Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-02, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. juli 2005síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 67 - 9. apríl 2005 EIN ÚTRÓÐRARTÚRUR Rógvi L. Svøðstein Ein vakran februardag í ár var eg ein útróðrartúr við Søkanum á Norðhavinum. Hýrurin var góður á monnum, og meðan vit riggaðu til, tosaðu vit, sum vera man, um fisk og fiskaprís. Prísurin hevði ikki verið tann besti ta seinastu tíðina, men nógvur fiskur var at fáa, so tað var týðiligt, at menn vóru spentir. Kósin varð sett Tá vit høvdu fingið allar 70 línurnar umborð, loystu vit frá bryggju og settu kósina norður gjøgnum Djúpini. Tað tók okkum einar 4 tímar at stima út á fiski- leið, so meðan vit stimaðu, gjørdu vit klárt at seta. Eftir hetta var farið inn í messuna at fáa okkum ein kaffimunn og eina sigarett. Komnir á fiskileið, tók skip- arin frá motorinum fyri at vita, hvussu rákið var. Rákið má helst ikki vera meira enn eina sjómíl, tá ið sett verður, tí so er vandi fyri, at línan fer ov langt, og tað, at hýsan tekur ikki væl, um tað rekur ov hart. Hetta er eisini tann tíðin á árinum, mest hýsa er at fáa, og tí er umráðandi at nýta ta vitan um línuveiðu kring Føroy- ar, sum gamlir útróðrarmenn hava ognað sær gjøgnum tíðirnar. Tá rákið var linkað so mikið, at ráðiligt var at seta, byrjaðu vit. Eg hevði til arbeið at kasta boy- urnar, meðan ein annar maður var afturi á reyvini og bant línurnar saman. Og skiparin, hann sat alspentur í skiparastól- inum og eygleiddi skriftina á ekkóloddinum. Bert tríggir mans eru til arbeiðis í senn, eisini tá ið línan verður drigin innaftur, tann fjórði maðurin hevur so møgu- leikan at leggja seg eina løtu. Hetta er ein arbeiðsskipan, ið kom sera væl við hjá monnum, serliga hendan túrin, tí aldurnar norðanfyri vóru rættuliga høgar, og nógv rull møðir jú kroppin. Alt gekk væl, meðan vit settu, uttan tað, at ein tvíburi rann út. Soleiðis verður tað nevnt, tá tvær línur renna út samstundis. Tá vit vóru lidnir at seta allar 70 línur- nar, fóru vit inn í messuna, har skiparin hevði stokt okkum bratwurstpylsur. Nógvur fiskur á Mettir og væl fyri, løgdu vit síð- ani á. Maðurin, sum av misgáum kom til at seta tvíburan, var fyrstur at standa við rulluna. Tað sást beinanvegin á línuni, at nógvur fiskur var at fáa, so har var ikki annað hjá mær og triðja manninum at gera enn at kryvja fiskin, ið rullumaðurin væl nøgdur kastaði til okkum. Bert ein lítil løta gekk til, vaskikassin var fullur av hýsum. Og eins og teir gomlu nýttu vit eina kurv at tøma kryvji- og vaskikassan við. Fiskurin verður fyrst kruvdur í ein kassa við sjógvi at vaskast, tí um hann ikki er væl vaskaður, áðrenn hann fer í ein fiskakassa í lastini ella á dekkinum, fæst ikki besti prísur fyri hann. Soleiðis varð so arbeitt tað mesta av túrinum - vit kruvdu, vaskaðu og koyrdu hýsurnar og eitt lítið sindur av toski í fiskakassar. Men sjálvandi, tað er eisini annað arbeið at gera umborð á slíkum smáum útróðrarbátum. Millum annað skulu allar línur- nar dragast aftur á reyvina, so hvørt sum tær koma inn, tí pláss er ikki fyri teimum á dekkinum. Tá ið liðugt var at draga, høvdu vit góð 11000 pund av hýsu. So ein kann ætla, at lagið var av tí allar besta umborð. Skiparin hevði riggað tvær leski- ligar dunnur við brúnari sós og eplum til okkara. So eftir at vit høvdu ruddað og spulað dekkið, fóru vit svangir, glaðir og møddir inn í messuna at fáa okkum at eta. Einki er so gott sum at fáa ein góðan bita og hvíld eftir ein strævnan túr á Norðhavinum. Vit høvdu viðrák allan vegin heim aftur. Men tann besta kenslan á øllum túrinum var hóast alt at síggja okkara føgru og máttmiklu oyggjar rísa upp úr havinum, so hvørt sum vit komu nærri at teimum. Hetta er ein kensla, ið allir føroyingar - fyrr ella seinni - áttu at givið sær sjálvum stundir at uppliva. Heimkomnir Komnir at bryggju, var bert eftir at skipa fiskin upp á land og fáa línurnar niðan í egningarskúrin, so at teir føstu egnararnir sluppu at arbeiða tær. Alt í alt - og sjálvt um tað rullaði illani - ein sera góður og minniligur túrur, ið altíð kemur at eiga eitt serstakt rúm í mínum hjarta. Søkin var eisini nógv tann besti útróðrar- báturin hendan dagin, so vit kundu ikki vera annað enn glaðir og stoltir, og kanska serliga glaðir, um hugsað verður um hýruna. Ein roktúrur á Norðhavinum Til tíðir er tað ríkt at sleppa at steðga á eina løtu. Møguliga ein verður heppin og kemur at føla angan av onkrum, ið víkur frá yrkinum, ein dagliga fæst við Hugaligt er at standa við rulluna, tá nógvur fiskur er at fáa Dagsins fongur verður skipaður upp á land Tað er altíð stuttligt at leggja at bryggju - sjálvt eftir ein stuttan túr Eftir at lagt er at bryggju, verða línurnar lagdar upp á land, so at egnararnir beinanvegin kunnu gera línurnar klárar til næsta túrin