leygardagur 2. juli 2005síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 124 - 2. juli 2005
39
vælferð kann vinnast burturúr.
Parturin av útflutningi teirra,
sum nú verður transformeraður
úr natúrgivna tilfeinginum,, er í
dag at kalla ongin, ella forsvinn-
andi lítil. Skilagóður politikkur,
hóvligur fakfelagspolitikkur,
sterkt útbúgvingarverk, dyggar
sosialar skipanir, altjóðagerð og
klókir heilar hava snara sam-
felagnum, soleiðis, at tað í dag
telist ímillum heimsins fremstu.
Og táið vit í hesi løtu eru so
heppin, at standa her, miðskeiðis
í sosialdemokratiska metropolin-
um - á Tvøroyri, har socialistisk-
ir oddvitar, saman við fólkinum,
royndu eksperimentið, at smíða
lokalsamfelagið á ideologiska
grundvøllin hjá Marx, undir
herrópinum frælsi, javnaður og
brøðralag, so slepst ikki undan at
nevna týðningin, sum klassa-
kampurin hevur havt fyri menn-
ingina í vælferðini - í londunum
íkring okkum. Hugsi serliga um
skiftið, sum kom, táið intelli-
gensurin varð loystur frá kapital-
inum, var loystur úr sínum fjøtr-
um, og børnini hjá arbeiðandi
fjøldini fingu somu útbúgvingar-
møguleikar sum børnini hjá
teimum, ið sótu á samfelagsins
ovastu rókum. Peninganna
Parnassos. Hetta tykist alt so
sjálvsagt í dag, at gloymskan
fjalir sannroyndina, at tá varð
opnaður ein ventilur inn í fram-
tíðina, so víður og magnfullur, at
teir ið ofraðu sítt lív á politiska
vígvøllinum í so máta, neyvan
vistu, at teir skumpaðu undir
eina flóðaldu, ið kom at hava
eina so kollosala menning við
sær.
Og fyri at taka afturí aftur
eksperimentið. Við øllum sínum
sigrum, tapum og feilum. So
fekk hesin føroyski paralellurin
til Parísarkommununa stóra
ávirkan á viðurskiftini í øllum
landinum. Samdur ella ósamdur.
Stórir politiskir figurar gróðu
eisini uppúr hesum nýlendinum.
Og hóast man ikki røkkur uppá
øklarnar á nøkrum teirra, so kom
eg einaferð at nevna tríggjar
socialdemokratar sum mínar
politisku fyrimyndir: Ernest
Bevin, Per Hækkerup og Atla
Dam. Bevin, arkitekturin, í
royndini at gera Bretland til eitt
framkomið vælferðarsamfelag,
onkur hevur kanska hoyrt um,
táið hann korporliga leyp á
Molotov undir samráðingum eftir
stríðsárini. Per Hækkerup -
hildin at vera stórsta politiska
flogvit, sum Danmark hevur
fostrað. Á samráðingarferð í
Bretlandi undraðist Daily Mirror
á, at hann ímillum stóru politisku
fundirnar altíð gjørdi eitt rend
inn á hissini pubbar, fyri at
sløkkja sær tostan og súgva í seg
angan frá brennandi sigarbløð-
um. Hann mundi vera troyttur av
áhaldandi Oxford-sjargongini á
stjórnarstovunum, tí sum hann
tók til: Hetta vóru fundirnir, ið
gjørdu munin: "Bara táið tú
lurtar eftir og tosar við vanlig
menniskju, hoyrir tú tjóðarinnar
hjartabankan og puls." Og nú er
Atli eisini farin. Stórsta politiska
natúrtalentið í Føroyum í nýggj-
ari tíð. Vitugur, bræsin og
arbeiðssamur. Ikki sørt at teir
líkjast hesir tríggir, og Atli
mundi ikki eiga so lítlan lut í
leikinum, táið økismenning kom
í miðnámskervið í Føroyum, og
suðuroyingar fingu møguleikan
at vinna sær hetta nám í oynni.
Hann var oddviti landsins um tað
mundið.
Frammanundan var Hoydalar
nationala bráðpannan í mið-
námskervinum. Var ein av
teimum hepnu, sum fekk tann
møguleikan. Og hóast lítið kom
burturúr, fakliga, og onkur
ongantíð varð floygdur, varð
liggjandi eftir í reiðrinum, so
fingu hesi árini, í Dalinum
Fagra, ófatiliga stóran týðning
fyri øll, sum upplivdu tað
privilegiið. Tvørgeografisk
vinarbond vórðu knýtt, sum
ongantíð kámast. Hetta var tíðin,
sum Sámal Ravnsfjall syngur so
væl um, eftirglóðin frá ung-
dómsuppreistrinum, táið hasj-
tokurnar hingu yvir San
Francisco og vit kýttu okkum
sum jørð- og betongarbeiðarar,
verkamenn í sildini og sum
lastbilsjafførar, fyri at fáa javn-
vág í fíggingina og konsumer-
ingina av hesum vælsignaða
elefant-ølinum, sum gjørdi
okkum vikuskiftini so hendinga
áhugaverd og lagalig. Lesnaðurin
var fyri tað mesta handan form-
ligu dagsskránna, politiskur,
ideologiskur og filosofiskur.
Hetta var um tað mundið, táið
amerikumenn góvu skarvin yvir í
Vietnam, Salvador Allende kom
til ræði í Kili. Varð feldur av
amerikanskum kapitaláhuga-
málum, táið kilienska hernaðar-
ísinkrammið stormaði forseta-
borgina í Santiago, tá ið
fascistarnir kvettu hendurnar av
heimsgitna troubadourinum
Victor Jara, frælsisrørslurnar í
Afrika fóru at taka dik á seg og
melankolska eygnabráið á Che
stardi niður av bróstinum - í at
kalla hvørjum studentabýli. Vit
vildu uppreistur, bylting og ein
rættvísan heim.
Og lívið er nú einaferð soleiðis
samanskrúvað, at javnvág er í
yvir longri tíðarhvarv. Ættarliðini
eftir okkum høvdu aðrar kreddur.
Persónliga ambitiónsstøðið
mentist, alpuhúgvurnar hvurvu,
palæstinensisku turrukløðini
somuleiðis og útforsjoraðu
kóvboybuksurnar vóru útskiftar
við nálastríputar habittar og
menn gingu við stressmappu og í
spískum svartaskóm. Tulkaðu
heldur Bíbliuna enn Kommun-
istiska Manifestið. Tóktust meira
amerikanskir og globalir í
verumáta. Og eisini hesi sita í
landsins lyklastørvum í dag.
Ímeðan politisku tjóðskapar-
hetjurnar í gjár, ganga sum
euforiseraðir hanar í dag, við
donskum riddarakrossi í revers-
inum, við vinskum hálsi, brattari
pannu og dummstoltari gron,
bundnir niður og at danska
kongsveldinum, tosa føroyingar
um globalisering, altjóðagerð og
visiónir fyri 2015. Í eini koloni
hanga hesi hugtøkini ikki saman.
Hvørjar visiónirnar skulu vera og
hvussu globaliseringin um somu
leið skal skipast, í eini politiskt
niðurbundnari tjóð, tað kann
bara tann góði Guð vita. Her má
vend koma í, sum ein góður
javnaðarmaður tók til fyri
seinasta løgtingsval.
Pisurnar úr miðnámsskúlanum
í Suðuroy eru nú floygdar. Ment-
ar í eini bráðpannu í Suðuroy,
sum gevur tykkum allar møgu-
leikar frameftir. Búnaðar í einum
skúla, sum eisini hevur givið ein
kollosalan socialan synergi. Tí
ræður um, at leggja stríðið um
plaseringar av bygningum niður,
at fáa semju, soleiðis at smáligt
kegl ikki órógvar komandi
ættarlið í oynni. Ábyrgdin, at
menna oynna liggur á okkum og
tykkum, tað skal økismennast,
tað skal umfordeilast og tað skal
investerast, soleiðis at tit kunna
venda heimaftur eftir loknan
lestur í útheimi. Og vælsignaði
fari út í heimin og flyti hann
heimaftur við tykkum. Fari so
víða sum tilber. Um allan
heimin. Soleiðis at Suðuroyggin
aftur fær tað altjóða flow, sum
hon einaferð var so sera kend
fyri. Men svølgi ikki globali-
seringshugtakinum treytaleyst,
nú ræði hjá kapitalinum, saman-
renningin av kapitaláhugamálum
og ein eirindaleys vinnukapital-
istisk stýring av heimspolitikk-
inum er trendurin. Kravgongur-
nar og uppreisturin í La Paz í
Bolivia er kanska byrjanin til
eina nýggja tíð. Tey fæleysu,
indiánararnir og fátæku bønd-
urnir finna seg ikki í globali-
seraðu kapitalistisku eyðræn-
ingini, av landsins tilfeingi,
longur. Hetta eru somu fólkini,
sum Che ikki fekk á tal, áðrenn
amerikanskir lakajar tømdu
magasinið á eini skambyrsu í
búkin á honum í 1967. Men
sáðið hann plantaði ber nú
vøkstur og Latínamerika er
kanska í fer við at fóta sær, nú
fascistiskir juntaleiðarar eru
riknir frá valdinum í fleiri
londum í seinastuni. Kanska
hómast glóðin, sum fær triðja
heimin at kvaklast og at menna
seg í mun til eyðsýndu møgu-
leikarnar á hesum leiðum.
Tit standa nú frammanfyri
eksistensiella valinum. Hvørja
lestrar- og yrkisleið tit skula
ganga. Heimsmeistarin í talvi,
Alexander Aljechin, segði
einaferð, at eitt mannalív var alt
ov stutt til at finna útav øllum
kombinatiónsmøguleikunum á
einum talvborði. Tí ræður um at
velja eftir egnari styrki og ikki
minni eftir hugi og áhuga. Tí
vituliga sita ikki allir lyklar við
eitt grúpanslær. Jean-Paul Sartre
hevði fylt hundrað í hesum
døgum. Eksistensialisman.
Frælsa valið. Tað er knæsett, og
skal vera tað. Men rættast man
vera, at velja soleiðis, at tín
styrki styrkir felagsskapin
uppaftur meira. Bara soleiðis
kemst víðari. Eisini sæð í
ljósinum av kenda ørindinum hjá
Pól F.:
So trælkað er eingin tjóð í heimi,
sum ei harðmælt sítt sjálvræði
krevur,
men undir Dannimarks
skjúrtufaldi
kolonistýrdur føroyingur
svevur.
Blíðan byr í framtíðar námum.
Góða eydnu við tjóðarbyggingini
í Føroyum og menningini av
frægu oyggj tykkara og hjartaliga
tillukku við próvnum. Og takk
fyri at eg varð boðin suður, at
gera av mær nøkur hugastroyggj,
sum tit kunnu vera líka so samd
og ósamd við, - sum tit vilja og
ynskja. Sigi bara sum Harga-
skaldið, eg lati meg í hvussu er
ikki vika frá mínari meining.
Hartil skula argumentini í hvussu
er vera knasandi góð og skilvís,
og lúturin sterkur, og eg hugsi, at
tit hugsa tað sama, hvør í sínum
lagi. Samfelagið verður eitt
kvink áhugaverdari, táið hvør
fuglur syngur við sínum nevi, og
rætturin at trúgva, hugsa og tosa
verður varveittur á demokratiska
grundvøllinum, sum vit nú
einaferð havt valt at skipa okkara
samfelag á. Takk fyri og mátti
Jóansvøkan framhaldandi roynst
tykkum dygg í døgunum sum
koma.
yklar við grúpanslær!