Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-02, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. juli 2005síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 124 - 2. juli 2005 Gisela Eliasen, stud.scient.mol-bio Bogi Eliasen, cand.scient.pol Í sjálvari granskingini, verður oftast býtt í sonevndar reduktion- istar ella einfaldsgerðar og organisistar sum hava eina heildaráskoðan.. Reduktionistar Reduktionistar (einfaldsgerðar) kanna partar av heildum, tí mett verður grunnleggjandi neyðugt at skilja partarnar, fyri at skilja heildina. Á henda hátt verða torgreiddir partar einfaldsgjørdir (reduseraðir) til ótorgreiddar eindir, sum síðan verða kann- aðar, fyri at skilja samanhangin. Reduktionisma er nógv brúkt, tí tað er tann effektivasti gransk- ingarhátturin at finna einfald atvoldarsambond (kausalitet) og soleiðis frágreiðing uppá torskildar spurningar. Organisistar Organisisma ella heildaráskoðan, sum eisini verður nevnd materiel holisma, tekur støði í heildini, og heldur at heildin er meira enn summurin av pørtunum tilsam- ans. Dentur verður lagdur á at kanna hvussu partarnir hanga og virka saman, ikki bert hvussu sambandið er millum tveir partar, sum reduktionisman ger. Organisisman brúkar ofta reduktionismuna fyri at kanna partarnar, men heldur tað vera neyðugt at hyggja eftir heildini eisini, fyri at fáa røtt úrslit Siðsemiligi parturin Í tí siðsemiliga partinum verður ofta býtt sundur í gagsiðsemi, (utilitarismu), og ábyrgdarsið- semi (deontologi). Gagnsiðsemin Gagnsiðsemi verður ofta settur í samband við tankarnar hjá Jeremy Bentham og John Stuart Mill, sum í stóran mun eru grundtankarnir undir okkara vælferðarsamfelagi. Í hesum hugsunnarhátti er tað mest umráðandi at skapa mest gagn og eydnu. Tær raðfestingar, sum hava hetta úrslit, eru tær røttu avgerðirnar. Altso, so er mest umráðandi at hugsað um avleiðingarnar av avgerðum. Í biotøknini merkir tað, at framstig, sum betra um felags- støðuna tilsamans skulu brúkast. Tað merkir, at eitt ávíst nýbrot, sum samanlagt betrar um t.d heilsustøðuna, skal gagnsnýtast, og at tað er beinleiðis skeivt ikki at gera tað. Ábyrgdarsiðsemi. Í hesum hugsunnarhátti verður ofta víst til Immanuel Kant. Ábyrgdarsiðsemi hevur í mun til gagnetikkin ávís grundleggjandi mørk. Meðan gagnsiðsemi altíð metir um felags ágóðan, so er hornasteinurin í ábyrgdarsiðsemi, at ávís mørk ikki mugu brótast, t.d rættur einstaklinga, sum er meiri umráðandi at verja, enn t.d.at øll fáa tað betri. Ábyrgdarsiðsemi verður ofta tengtd at átrúnaði. Reduktionistar hava lyndi til at taka undir við gagnsiðsemir, meðan organisistar hava lyndi til at taka undir við ábyrgdasiðsemi. Vit fara her at royna at lýsa støðurnar við nøkrum feskum dømum. Egg flokking Í 2004 bleiv tað í Danmark loyvt at flokka gitin mannaegg. So- leiðis at tað í konkretum førum ber til at flokka egg, tvs. velja egg við serligum eginleikum, til eftirgjørdan gitnað. Orsøkin til hesa lógarbroyting var sonevnda Jasonmálið, har foreldur Jasons ynsktu at fáa eitt donorbarn til Jason, so at hetta kundi lekja Jason, sum var sjúkur av Fancony Anæmi Hetta merkti, at foreldrini ynsktu at fáa eitt barn, men samstundis tryggja sær, at barnið fekk sama vevna sum Jason, soleiðis at navlastrongs- blóðið kundi brúkast til at seta blóðframleiðsluna í gongd og harvið lekja sjúkuna. Hetta kundi gerast við at kanna eggini og so velja burturúr við ynsktu eginleikanum og síðan nýta eftir- gjørdan gitna. Undan hesum var viðgerðin møgulig í t.d. USA, sum familjan hjá Jason eisini gjørdi, men nú er hetta eisini møguligt á t.d Skejby sjúkrahúsi og Ríkissjúkrahúsinum. Tvístøð- an í hesum sambandi er, at farið verður inn, og at valt verður millum eginleikar hjá gitnum eggum Upprunakyknur Gransking í upprunakyknum verður í stóran mun gjørd í vrakaðum eggum, sum vóru ætlaði til eftirgjørdan gitnað. Henda gransking fevnir víða, og er ein av teim meira einfaldu ætlanunum at brúka upprunkyknurnar til at gera brósk, sum so skal brúkat til ítróttarfólk við bróskskaðum í knøðunum, soleiðis at tey fáa knøini í rættlag aftur. Gransking í embryonum ella fostrum Tvídrátturin í embryonalgransk- ing er spurningurin um lív. Serliga átrúnarliga verður ofta funnist at hesari gransking. Embryonfasan er sambært Jørgen Falk Larsen tær fyrstu 8 vikurnar. Embryonsku uppruna- kyknurnar hava eginleikan at menna seg til ymsar vevnaðir. T.d. er lógin í Danmark í ár broytt soleiðis, at fostur fáa rættindi í 22 viku, har tað fyrr var í 28 viku. Nú verður mett, at eitt barn er liviført frá umleið 18.-20. viku. Í Danmark skal eitt gitið egg burturbeinast, um tað ikki er brúkt áðrenn tvær vikur eru farnar. Reduktionistar halda ikki at talan er um lív, men um evnarfrøðislisligar sambindingar og gagnsiðsemisfólk velja at hyggja at ágóðanum at granska í embryonum. Partar av ábyrgdar- siðsemisfólki meta, at talan er um lív, sum verður tikið, og tí skal ikki granskast í hesum. Kloning Í Danmark er mannakloning ikki loyvd. Men t.d. í Australia hevur síðan 2002 verði loyvt at granska í avlopsembryonum, og nú verð- ur umhugsað at víðka møguleik- arnar. Nýggjasta frambrotið vit hava sæð á breddanum í heims- pressuni, er kloningin í Korea av embryonalum upprunakyknum. Hesi dømi eru bert fyri at vísa á, at arbeitt verður kloning av menniskjanum. Mark fyri gransking Tey mest progressivu í ílegu- granskingini halda ikki, at nakað sjálvsagt mark skal vera í gransking. Ásjónin er reduktion- istisk, og mett verður at alt sum kann betra, mett frá gagnsið- semiligum sjónarmiði, skal brúk- ast. Bæði sum lekjandi og beinleiðis betrandi. Organisistar royna og hava hug at vilja koma sær við í tí lekjandi partinum. Men tá tað kemur til spurningin um beinleiðis at brúka tøknina til at betra um einstaklingin, verður hetta aftur- víst m.a. við tí grundgeving, at eingin veit um aðrar avleiðingar Siðsemi í íleg Biotøkni og serliga tøknin í ílegum, ella tað vit vanliga nevna gengransking, elvir til at vit skulu taka støðu til nakrar grundleggjandi spurningar. Ofta verður kjakjast um, hvussu langt eigur at vera farið í hesi tøknini. Í hesi grein fara vit at royna at greiða frá sjónar- miðum í biotøksiðsemi. Viðmerkjast skal, at vit í hesi grein bert hava tikið tað, sum eftir okkara tykki eru høvuðhugsann-arhættirnir innan siðsemi í ílegugransking. Tí er talan ikki um, at vit nevna allar hugsunnarhættir, eins væl og at bæði gagn-siðsemi og ábyrgdarsiðsemi verða býtt í undirbólkar, sum vit ikki hava viðgjørt ella tikið við