mikudagur 6. juli 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 126 - 6. juli 2005
Formaðurin í Føroya
Arbeiðsgevarafelag,
Jóhan Páll Joensen,
metir, at tað skal eitt
ættarliðsskifti til
millum oddafiskarnir
á føroyska arbeiðs-
marknaðinum,
áðrenn føroyski
arbeiðsmarknaðurin
kann laga seg til
nútíðarkrøv, sum
kunnu fyribyrgja
slíkan ruðuleikin,
sum eyðkennir
føroyska samfelagið í
hesum døgum.
Arbeiðssteðgur
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
So hendi tað aftur. Tveir
partar á arbeiðsmarkn-
aðinum megna ikki at gera
eina nýggja sáttmálasemju,
og úrslitið er, at eitt heilt
samfelag verður lagt lamið.
Enn einaferð eru vit vitni
til, at óskipaði føroyski
arbeiðsmarknaðinum elvir
miklan
ruðuleika,
tá
arbeiðssteðgur
herjar
landið.
Aftur hesaferð eru røddir
frammi um, hvussu illa
føroyski
arbeiðsmarkn-
aðinum riggar, og at tað er
burturvið, at eitt fakfelag-
hesaferð Maskinmeistara-
felagið- frá degi til dags
hevur møguleika at leggja
eitt heilt samfelagið lamið.
Tað má vera í fáum fram-
komnum samfeløgum í
heiminum, at ein arbeiðs-
steðgur hjá 40 monnum
kann ávirka eina grund-
leggjandi
tænastu
sum
elveitingina.
Tað er neyvan at taka
munnin ov fullan at siga, at
afturvendandi stríðsmálini
á føroyska arbeiðsmarkn-
aðinum eru vorðin til ein
álvarsaman
samfelags-
trupulleika.
Verja kongaríkið
Jóhan Páll Joensen er
formaður
hjá
Føroya
Arbeiðsgevarafelag,
og
hann er fúsur at taka í
egnan barm og ásannar, at
tað hevur gingið alt ov
strilti hjá pørtunum á
føroyska
arbeiðsmarkn-
aðinum-
eisini
Føroya
Arbeiðsgevarafelag- at nú-
tímansgera
føroyska
arbeiðsmarknaðin, so tað
ber til forða fyri, at eitt heilt
samfelag verður ávirkað av
eini sáttmálaósemju.
Í flest øllum øðrum sam-
feløgum eru fastar manna-
gongdir, hvussu sáttmála-
ósemjur verða loystar, með-
an í Føroyum valdar nærum
lógloysi. Meðan fakfeløg í
Føroyum kunnu frá degi til
dags lýsa við verkfalli,
hava fakfeløgini í okkara
grannalondum bæði frá-
boðanarskyldu og tíðar-
freist, áðrenn tey kunnu
seta verkfall í verk.
Spurdur, hvørji stig, hann
metir, skulu takast fyri at
sleppa undan slíkum ruðu-
leika, sum valdar í føroyska
samfelagið í hesum døgum,
svarar Jóhan Páll Joensen:
- Fyrsta stigi er, at
partarnir
nýta
sunnan
fornuft og hava virðing fyri
hvørjum øðrum. Fyri mær
at síggja hevur størsti
trupulleikin seinastu árini
mongu árini verið, at
fakfeløgini hvør í sínum
lagi hava vart sítt egna
kongaríki. Heldur enn at
hava heildina í huga, hava
fakfeløgini í alt ov stóran
mun dyrkað síni egnu
áhugamál, og tað hevur
avgjørt verið ein forðing
fyri
at
nútímansgera
føroyska
arbeiðsmarkn-
aðin, so hann er á hædd við
arbeiðsmarknaðirnar
í
okkara grannalondum.
Nýtt ættarlið
Ingeborg
Vinther.
Óli
Jacobsen. Ellintur Abra-
hamsen. Jákup Sólstein.
Vígdis Johannesen. Hetta
eru nakrir av oddafiskunum
í føroysku fakfelagsrørsl-
una seinastu mongu árini.
Formaðurin
í
Føroya
Arbeiðsgevarafelag heldur,
at ein orsøk til, at tað hevur
gingið og framvegis gongur
so striltið við at nútímans-
gera
føroyska
arbeiðs-
marknaðin er, at sitandi fak-
felagsleiðarar royna at halda
fast um verandi støðu fyri at
varðveita sína valds-støðu.
-Hetta er ein process, vit
skulu ígjøgnum. Tað sær út
til at taka langa tíð í
Føroyum fyri at koma eitt
stig víðari. Hetta hevur
eisini nakað við tey ættar-
lið, sum sita í fakfelags-
rørsluni í dag skulu skiftast
út, og nýggj fólk við øðrum
hugsanum koma fram at,
sigur formaðurin í Føroya
Arbeiðsgevarafelag.
Vilt tú harvið siga at
"gomlu" topparnir á før-
oyska arbeiðsmarknaðinum
eru høvuðsorsøkin og tað
er neyðugt at skifta teir út,
áðrenn føroyski arbeiðis-
marknaðurin
kann
nú-
tímansgerast?
-Tú fært meg ikki at siga at
allir topparnir skulu skiftast
út, men tað er klárt, at
okkara
hugsan
ávirkar
støðuna, tí vit eru eitt
produkt av eini tíð, sum
kanska ikki svarar til tíðina
í dag. Men sum sagt so er
hetta ein process, svarar
formaðurin
í
Føroya
Arbeiðarafelag.
Arbeiðsrætt og
høvuðsavtala
Jóhan Páll Joensen letur
ongan iva vera um, at
Føroya Arbeiðsgevarafelag
ynskir, at partarnar á
føroyska
arbeiðsmarkn-
aðinum koma ásamt um ein
arbeiðsrætt og eina so-
nevnda høvuðsavtalu.
Eitt aðalmál í høvuðsav-
talum er, at fakfeløgini
missa rættindini til at fara í
verkfall, tá eitt sáttmála-
skeið er lokið. Á føroyska
arbeiðsmarknaðinum í dag
eru fáar høvuðsavtalur.
Føroya
Lærarafelag
er
kortini eitt felag, ið hevur
eina høvuðsavtalu.
Arbeiðsrætturin er ætl-
aður til at viðgera og loysa
sáttmálatrætur, meðan sátt-
málaskeiðið er.
Arbeiðsrættur og høvuðs-
avtala eru arbeiðsmarkn-
aðarskipanir, ið verða nógv
nýttar í øðrum londum, men
í Føroyum hevur serliga
arbeiðarafeløgini sett seg
ímóti slíkum skipanum, tí
tey vilja ikki at skerja sín
verkfalsrætt.
Hvørji eru útlitini fyri at tit
megna sannføra arbeiðara-
feløgini um ein arbeiðsrætt
og høvuðsavtalur?
-Nú veit eg ikki, hvør hevur
til uppgávu at sannføra
hvønn, men tað besta er, at
partarnir
á
føroyska
a r b e i ð s m a r k n a ð i n u m
sjálvir finna út av at skipa
viðurskiftini betri, tí tað
hevði verið óheppið um
myndugleikarnar velja at
smoyggja
okkurt
yvir
okkum, sigur formaðurin í
Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Hvussu væntar tú føroyski
arbeiðsmarknaðurin sær út
um 10 ár?
Tá eru vit við vissu komnir
víðari. Eg dugi ikki at siga,
hvussu
langt
vit
eru
komnir, men vónandi er ein
arbeiðsrættur fingin í lag,
og
ávisir
partar
av
arbeiðsmarknaðinum hava
gjørt høvuðsavtalu., svarar
Jóhan Páll Joensen
-Hetta er ein process, vit skulu ígjøgnum. Tað sær út til at taka langa tíð í Føroyum fyri at koma eitt stig víðari. Hetta hevur eisini nakað við tey ættarlið, sum sita í fakfelagsrørsluni í dag skulu
skiftast út, og nýggj fólk við øðrum hugsanum koma fram at, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Mynd: Bárður Lydersen
Ættarliðsskifti kann gerast lykilin