Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-02, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. juli 2005síða 37

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 124 - 2. juli 2005 37 Chicago til LA, er miðbýurin spakuliga lagaður eftir tørvinum í útjaðaranum fyri breiðum veg- um og parkeringsplássum, og Havnin hevur tí í dag onga rætti- liga miðju sum virkar í gerandis- degnum. Ella í hvussu so er, er hon ikki so markant, fólkarík og gevandi sum hon kundi verið. Býurin, býarsamleikin og býar- mentanin kundi verið munandi styrkt um miðjan var styrkt. Okkum tørvar eitt samlandi stað, sum bindir miðbýin saman. Vaglið, sum flest øll helst eru samd um, er tann fysiska miðjan, virkar í dag meiri sum eitt tómt hol. Ráðhúsplássið er eitt parkeringspláss, og tað einasta torgið í býnum liggur uppi í SMS. SMS hevur avgjørt eisini eitt virði, men sum tey sjálvi siga haruppi, so er tað ein býlingur í Havn, og ikki miðbýur. Skal miðbýurin styrkjast, haldi eg at tað mest natúrliga er at ganga út frá Vaglinum. Vit kunnu skapa eitt torg í hæddum, sum bindir saman N. Finsensgøtu og Tinghúsvegin við mentanar- gøtuna í Tórsgøtu, soleiðis at henda fysiska miðjan í býnum, hjartað í býnum, eisini gerst tann mentala og mentaða miðjan. Í dag virkar Tórsgøta eitt sindur bakgøtuslig, men á henda hátt verður hon latin upp og eftirsum Tórsgøta er vald at vera mentanargøtan fram um aðrar, kemur tað eisini at merkja at tað verður latið meir upp fyri mentanini í Havn. Eitt sovorið torg kann fáa alt møguligt ymiskt innihald. Vit fáa t.d. eitt veruligt ráðhúspláss, vit fáa eitt natúrligt marknaðarpláss, pláss fyri gøtusjónleiki, tónleiki og framførslur, men fyrst og fremst fáa vit eina miðju sum er ætlað gongufólki framum bilar. Tað einasta óhepna, haldi eg, við hesum hugskoti er, at veðrið í Føroyum stundum er so ómentað sjálvt á summartíð, at tað illa riggar at hugna sær og framføra úti. Tí kundi ein loysn møguliga verið at torgið var lutvíst inni- lokað, ein yvirvaksin útistova ella okkurt tílíkt. Við bilarnar haldi eg, at vit skulu gera við, eins og Pál Weihe mælir til at vit gera við roykjar- arnar. Vit skulu minka um rása- rúmið hjá bilunum, og virða rættin til eitt bilafrítt umhvørvi. Hetta heldi eg vera mentanar- bati sum munar. Við at taka aftur tey 14 parkeringsplássini á vaglinum, og tey 10 í Tórsgøtu, niðanfyri vaglið, og gera eitt torg ístaðin, kunnu vit menna sam- bandið millum handils og mentanargøturnar í býnum, vit kunnu fjálga og fjølga um gongu- og súkklufólkið, og tá skapa vit ítøkiligt grundarlag fyri mentanarliga menning. Vit eiga at hava í huga at býurin fer at vaksa. Í dag búgva 19000 fólk í kommununi, og tað tykist sum alt fleiri hava hug at flyta henda vegin. Tað haldi eg er at fegnast um, tí eitt størri fólka- grundarlag gevur nógv betur møguleikar, ikki minst fyri mentanarligum tilboðum. Men fleiri fólk og fleiri tilboð, krevja eisini ein størri og betri miðbý. Tí umráðandi at vit taka okkum saman og skapa ein bý við einari rættari miðju. Tá tað er gjørt, er lagamanni at lata miðbýin breiða seg, út eftir skálatrøð, niðan eftir Niels Finsensgøtu, og hvør veit, um nøkur ár verður kanska eisini møguligt at lata miðbýin breiða seg út eftir keiini, so vit aftur fáa eitt havnaumhvørvi sum fólk kunnu trívast í, í Havn. Men vit hava eisini brúk fyri grønum økjum í býnum, miðbýarlundir og parkir. Vit eru ikki heilt fyri ongum í so máta. Plantasjan er sjálvandi býarpark, og so hava vit eisini Skansan, grøna økið á Glasheyggi, og Græsagarður. Men eg haldi at hesi økini eisini líkasum sløðast einsamøll runt í býnum. Tað eru ov fáir streingir sum leiða frá miðbýnum til grønu lundirnar, og eina ferð enn er tað tí at sjálvur miðbýurin ikki hevur eina rætta miðju, og tí at bilarnir sleppa at fylla ov nógv. Øll mentan hevur eina rúmliga dimensión, og tí ivist eg onga løtu í, at mentanin verður styrkt tess meiri tilvitað vit gerast um umhvørvið í býnum. Tí vil eg biðja tykkum mentaði fólk, at taka býarumhvørvið meira við í kjakið um mentan og hjálpa Havnini til at finna seg sjálva. at finna seg sjálva ini herfyri Mynd Jan Müller Vit skulu minka um rásarúmið hjá bilunum og virða rættin til eitt bilfrítt umhvørvi við at taka aftur p- lássini á Vaglinum og í Tórsgøtu og gea eitt torg ístaðin. Vit kunnu skapa eitt torg í hæddum, sum bindir N. Finsensgøtu og Tinghúsvegin við mentanargøtuna í Tórsgøtu, soleiðis at henda fysiska miðjan í býnum, eisini gerst tann mentala og mentaðan miðjan