leygardagur 2. juli 2005síða 43
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ella um ein slík betring t.d.
oyðileggur aðrar eginleikar.
Ábyrgdarsiðsemin heldur, at tað
ikki skal broytast ov nógv.
Samanumtikið
Samanumtikið er at siga, at nógv
hendir á hesum økinum, og at
nógvar truplar siðsemiligar av-
gerðir skulu takast. Gagnsið-
semin roynir í mestan mun at
hyggja eftir hvat gevur mest av
sær og tí skal støða so hvørt
takast til menningina innan
ílegugransking. Ábyrgdarsið-
semin hevur hornasteinar, sum
skulu verjast. Tað kann verða, at
lív er frá tí, at egg er gitið og tí
má ikki granskast í eggum ella
embryonum, fyri at verja
einstaklingarrættindi. Gagnsið-
semin heldur her fast um, at
granskingin fer fram í eggum og
embryonum sum eru frávald og
tí ikki høvdu komið at verið lív
hóast alt og at henda gransking
er alneyðug fyri at finna við-
gerðarhættir á ymsum torførum
sjúkum, sum vit ikki kunnu gera
nakað við ídag.
Menningin fer fram aðrastaðni,
uttan mun til hvat vit gera í
Føroyum.
Eru vit við kunnu vit ávirka.
Men eru vit ikki við, er eingin
møguleiki at ávirka nakað sum
helst og helst mugu vit sjálvi
keypa vitanina aftaná.
Komandi greinin verður um
patent innan ílegur.
Nr. 124 - 2. juli 2005
43
gugransking
Thomas Arabo
Tambaða heimastýrislógin
Atli Dam, sáli plagdi mangan at
siga at heimastýrislógin kundi
tambast so nógv at hon rakk
líka at loysingini. Hann var
eisini óførur at tamba hana.
Undir hansara leiðslu rukku vit
fleiri mál á sjálvstýrisleið, sum
í fyrstu atløgu sóu ómøgulig út.
Best minnast vit nokk undir-
grundaravtaluna, eitt ótal av
fiskiveiðusátmálum, ræðisrætt á
flogferðsluni og so framvegis.
So var tað tey tíðarskeiðini
hann ikki sat í landsins leiðslu -
tá var eingin at tamba hesa
góðu lóg.
Sjálvstýrislógin á tapetið
Atli - realistur sum hann var -
dugdi væl at síggja at skuldi
samanhangur verða í sjálvstýr-
istilgongdini, so máttu nýggir
karmar gerast um samstarvið
ímillum Danmark og Føroyar.
Sostatt bleiv longu fyri 20 árum
síðan eitt arbeiði byrjað at til-
evna eina sokallaða sjálvstýris-
lóg . Aðrir flokkar fylgdu eftir,
og síðst í 90’unum høvdu vit
eina heila bukett av slíkum lóg-
um við ymiskum nøvnum. Mest
líktust Javnaðar og Fólkafloks-
uppskotini. Tjóðveldisflokkurin
hevði sum væntað einki upp-
skot innan ríkismark.
Fullveldislandsstýrið
Um Fólkaflokkurin vildi loysn á
sjálvstýrismálinum, so skuldi
tað verið so líka til, at hann í
1998 gjørdi samgongu við
Javnaðarflokkin. Tað gjørdi
hann ikki, men fór eftir Tjóð-
veldinum ístaðin. Endan á tí
kærleikanum hoyrdu vit nú um
dagarnar úr fólkatinginum ( ! ).
Formaður tjóðveldisfloksins
mundi mist oyrini, segði hann.
Betur var um hann hevði brúkt
tey betur nakað fyrr.
Spurningur um
prioritering
Ein má gera sær greitt, at
Fólkaflokkurin prioriterar
fólkaflokspolitik framum sjálv-
stýrispolitik. Teir hava ágrýtnar
og málrættaðar politikarar, og
meðan løgmaður í fullveldis-
landsstýrinum undirhelt vara-
løgmann og hansara fylgi við
vøkrum orðum og rokfundum í
Keypmannahavn, so blómaði
fólkaflokspolitikkurin her
heima. Niðurskurðurin í blokk-
inum var kanska ein máti at
tvinga eitt komandi landsstýri
inn í eina privatiseringsprosess.
Eingin veit.
Nýggju lógirnar
Tað var gott at Sambandsflokk-
urin tók undir við nýggju lóg-
unum. Skemtiligt at hoyra at
sambandstingfólk hildu seg til
føroyskar viðmerkingar, meðan
tjóðveldisfólkini í Tinginum
bara lósu danskt. Lógirnar eru
nú samtyktar og okkara Lands-
stýrið er valt at umsita tær lógir,
sum løgtingið samtykkir.
Dómsvaldið dømir eftir løg-
tingslógum, og allar hesar
undarligu útleggingarnar, ein
sær, um nú løgtingið hevur
lóggávumyndugleika ella ikki,
eru tvætl.
Nú skulu lógirnar brúkast
Sum tað sær út beint nú, so er
ikki ráð til nógvar yvirtøkur -
so har verður neyvan farið langt
innan nýggju karmarnar. Øðr-
vísi er við uttanríkisheimildun-
um. Tað sum ræður um, er at
Landsstýrið ger sær púra greitt,
hvat er møguligt at brúka tær
til, og hvat ikki er møguligt.
Tjóðveldisflokkurin og miðl-
arnir vilja royna at provokera
støður fram, har nýggju lógirnar
ikki kunnu nýtast. Til dømis
sjálvstøðugan limaskap í
Norðurlandaráðnum, í ES, í
Nato, í ST o.s.fr.
So her skal hugsast væl,
áðrenn lagt verður til brots.
Nýggju karmarnir
Immanuel Kant
John Stuart Mill