á manna- rættindi - er eisini illa dálkaður av hesi gongd. Gloyma vit hetta, og hugsa vit um Bretlands søgu í árunum eftir 1997, er Tony Blair uttanstrokið, sum við bæði taktiskum og strategiskum flogviti kveikti nýtt lív í Labour og veitti flokkinum sítt drúgvasta tíðarskeið í Downing Street. Anthony Seldon: Blair.784 síður.The Free Press 2005.9.99 pund. Blair saman við skúlanæmingum í Vesturlondon í 1999. Á skúlaøkinum, einum av hansara hjartamálum, eru framstig hend Tony Blair og Gordon Brown vóru í fyrstuni vinmenn, men í dag er lítið eftir av hesum vinskapi. Myndin er talandi: Blair hyggur til høgru og Gordon Brown avgjørdur til vinstru