leygardagur 2. juli 2005síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
tórbjørn jacobsen
Martýrur. Eg? Avgjørt ikki ! Tí
einki, hvussu mótstøðan hevur
verið, er komið longur enn at
skinninum. Eg havi ikki verið
illur við mann heilan dag. Eg
haldi, eg havi verið ov dovin til
at ganga við hatri. Men eg havi
ikki latið aðrar vikað meg frá
mínari meining. Eg havi hildið
fram eftir míni egnu leið, tí eg
havi altíð verið vísur í, at eg var
tann besti.
So bersøgin og opinskáraður
var Pól F. táið hann fór um
sjeytiára hvarvið. Yrkjarin, ið
fjakkaði frá tí eymasta til tað
harðasta, frá tí stillasta til tað
villasta, frá tí mest viðkvæma til
tað djarvasta, sum var sparrings-
partnari hjá fleiri ættarliðum,
sum átók sær herskna leiklutin,
at perspektivera tjóðina í anda-
ligum, mentanarligum og polit-
iskum viðurskiftum og sum upp-
livdi tann stórleika, at bøkur
hansara vóru brendar, av fá-
vitsku, sjálvsnøktan og býttleika,
heilsaði einaferð studentunum í
Hoydølum soleiðis:
Varðveitið fedranna mentan og
mál,
og dugið at velja og vraka,
úr nútímans útlendska hurlivasa
hitt fremsta úr heimsmentan
taka.
Tit eru jú Føroya álit í dag,
tí missið ei fótafestið,
til andalig skrobbein sum
geykaungar,
á flatlondum verða teir flestu.
Hargaskaldið, sum mesta av
ævini búði úti í Froðba, krøkti
seg so fastan í føroyska mentan-
ararvin, at hann doyr ongantíð.
Aðrir djúptonktir litteratar hava
havt støð í Suðuroy. Stóri prosa-
maðurin Martin Joensen, sum
Magnus á Kamarinum tók til,
hevði bæði beinini plantað í
ídnaðarsamfelagnum, har hann
luttók sum arbeiðsmaður, fiskari,
lærari og rithøvundi. Ósenti-
mentalur, tó við kenslum, við
viti og frálíkum hegni, viðgjørdi
hann sína samtíð í skaldsøgu-
formi. Hann var ikki keipumynd-
ari, speirak og spottaði ikki. Var
heldur ikki spoyskur. Lýsti bara
so sera beinrakið og vitborið
samfelagsviðurskiftini í síni egnu
samtíð. Tað var hansara styrki.
Og norðuri í Leirum sat einaferð
eitt forsligið høvd, sum heldur
ikki var kálvføddur við grælinga-
fjarðum. Úrmælingur við penn-
inum. Lýsingarnar av ferðum
hansara eru í heimsklassa.
Kristian Osvald Viderø. Á
ferðini til Jorsala var hann til
eina lítið unnuliga guðstænastu í
Durham. Tað tøktiskt honum
sum stóðu tveir prestar á
prædikustólinum. Onki samljóð
var ímillum veip-ingarnar og
sálina. Hann minti mest um eina
prentmaskinu, sum í
gjaldtrotatíðum prentar seðlar,
sum ongin borgan er aftanfyri.
Seinri vitjaði hann vicarium Dei
- sjálvan pávan í Roma, og á
somu ferðini rak hann framvið
Oljufjallinum og gekk seg fram á
spádómarnar hjá Jeramia, um at
"frá Oljufjallinum skal boðskap-
ur ganga út, sum menn skula
fegnast av at hoyra."
Boðskapurin kom frá kendum
andsmenni, sum legði botnin
undir siðmenningina vestanfyri
og í stórum parti av heiminum.
Undir viðtøkurnar hjá Sam-eind-
um Tjóðum. Ein moralskur,
etiskur og sosialur byltingar-
maður. Besta prógvið um, at
skroypiligir mýruvongir,
materiunnar trælir, hvørki við
sáplum, riflukúlum ella naglum á
krossinum megna at steðga
ávirkanini frá halgimonnum,
teimum andaligu tíansheldur
teimum politisku. Í kendu fjalla-
prædikuni, sum er átøk einum
manifesti, lýsir hann bersøgið,
hvørji tey sælu eru, síðani slær
hann fast við sjeytummaseymi:
"Tit eru salt jarðarinnar; men um
alt saltið dovnar, hvørjum skal tá
verða saltað við? Tað dugir onki
longur uttan at verða blakað út
og traðkað undir mannafótum."
Síðani koma orðini: "Tit eru ljós
heimsins." Og illani slepst undan
staðfestingini: "Eygað er ljós
likamsins. Er tí eyga títt frískt,
verður alt likam títt ljóst."
Og nú standa vit her á Tvør-
oyri og heiðra hesum føgru
blómunum, ið eru sprotnar úr
føroyska miðnámsverkinum.
Eftir skiftandi rák, gongutúrar í
dimmum dølum og gevandi
frælsi í mjúkligum líðum, er
sinnisstøðan euforisk, soleiðis
eigur løtan at vera, táið mikið
starv og stríð hevur flutt teg fram
á næsta løðarsteinin í lívinum.
Ment og gjørt teg ferðabúnan til
næsta leikin í talvinum. Og nú
velst alt um kærleika, trúgv og
vón. Hornasteinarnar. Nú ræður
um sálarstyrkina hjá Pól F.,
sannføringina um egnan mátt,
um at peila av og stinga gradi-
stokkin í jørðildi, sum social-
realisturin Martin Joensen og at
síggja allan heimin sum ein
møguleika - á sama hátt sum
kosmopolitturin Kristan Osvald
Viderø. Tit eru salt jarðarinnar,
ljós heimsins og eygu tykkara
ljós likamsins.
Tilfeingið er nógv brúkt orð í
tíðini. Og ymiskt er hvussu
hugsað verður um hetta hug-
takið, og eisini um hvørt høpið
tað verður sett í. Líka relativt
sum alt annað í lívsins litbroti.
Líka so litríkt sum gleivandi
ælabogin, ið er burtur áðrenn tú
varnast. Og oftani eitt so misskilt
hugtak, at tú sært ríðini av
skammlopum glampa handan
skallabeinini á fólki.
Í Føroyum tykist tað, sum um
onki annað tilfeingið er, enn
hesir stertarnir, ið higartil hava
verið so kræsnir, at teir hava ikki
bitið á blekksprutturnar úr
Suðuríshavinum og tey fáu
tandrini, ið hava megnað at
smogið sær undan trolgapunum
táið bobbensirnar fara dansandi
eftir landgrunninum, og so teir,
ið enn ikki hava vilt seg inn á
avhegnaðu havleiðirnar
vestanfyri. Hetta er eftirhondini
vorðið ein psykosa. Ein fella.
Higartil hevur totali intelligens-
urin í landinum start seg blindan
í tilfeinginum, ið svimur á land-
grunninum og donsku ríkisveit-
ingina. Ein buffari sum er vikn-
aður, men framvegis doyvir
framsøknið og blindar eyguni
fyri møguleikum, ið sjálvandi
høvdu flutt fokusið, um defini-
tiónin av hugtakinum tilfeingið
var snarað ein hálvan sólarring.
Tit eru tilfeingið. Høvdið á
tykkum og øllum okkara ung-
dómi er ressourcan. Ikki fyrrenn
hendan kreddan fær virknað, er
vón fyri einum sjálvberandi
búskapi og eini tjóð, sum stendur
uppi av sær sjálvari. Vit hoyra nú
aftur ávaringarnar frá ICES.
Samfelagið fer nærum í coma.
Ár undan ári. Vælferðin stendur
og fellur við tilgongdini í fiska-
stovnunum. Og soleiðis verður
lagið, um broyting ikki kemur í,
og mál verða sett fyri hvussu vit
koma okkum burturúr hesum
trauma, at tað ið svimur á
føroyskum havleiðum avgerð lív
og lagnu fólksins. At náttúru-
viðurskifti og skiftandi veiðitrýst
skal vera regulatorurin í
møguleikum og menning.
Føroyar eru onki eindømið í so
máta. Hetta er regulin heldur enn
undantakið. Heil meginlond
liggja lamin av hesum og av
ongari vinnupolitiskari stýring.
Afrika, Latínamerika og allur hin
gamli eysturblokkurin.
Tilfeingið, útbúgving og væl-
ferð. Hesi orðini hanga neyvt
saman. Og søgan vísir okkum, at
útbúgvingarmøguleikar og væl-
ferð hanga proportionalt saman.
Harvið er eyðvitað hvar til-
feingið liggur. Hjálandaveldið
okkara, Danmark, er kanska
heimsins besta dømi um, hvussu
tað kemst burturúr eini tilfeingis-
fellu. Tvs. burturúr einoygdu
fatanini um, at natúrligu
ressourcirnar, ið hoyra landinum
til, eru einastu lunnindini, ið
Tað hanga ikki allir ly
Tit eru tilfeingið.
Høvdið á tykkum og
øllum okkara ung-
dómi er ressourcan.
Ikki fyrrenn hendan
kreddan fær virknað,
er vón fyri einum
sjálvberandi búskapi
og eini tjóð, sum
stendur uppi av sær
sjálvari segði
Tórbjørn Jacobsen,
tingmaður í røðu síni
á pisufundi á Tvøroyri
á Jóansøku. Vit prenta
røðuna
Suðuroy eru nú floygdar. Mentar í eini bráðpannu í Suðuroy, sum gevur tykkum allar møguleikar frameftir. Búnaðar í einum skúla, sum eisini hevur givið
ein kollosalan socialan synergi segði Tórbjørn Jacobsen, tingmaður í røðu til pisurnar á Jóansøku.
38
Nr. 124 - 2. juli 2005