Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-06, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juli 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 126 - 6. juli 2005 3 Júst hendan støðan á arbeiðsmarknaninum er ikki komin fyri áður, men tað hendi nakað í 2003, sum av álvara minnir um AFTURLIT Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Tað var 3. mai 2003, at Sosialurin kundi bera tíð- indini um, at Karsten Han- sen, sum tá var landsstýris- maður í fíggjarmálum, hevði í hyggju at vraka sátt- málin millm Elfelagið SEV og Maskinmeistarafelagið. Hann segði tá: - Eg havi ikki fingið nóg góð argumentir til at góð- kenna sáttmálan. Orsøkin er einføld: Løn- arhækkingin er ov stór Upprunaligi sáttmálin skuldi vera galdandi frá 1. mars 2003 og tvey ár fram. Sáttmálin gav teimum um- leið 45 maskinmeistarun- um hjá SEV 4,3% í lønar- hækkan 1. mars 2003 og tað sama árið eftir umframt aðrar ábøtur upp á sáttmál- an. Hendan støðan var púra ókend. Góðkenningin hjá landsstýrismanninum hevði undan 2003 at kalla bert verið ein formalitetur, og tað kom serligt óvart á Maskinmeistarafelagið, at landsstýrismaðurin nú skuldi leggja seg út í máli. 17. juni vrakar Karsten Hansen aftur eina semju mill SEV og Maskinmeist- arafelagið. Tá sigur Karsten Hansen: - Eg kann ikki lata meg stýra av hóttanum um ar- beiðssteðg, og eg má nýta tey amboð, sum eg havi, at stýra búsakapinum við. Tað er einki, sum rættvísgerð eina slíka lønarhækking. Lítið munur var á vrak- aðu sáttmálunum. Endiliga semja Tað var ikki fyrr enn 18. juni 2003, at Karsten Han- sen loksins kundi veita einum lønarsáttmála sína samtykt. Maskinmeistara- felagið roknaði endaligu semjuna til eina lønar- hækkan áljóðandi 10,96% yvir 28 mánaðir. Einasta broytingin í mun til vrak- aðu sáttmálarnar var, at sáttmálin nú var galdandi til 1.juli 2005 heldur enn 1. mars 2005. Trupulleikin á vári 2003 var fyri landsins myngdug- leikar, at sáttmálin millum SEV og maskinmeistarar- nar var tann fyrsti av væl oman fyri tretivu sáttmál- um, sum skuldu avgreiðast um hetta mundið - bæði á privata og almenna arbeiðs- marknaðinum. Og hildið var, at hesin sáttmálin fór at verða nýttur sum grundar- lag undir teimum komandi samráðingunum. Sáttmálasamráðingarnar gingu heldur ikki eftir vild hetta árið. Landið varð lagt lamið av verkfalli á privata arbeiðsmarknaðinum. Karsten Hansen segði 18. juni 2003: – Eg havi allatíðina sagt, at maskinmeistararnir kundu fáa tað sama, sum feløgini á tí privata arbeiðs- marknaðinum,Teir privatu hava lagt eina linju, og hana vóru vit í hesum førinum noyddir at fylgja, sigur Karsten Hansen. The rest is history. Heimildin í lagi Í fyrsta umfari umfari spurnartekin við, um lands- stýrismaðurin hevði heim- ild til at vraka sáttmálan. Rúni Joensen, sum tá var aðalstjóri í Løgmálaráð- num, segði soleiðis við Sosialin: – Landsstýrismaðurin skal góðkenna allar slíkar sáttmálar sambært komm- unustýrislógini. Tá var kommunustýris- lógin rættiliga nýggj, men heimildirnar hjá landsstýr- ismanninum vóru einki nýtt í fyrisitingarligum høpi. § 5, stk. 5. í kommunu- stýrislógini sigur: "Ásetingarnar í sáttmál- um og avtalum um lønar- og setanarviðurskifti fyri kommunal starvsfólk (í- roknað kommunalar felags- skapir) og flokkingar og stig fyri størv, sum ikki frammanundan greitt eru ásett í sáttmála ella avtalu, skulu góðkennast av lands- stýrismanninum." Í viðmerkingunum til lógina stendur: "Ásetingin skal verða við til at tryggja eitt javnt al- ment lønarlag og at sam- svar er millum lønir hjá landinum og hjá kommun- um. Sostatt skulu sáttmálar og avtalur, sum kommuna, kommunur ella kommu- nalir felagsskapir gera, har ásetingar eru um løn- og setanarviðurskifti góðkenn- ast av landsstýrismannin- um." Djurholm vildi lóggeva Støðan fyri tveimum árum síðani var øðrvísi á tann hátt, at maskinmeistararnir ikki fóru í verkfall, og fólk kring landið fingu streym sum vant. Ì dag er ein onnur støða. Fyri tveimum árum síðani var tankin um streymloysi kring landið púra óhugsandi. Landsstýr- ismaðurin í vinnumálum og núverandi varaløgmaður, Bjarni Djurholm segði tá: - Fer eitt verkfall hjá SEV at leggja landið myrkt, er ongin ivi um, at Løgtingið fer at leggja uppí. – Tað kann ikki góðtak- ast, at landið verður sløkt og tí er onki at ivast í, at Løgtingið verður kallað saman at viðgera støðuna. So fáa vit at síggja, um meirilutin fæst fyri at seta ein sáttmála í gildi við lóg, so at endi fæst á einum slík- um verkfalli beinanvegin. 2003 deja-vu Landsstýrið viðger støðuna Eftir evstamark fór landsstýrið á fund at viðgera ósemjuna millum SEV og maskinmeistararnar. Undan fundinum útilokaði Bjarni Djurholm ikki, at uppskot varð lagt fyri løgtingið fyri at loysa ósemj- una, men eingin støða var tikin, tá blaðið fór til prentingar. Við eitt vóru maskinmeistar- arnir hjá SEV millum mest umtalaðu persónarnar í landinum. Òttin fyri streymslit var stórur - men gjørdist ongantíð veruleiki. Varaløgmaður vildi í 2003 latið løgtingið leggja uppí. Í skrivandi stund hevur løgtingið ikki viðgjørt málið Karsten setti í sínari tíð hart ímóti hørðum. Lønarhækk- ingin hjá maskinmeistar- unum hjá SEV skuldi ikki vera størri enn tann hjá fólki á privata arbeiðsmarknaðin- um