leygardagur 2. juli 2005síða 41
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 124 - 2. juli 2005
41
Tak bókina við
í fjøruna
Nú summarið er komið, og tíð er
at vera úti í nátttúruni, hevur
Føroya Skúlabókagrunnur givið
út bókina Dýr og plantur í
fjøruni.
Bókin egnar seg væl at hava
við oman í fjøruna, tí síðurnar
eru plastviðgjørdar, so tær tola
meir enn vanligt pappír, og
støddin ger, at hon er løtt at hava
hjá sær. Góðar litmyndir og
tekningar av plantum, tara, fiski,
krabbadýrum, skeljadýrum og
øðrum botndýrum, so væl skuldi
borið til at funnið navnið á tí,
sum livir í fjøruni.
Sólgerð Andreassen hevur týtt
og lagað til føroysk viðurskifti úr
norskum. Pól Jespersen, Astrid
Andreasen og Sólgerð
Andreassen eiga føroysku
myndirnar og tekningarnar.
Magnus Gaard og Jan Sørensen,
lívfrøðingar, hava fakliga
viðgjørt handritið.
Í skúlanum er Dýr og platur í
fjøruni hent handbók at hava, tá
farið verður út at kanna fjøruna.
Bókin er ætlað fólkaskúlanum,
men kann nýtast av øllum, ið
hava áhuga fyri lívinum í
fjøruni.
Bókin er 59 blaðsíður, og tað
er Føroyaprent, sum hevur havt
prentumsitingina um hendi
Dýr og plantur í fjøruni,
Føroya Skúlabókagrunnur, 2005
Flekk fyllir 25 ár
Væl umtókti hundahvølpurin
Flekk fyllir 25 ár, og í hesum
sambandi hevur Bókadeildin
givið út tríggjar nýggjar bøkur
um Flekk og vinir hansara.
Fyrsta Flekk bókin kom út í
1980, og tað vísti seg skjótt, at
enski teknarin Eric Hill, hevði
rakt okkurt, sum børnum hava
dámað. Uttan iva, tí við Flekk
bókunum skulu børnini ikki sita
í friði og lurta, men heldur spæla
við bókina.
Flekk á bóndagarðinum er ein
bók, sum er grundað á kenslu-
sansin. Í bókini hjálpir Flekk til
á bóndagarðinum, og børnini
kunnu nerta við myndirnar og
fáa eina kenslu av m.a bleytum
høsnarungum, ullintum seyði,
snýðinum á grísinum ella
rusputum hoyggi.
Bókin er prentað á hart papp
og er egnað til tey smæstu
børnini.
Flekk stuttleikar sær og Flekk
spælir eru tvær málibøkur,
egnaðar til størri børn. Í bókun-
um eru 48 sera stuttligar myndir
av Flekki, familju og vinum
hansara og undir myndunum er
ein lítil frágreiðing um, hvat tey
takast við. Vaksin kunnu lesa fyri
børnunum ella børnini, sum júst
eru byrjað ella hava nakrar
royndir at lesa, kunnu sjálvi lesa
tað, sum stendur undir myndini.
Litbøkurnar eru í A4 stødd, so
myndirnar eru stórar og lættar at
lita. Við bókunum fylgir oljukrit,
so børnini kunnu byrja at lita
beinanvegin.
Nýggju Flekk bøkurnar fáast
um alt landið.
Jákup Magnussen,
útvarpsvertur
Hvørja bók lesur tú í løtuni?
- Vinden Er min Moder eftir
indianaran Bear Heart. Bear
Heart er medisinmaður, sum
eisini hevur lisið vesturlendska
sálarfrøði og heimspeki. Eg lesi
bókina, tí í løtuni hava teir uni-
versellu spurningarnir mín stóra
áhuga. Ikki vænti eg at fáa enda-
lig svar, men ábendingar og veg-
leiðingar kann eg saktans brúka.
Bókin er fyrst og fremst ein inn-
føring í at liva eitt gott lív; bæði
verðsliga og andaliga. Stutt sagt
er tað kærleiki til alt, sum livir
og andar. Hann nemur við nógv,
sum vit innast inni eru greið
yvir, men ikki megna at liva eftir,
tí vit eru so gramm, egoistisk, og
maktsjúk. Hann sóknast eftir
okkara takksemi og áliti á Gud.
Er tað onkur bók, tú minnist
serliga væl?
- Eg las 7 Ár í Tibet fyri eini 10-
15 árum síðan. Tað er tann besta
ferðafrásøgnin, eg nakrantíð havi
lisið. Talan er um eina ótrúliga
ferð hjá eysturríkaranum Hein-
rich Harrer. Við krígsbyrjan var
hann staddur í India. Men
bretska valdið á staðnum vildi
hava fatur í honum, tí hann var
týsktmæltur. So, hann gjørdi ikki
mætari enn at leggja til beins upp
í Himmalaya. Tað tók honum
fleiri ár at koma leiðina fram til
tibetanska høvuðsstaðin, Lhasa.
Bókin bjóðar nógv drama, og
Heinrich Harrer nýtir nógv
snildni fyri at gjøgnumføra ferð-
ina. Bæði fjallaløgreglan, brots-
menn og aðrir royndu at gera
honum lívið svárt, men tað gekk
kortini. Hann gjørdist læru-
meistari hjá smádronginum Dalai
Lama, og teir nærum fylgdust úr
Tibet, tá Kina hersetti landið. 7
Ár i Tibet er ein lýsing av,
hvussu menniskju eru og hvussu
nógv, vit í veruleikanum eru før
fyri, tá á stendur. Men hon snýr
seg eisini um kærleika. T.d.
sýndu tibetanaranir stóran kær-
leika til Móður Jørð og tað, sum
av henni livir.
Hvør var fyrsta bókin tú las?
- Tjaa ... Robin Hood var í
hvussu so er ein tann fyrsta, sum
eg las sjálvur. Robin Hood gjørdi
uppreistur móti tí valdssjúku
yvirvøldini. Tað var seint í mið-
øld, tá bæði kongur og kirkjan
gingu saman um at halda fólkin-
um niðri fyri einhvønn prís.
Hood vísti eisini á næstrakær-
leikan, sum enn tann dag í dag
hevur trong kor í hesum parti av
heiminum. Men í Robin Hood
var eisini vakur kærleiki millum
mann og kvinnu - og tað dámdi
mær væl ...
Hvørja bók vildi tú ynskt, tú
hevði lisið?
- Tá eg verið 70, havi eg nokk
granskað Koranina og Gamla
Testamentið væl og virðiliga. Nú
nevni eg tvær bøkur, tí hesar
báðar eru nær knýttar. Nógv stríð
í heiminum kemst av, at summi
liva eftir Koranini, meðan onnur
liva eftir Gamla Testamenti.
Sjálvandi er tað bara ein partur
av sannleikanum, men lat tað
hvíla hesuferð. Bæði jødarnir og
arabarnir hava jú Abraham sum
"abba". Teir hava í nógvar øldir
livað lið um lið í Miðeystri, so
hesar báðar bøkurnar eru sera
áhugaverdar sum eitt samlað
studium.
Hondina á hjarta - lesur tú altíð
eina bók lidna?
- Nei, so avgjørt ikki. Mín tíð er
dýrabar, so eg lesi bara bøkur,
sum siga mær nakað. Tá fyrsti
partur av bókini er lisin, taki eg
støðu til, um eg skal halda fram,
ella velja eina aðra. Í onkrum
føri hevur tað eisini nakað við
høvundin at gera. Summi fólk
duga betur at siga søgur enn
onnur. Soleiðis er tað bara. Vit
gera royndir alt lívið. Annars
kunnu vit ikki mennast.
Eg og bøkurnar
Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard
e-postur: anna@sosialurin.fo
Landsbókasavnið boðar frá, at
tey við gleði taka ímóti
ritgerðum, ið føroysk lesandi
skriva undir hægri lestri.
Lesandi, kandidatar o.tl., sum
senda Landsbókasavninum
handrit, antin til ognar ella at
avrita, verða biðin um at fylla
eitt oyðublað út, og senda tað
saman við ritgerðini.
Oyðublaðið liggur klárt at takað
niður á heimasíðuni hjá
Landsbókasavninum, www.flb.fo
ella fæst við at venda sær til
Landsbókasavnið.
Fráboðan:
Innsavning av ritgerðum
Jákup Magnussen
kundi hugsað sær at
granska Koranina og
Gamla Testamentið
fyri at vita, hví
átrúnaðarliga stríðið
heldur fram
Mynd: Jens K. Vang