Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-02, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. juli 2005síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 124 - 2. juli 2005 MENTANARKVØLD Hildur Eyðunsdóttir Gott kvøld Tað er ikki hissini uppgáva at fáa, at skula hugleiða um mentan. Neyðugt er at avmarka seg, og eg fari tí at royna at halda meg til hvussu er vorðið við nøkrum av teimum yvir- skipaðu mentanarligu kørmun- um, nevniliga innrættingina av miðbýnum. Havnin er ikki ómentaður býur. Her eru nógv skapandi og spennandi fólk, og karmarnir um mentanina bøtast eisini í hvørj- um, hóast ongantíð verður komið á mál. Men kortini haldi eg ikki at hesin býurin rættiliga hevur funnið seg sjálvan. Havnin vil á ein hátt vera býur, men torir kortini ikki at skilja seg út frá tí bygdasliga siðbundna sum eyð- kennir restina av landinum. Stutt sagt, Havnin er ikki enn komin úr skápinum. Hon torir ikki rættiliga at taka stigið fult út, tí tað verður so lætt misskilt. Kanska er tað eitt sindur óskikki- ligt at vera býur millum bygdir. At vera eitt samfelag har fólk sita og sippa kaffé latte á alljósum degi, heldur enn at ganga á fjall, ella vera til skips. Men tað er neyðugt at Havnin viðurkennur seg hvør hon er, og mennir seg sum bý. Firouz Gaini hevur fyri stutt- um samanborið Havnina við tvey heilt ymisk sløg av býum. Chicago-modellið, har býurin sprettir úr einari tættari miðju, eins og vit kenna tað úr Evrope- iskum býum, og hinumegin Los Angeles modellið, býurin sum ikki hevur nakra rættiliga miðju, men fleiri smásentur, og har fólk eru bundin av bili fyri at koma millum tilboðini. Havnin helt hann, var onkrastaðni ímillum hesi bæði býarmodellini. Havnin var byrja eftir Chicago-modell- inum, men hevur seinni árini útviklað seg eftir Los Angeles modellinum, við breiðum veg- um, sundirbýttum býlingum, og við bilin sum tað alneyðuga bindiliðið. Eg haldi at hann hevur rætt, og eg haldi at í skiftinum frá –Hjálpið Havnini -Fleiri fólk og fleiri tilboð krevja eisini ein størri og betri miðbý. Tí er umráðandi at vit taka okkum saman og skapa ein bý við einari rættari miðju segði Hildur Eyðunsdóttir, forkvinna í Mentamálanevntini í Tórshavnar Býráð, tá hon hugleiddi mentanarnáttina í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Hon heitti á øll mentað fólk at taka býarumhvørvið meira við í kjakið um mentan og hjálpa Havnini at finna seg sjálva. Hildur Eyðunsdóttir, forkvinna í Mentanarnevndini í Tórshavnar Býráð hugleiðir í Miðlahúsinum í Vágsbotni á mentanarnátt Einasta torgið í býnum liggur uppi í SMS. SMS hevur avgjørt eisini eitt virði Vit hava brúk fyri grønum økjum í býnum, miðbýarlundir og parkir