mikudagur 6. juli 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 126 - 6. juli 2005
- Tað er neyðugt, at
tað almenna hevur
eftirlit við sáttmálum
hjá eini monopol-
fyritøku sum SEV, tí
at ein slík fyritøka
nýtist ikki at vera eins
varin við útreiðslu-
num og ein fyritøka,
ið virkar undir
marknaðarbúskaparli
gum treytum, sigur
Bjørn á Heygum,
advokatur
Sáttmálatræta
Stefan í Skorini
stefan@sosialurin.fo
Nú
er
aftur
galið
í
samráðingunum
millum
SEV og Maskinmeistara-
felagið, eftir at landsstýrið
fyri aðru ferð innan tvey ár
hevur vrakað ein sáttmála
millum partarnar.
Bjørn á Heygum, advo-
katur, sigur, at eftirlitið,
sum landsstýrið hevur á
hesum økinum er neyðugt.
- Eg skilji væl, at tað
almenna tekur fyrilit fyri
slíkum sáttmálum, ið verða
skrivaðir av einum inter-
kommunalum felagsskapi,
hóast eg ikki taki undir við
tí samráðingarstøðu, sum
SEV og Maskinmeistara-
felagið samráðast undir.
Bjørn á Heygum vísir á
tað støðu, ið SEV hevur
sum einasti el-veitari á tí
føroyska marknaðinum.
- Hetta er ein serlig støða,
har SEV sum ein monopol-
fyritøka ikki samráðist
undir teimum treytum sum
t.d. tað privata vinnulívið
ger. Ein privat fyritøka
kann nevniliga altíð bera
hækkaðar lønarútreiðslur
víðari yvir á brúkaran at
gjalda,
sigur
Bjørn
á
Heygum.
Tí heldur hann, at tað er
neyðugt frá almennari síðu
at hava eftirlit við almenn-
um
monopol-fyritøkum.
Útreiðslustøðið hjá slíkum
felagsskapum og fyritøkum
er vanliga hægri enn hjá
øðrum líknandi fyritøkum,
og tí nýtist teimum ikki at
vera
eins
varin
á
útreiðslusíðuni.
Orsøkin til at landsstýrið
hevur fingið ein veto-rætt í
kommunustýrislógini
í
sambandi við slíkar sátt-
málar er, at SEV er ein
interkommunalur felags-
skapur
og
harvið
ein
almennur stovnur, ið lands-
stýrið varar av.
- Tað er alneyðugt við
einum slíkum eftirliti, men
tað skuldi møguliga verið
framt í verki gjøgnum aðrar
mannagongdir, so at vit
ikki uppliva hesa støðuna
aftur og aftur, sigur Bjørn á
Heygum.
Vantandi samskifti
Bjørn á Heygum heldur, at
SEV sleppur ov lætt at
hækka
lønirnar
hjá
maskinmeistarunum uttan
at taka onnur fyrilit.
- Samskiftið millum SEV
og Fíggjarmálaráðið burdi
verið
betri,
og
hesar
samráðingarnar hava eisini
víst eina vantandi kenslu
av, hvat er møguligt í
hesum sáttmálanum. SEV
kann als ikki forsvara, at
teir halda fram við at
samráðast á henda hátt,
sigur Bjørn á Heygum.
- Undir øllum samráðing-
um er tað ein grundleggj-
andi fortreyt, at samráðing-
arnevndirnar eru suverenar
og kunnu taka endaligar
avgerðir
ístaðinfyri
at
skriva undir sáttmálar við
fyrivarni. Tað er ein keðilig
støða, at vit hava ein triðja
part, ið ikki tekur lut í
samráðingunum, tí sjálv-
andi er tað betri, at tann
parturin, ið hevur síðsta
orðið, er við í samráðing-
unum,
sigur
Bjørn
á
Heygum, sum harvið mælir
landsstýrinum til at taka lut
í samráðingunum, so at eitt
møguligt úrslit altíð var
endaligt.
- Vit kunnu seta eitt stórt
spurnartekin við, um hetta
er talan um realitetssamráð-
ingar, tá almenni eftirlits-
myndugleikin ikki er við.
Úrslitið er jú viriðsleyst,
sigur Bjørn á Heygum.
Jógvan Mørkøre,
samfelagsfrøðingur
og fyrrverandi fak-
felagsformaður hjá
Yrkisfelagnum, skilir
ikki, at Maskin-
meistarafelagið
góðtekur at samráð-
ast undir verandi
umstøðum
Sáttmálatræta
Stefan í Skorini
stefan@sosialurin.fo
- Tað gevur púrt onga
meining at samráðast undir
slíkum treytum. Bárður
Nielsen skuldi verið komin
uppí leikin beinanvegin. Alt
annað er tekin um óverulig-
ar
samráðingar,
sigur
Jógvan Mørkøre um støðu-
na millum SEV, Maskin-
meistarafelagið og Fíggjar-
málaráðið.
Hann leggur ikki fingrar-
nar ímillum, tá hann skal
lýsa leiklutin hjá lands-
stýrinum í hesum máli.
- Landsstýrið sum arbeiðs-
gevari má heilt einfalt taka
annað skinn um bak, tí
hetta er at halda mótparin
fyri tað turra spott, sigur
Jógvan Mørkøre.
Vantandi skipan
Hann heldur harumframt,
at verandi støða er eitt tekin
um vantandi skipan á
arbeiðsmarknaðinum.
- Ein fortreyt fyri einum
vælvirkandi arbeiðsmarkn-
aði er, at samráðingar fara
fram
undir
skipaðum
viðurskiftum, og at talan er
um veruligar samráðingar.
Tann, sum situr við sam-
ráðingarborðið, má hava
fult mandat til at taka av-
gerðir, ella má tann, sum
gevur mandatið, vera við
undir
samráðingunum,
sigur Jógvan Mørkøre.
Hann sigur seg minnast
frá samráðingum fyri fleiri
árum síðani, har hann
sjálvur sat við samráðing-
arborðið, at ein ávísur
landsstýrismaður samrádd-
ist við fyrivarni fyri, hvat
løgmaður møguliga fór at
siga um úrslitið.
- Tá bóðu vit um at fáa
løgmann til samráðingar-
borðið, so at samráðingar-
nar kundu fara fram á
einum veruligum grundar-
lagi, sigur Jógvan Mørkøre.
Jógvan Nybo, formaður í
Maskinmeistarafelagnum,
heitti fleiri ferðir á SEV um
at fáa umboð úr Fíggjar-
málaráðnum til samráðing-
arborðið, men hesum sýtti
landsstýrismaðurin fyri.
- Hetta er ein undarlig
konstruktión. Fíggjarmála-
ráðið er ikki við til samráð-
ingar, men kunnu kolldøma
eitt samráðingarúrslit, tá
tað
fyriliggur.
Hendan
konstruktión ger tað vón-
leyst at fáa ein vælvirkandi
arbeiðsmarknað og enn
minni ein góðan sam-
ráðingaranda, sigur Jógvan
Mørkøre.
Marknaðurin ger av
Jógvan Mørkøre er ikki
samdur við tí, sum Bjørn á
Heygum sigur aðrastaðni á
hesi síðuni, at sáttmálin
ikki er vorðin til undir
marknaðarbúskaparligum
treytum.
- Hetta er tað, sum
marknaðurin saman við
semingsfólki er komin fram
til, sigur Jógvan Mørkøre,
hóast SEV er einasti el-
veitari í Føroyum og harvið
hevur monopol á markn-
aðinum.
Hann skilir tí ikki grund-
gevingarnar
hjá
Bárði
Nielsen um, at hesin sátt-
málin fer at vera grundar-
lagið undir komandi sam-
ráðingum
á
almenna
arbeiðsmarknaðinum,
tá
ein og hvør partur fer til
samráðingar undir teimum
treytum,
ið
arbeiðs-
marknaðurin setir.
Hann vísir eisini á vand-
an í tí, at samráðingarrætt-
urin er burtur, tá allir slíkir
sáttmálar skulu góðkennast
av tí politiska myndugleik-
anum.
Bjørn á Heygum:
Eftirlit við SEV-monopolinum er
alneyðugt
Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur:
Ein ósiður at samráðast uttan heimild
- Undir øllum samráðingum
er tað ein grundleggjandi
fortreyt, at
samráðingarnevndirnar eru
suverenar og kunnu taka
endaligar avgerðir ístaðinfyri
at skriva undir sáttmálar við
fyrivarni, sigur Bjørn á
Heygum
Savnsmynd
- Tað gevur púrt onga
meining at samráðast undir
slíkum treytum. Bárður
Nielsen skuldi verið komin
uppí leikin beinanvegin. Alt
annað er tekin um óveruligar
samráðingar, sigur Jógvan
Mørkøre um støðuna millum
SEV, Maskinmeistarafelagið
og Fíggjarmálaráðið
Savnsmynd