Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-02, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. juli 2005síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Blair ímóti Bush 44 Nr. 124 - 2. juli 2005 Hvítu Húsini siga seg vera skelkað av tíðin- dunum um, at ný- valdi iranski forsetin var millum teirra, sum rændu amerikonsku sendistovuna í Teheran í 1979. Fortíðin Árni Joensen: fartekst@mail.dk -Er tað veruliga so, at hann var ein av gíslarænarunum í sendistovuni, noyðast vit at taka støðu til ymisk viðurskifti. Vit vita tað ikki við vissu enn, men eg ivist ikki í, at vit fáa svarið, segði George W. Bush, forseti, eftir at fleiri søgdu seg kenna nývalda iranska forsetan, Mahmoud Ahmadinejad, aftur sum ein av teimum, ið hersettu amerikonsku sendistovuna í Teheran í november í 1979. Ikki fyrr enn 444 dagar seinni sluppu teir 51 amerikonsku gíslarnir leysir. Summir amerikanskir politikarar hava longu skotið upp, at USA skal seta strong tiltøk í verk ímóti Iran, og í gjár ljóðaði, at 300 limir í Umboðs- mannatinginum eru til reiðar at taka undir við uppskotinum. Tað er alment kent, at Mahmoud Ahmadinejad var limur í kollveltingar- hirðini í Iran aftan á kvettið ímóti shahinum, og at hann var ein av teimum, sum stovnaðu ein felagsskap, sum skuldi styrkja sam- bandið ímillum teir lærdu háskúlarnar og átrúnaðin. Tað er eisini alment kent, at tað var hesin felagsskapur- in, sum skipaði fyri álopin- um á amerikonsku sendi- stovuna í 1979, skrivar Washington Times. Ein av gíslarænarunum, Moshemi Mirdamadi, sum í dag er limur í iranska tjóðartinginum, vísir amerikonsku skuldseting- unum ímóti tí nývalda forsetanum aftur. -Ahmadinejad var ongantíð á sendistovuni, segði hann við fronsku tíðindastovuna AFP. UTTAN ÚR HEIMI Í Irak-krígnum hava teir drigið eina línu, Blair og Bush, men tá tað snýr seg um veð- urlagsbroytingarnar, eru teir rúkandi ósamdir. Men Blair ætlar sær ikki at slaka. Veðurlag Árni Joensen: fartekst@mail.dk Øll tosa um veðrið. Eisini Tony Blair og George W. Bush. Sambært bretska blaðn- um The Guardian hevur Blair sett sær fyri, at G8- fundurin í næstu viku skal taka støðu til veðurlags- broytingarnar, sum hann heldur vera ta størstu av- bjóðingina hjá mannaætt- ini. Tí ætlar hann at fáa hin- ar sjey leiðararnar at taka undir við einum skipaðum átaki, sum skal tálma broytingunum. Men longu undan fundin- um er greitt, at Bush fer at seta seg upp ímóti einum tílíkum uppskoti. So seint sum fyrradagin segði hann, at ásetingarnar í Kyoto- sáttmálanum høvdu beint fyri helminginum av amerikanska ídnaðinum. Bretland, Kanada, Russ- land, Japan, Týskland, Frakland og Italia hava skrivað undir Kyoto-sátt- málan. USA er tað einasta landið í G8-bólkinum, sum ikki hevur skrivað undir, og tað fer Bush heldur ikki at gera. Politiskir eygleiðarar søgdu í gjár, at ætlanin hjá Blair at leggja trýst á Bush er djørv, men at í politiskum høpi er hon eisini sera vandamikil. Vilja hava Jens Kundu norðmenn valt for- sætisráðharran beinleiðis, er eingin ivi um, at for- maðurin í Arbeiðara- flokkinum, Jens Stolten- berg, hevði vunnið eitt tílílt val. Ein spurnarkanning, sum tíðindastovan hjá teimum norsku bløðunum hevur gjørt, vísir, at 56 prosent av teimum spurdu vilja hava Jens Stolten- berg til stjórnarleiðara. Bara 21 prosent halda, at núverandi forsætisráð- harrin, Kjell Magne Bondevik, sigur at halda fram. Kanningin vísir, at Jens Stoltenberg er væl um- tóktur ímillum veljararnar í næstan øllum flokkum. 30 prosent av veljarunum hjá tí størsta stjórnar- flokkinum, Høgra, vilja hava hann til forsætisráð- harra, og heili 44 prosent av veljarunum hjá Fram- burðsflokkinum siga tað sama. Valgranskarin Bernt Aardal sigur við NTB, at kanningin vísir, at Kjell Magne Bondeviker vikn- aður nógv í seinastuni, ikki bert sum forsætis- ráðharri, men eisini sum leiðari hjá teimum borgarligu flokkunum. Hann ætlar at halda fram Í Italia hevur Silvio Berlusconi, forsætisráð- harri, longu kunngjørt, at hann ætlar sær at stilla upp sum forsætisráð- harraevni á tjóðartings- valinum, sum verður næsta ár. Il cavaliere ella "riddar- in", sum hann ofta verður róptur, hevur ongar ætlanir um at gevast sum stjórnarleiðari, sjálvt um veljarakanningar hava víst, at hansara mið- høgrastjórn hevur mist ein part av sínum stuðuli í seinastuni. Tað hevur ljóðað, at hann umhugs- aði at taka seg aftur, men teimum tær gitingarnar hevur hann nú manað niður í jørðina. Høvuðsmótstøðumaður in hjá Berlusconi á valin- um í mai næsta ár verður fyrrverandi formaðurin í ES-nevndini Romano Prodi. Prodi, sum stendur á odda fyri einari samg- ongu av mið-vinstraflokk- um, segði við blaðið La Republica mikudagin, at hann er fegin um, at Berlusconi ætlar at royna seg aftur. Tað kundi ikki verið betur, segði hann. Royking bannað Nú sleppa fangarnir og starvsfólkini í fongslun- um í amerikanska statin- um Kalifornia ikki at festa sær í longur. For- boðið kom í gildi í gjár. Lógin bleiv samtykt longu í fjør, og tá bleiv sagt, at hon var neyðug fyri at skerja útreiðslur- nar, ið standast av royking í fongslunum. Men fleiri hava víst á, at nógvir fangar brúka sigarettirnar til at stytta sær stundir við, og tey stúra fyri, at fangarnir fara at finna upp á okkurt annað verri, nú teir ikki sleppa at festa sær í. Hetta er heldur ikki tikið úr leysum lofti. Í 2000 bannaði leiðslan í einum fongsli fangunum at roykja, og úrslitið varð, at harðskapurin í fongs- linum vaks nógv, skrivar AP. Umleið 163.000 fólk sita í fongsli í Kalifornia, og hildið verður, at um- leið 80.000 teirra roykja. Teir flestu hava roykt í eini 20 ella kanska 30 ár, og tí er tað greitt, at tað fær onkrar avleiðingar, sleppa teir ikki at festa sær í longur, siga tey, sum finnast at roykibanninum. Burtur við stuðulinum Bretski fíggjarmálaráð- harrin, Gordon Brown, mælir nú ES og USA til at taka útflutningsstuðulin til landbúnaðin av innan fimm ár. Gordon Brown og fleiri við honum eru av teirri áskoðan, at útflutnings- stuðulin er kappingarav- lagandi, og at hann gevur landbúnaðinum í teimum ríku londunum fleiri fyri- munir á altjóða marknað- inum. Tapararnir eru tey, sum fáast við landbúnað í teimum fátæku londun- um. Gordon Brown hevur leingi verið íðin talsmað- ur fyri at taka útflutnings- stuðulin av, men hetta er fyrstu ferð, at hann hevur sett eitt árstal á, nær stuðulin eftir hansara tykki skal burtur, skrivar Reuters. Tony Blair ætlar sær at leggja trýst á Bush, men tað kann vera vandamikið. Mynd: Reuters Fortíðin hjá forsetanum verður kannað Mahmoud Ahmadinejad. Var hann ein av gíslarænarunum? Mynd: Reuters George W. Bush: Málið verður kannað, og vit fáa svarið. Mynd: Reuters