Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-06, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juli 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 126 - 6. juli 2005 5 - Tað kann ikki verða rætt, at tey, sum eiga æruna av okkara væl- ferðarsamfelag, skulu verða við sviðið soð, nú tey hava tørv á hjálp. Onkur má tosa teirra søk og gera vart við teirra tørv, siga tey í Áhugabólkinum fyri eldri í Klaksvík, sum áhaldandi ar- beiða fyri at betra um umstøðurnar hjá teimum gomlu í býnum ELDRAØKIÐ Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Fyri Áhugabólkin fyri eldri í Klaksvík var tað sum at fáa ein frammaná, at hoyra um sparingarnar á eldraøk- inum. Hóast ymisk tilboð eru til tey eldru í býnum, er tørvurin als ikki nøktaður, og tí undrar tað tey stórliga, at júst hetta økið skal rakast so hart av sparingum - Fyri nøkrum árum síð- ani vóru 1000 borgarar í Klaksvík omanfyri 60 ár, og vit vita, at talið bara veksur. Tí kann tað ikki koma óvart á politikarnar, at eldraøkið eisini tørvar meir pengar, undrast tey í Áhugabólkinum. Sum ein bumba Síðani 1997 hevur Áhuga- bólkurin skipað fyri yms- um tiltøkum fyri teimum eldru í Klaksvík, so tey vita av royndum, hvussu stórur tørvurin er. Eitt nú er tað ikki óvanligt, at eini 200 eldri møta til veitslurnar, og ongin ivi man vera um, at Eldraløtan Úti í Grøv er ein heilt serligur dagur í árin- um fyri nógv av teimum. - Vit síggja jú, hvussu glað tey blíva fyri tað, sum verður gjørt fyri tey. Tí er tað ómetaliga syndarligt at síggja, hvussu tey ferð eftir ferð verða sett í aftastu røð, tá pengar skulu brúkast uppá eitthvørt. Tað slepst ikki undan, at hetta er ein spurningur um raðfesting, tí vit síggja jú, at samfelag- ið hevur ráð til so nógv annað, sigur Maria Klein, limur í Áhugabólkinum. Gerda Absalonsen er eis- ini limur í bólkinum, og eisini hon undrast stórliga yvir skerjingarnar, sum hava rakt økið í seinastuni. - Eg skilji heldur ikki, hví hetta nærum skuldi koma sum eina bumba við at skerja so ógvusliga og knappliga. Tað kann jú ikki koma óvart á nakran polit- ikara, at tað gerast alsamt fleiri eldri, sum hava tørv á ymsum tilboðum. Ein fær næstan illgruna um, at politikarnir als ikki vita, hvussu tey gomlu í okkara samfelag í veruleikanum hava tað, sigur Gerda. Hon leggur afturat, at eftir henn- ara tykki áttu allir politik- arar at farið út á stovnarnar og tilhaldini, so teir sjálvir sóðu, hvussu tey gomlu hava tað, og hoyrdu, hvat rørist millum tey. - Tey gomlu hava ongan- tíð verið von við at fáa nak- að fyri onki. Nú, tey sjálvi ikki kunnu arbeiða longur, eru tey oftast bara so ómetaliga glað fyri tað, sum verður gjørt fyri tey. Men tað er hvørki rætt ella rímiligt, at tey skulu finna seg í at verða tey fyrstu at verða skúgvaði til viks. Og tá tað jú ikki liggur til tey at grenja og finnast at, má onkur annar tosa teirra søk, slær Gerda fast. Setast ikki aftur Lítið hugaligu hendingar- nar á eldraøkinum seinastu tíðina fáa tó ikki Áhuga- bólkin at setast aftur við teirra virksemi. Bólkurin skipar trúliga fyri loppu- markna, køkutombola og øðrum fyri at savna pening inn, sum á onkran hátt skal koma teimum eldru í Klaksvík til góðar. Bólkur- in legði nógva orku í at skunda undir byggingina av Sambýlinum á Heygum, sum stóð liðugt fyri tveim- um árum síðani. Og tær hava heldur ikki mist vón- ina um, at kjallarin í Sam- býlinum einaferð verður gjørdur til eitt nýtt dagtil- hald fyri tey eldru, sum upprunaliga ætlað. - Umstøðurnar her kundu ikki verðið betri. Her er alt longu gjørt, her er lætt at koma til og tað er eyðsæð, at tey gomlu, sum búgva í Sambýlinum, eisini kunnu fáa gleði av teimum tiltøk- um og ítrivum, sum verða í tilhaldinum, sigur Maria. Eitt annað Dagtilhald er í býnum, sum virkar væl, og sum tey gomlu eru glað fyri. Men tørvurin er fram- vegis stórur, og tí hald tey í eldrabókinum tað vera stórt spell, at kjallarin í Sambýl- inum bara stendur tómur og annars verður brúktur til goymslu hjá ymsum fyri- tøkum í býnum. - Vit hava savnað eini 100.000 krónur inn, men tað er jú mark fyri, hvat ein sjálvboðin bólkur sum hesin megnar einsamallur. Nú vóna vit at koma á tal við býráðið sum skjótast, so gongd veruliga kann koma á arbeiðið, so tey gomlu kunnu hava okkurt at síggja fram til, siga kvinnurnar í Áhugabólkin- um fyri eldri í Klaksvík. Áhugabólkurin fyri eldri: Onkur má tosa teirra søk - Sparingarnar á eldraøkinum hava skapt stóran ótrygg- leika bæði millum starvsfólk og tey gomlu. Nú vit fóru í summarfrí vóru tey gomlu bæði kedd og bangin um, hvat fer at henda við teirra Dag- tilhaldi aftaná summ- arfrítíðina, sigur Mamy Dahl Sørensen, leiðari á Dagtilhald- inum í Klaksvík ELDRAØKIÐ Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Um landsstýrismaðurin í almannamálum, Hans Pauli Strøm, ikki megnar at finna vantandi peningin, letur einasta dagtilhaldið fyri tey eldru í Klaksvík aftur um stutta tíð - Vit hava pengar til at halda fram við vanliga virkseminum eina tíð aftur- at. Men verður okkara um- sókn ikki gingin á møti, verða vit noydd at lata aftur, og allar ætlanir um víðkaða virksemið fram- yvir fara fyri bakka, sigur Mamy Dahl Sørensen, leið- ari á Dagtilhaldinum í Klaksvík Vánalig planlegging At so ógvusligar sparingar skuldu raka eldraøkið so knappliga, heldur Mamy Dahl Sørensen vera tekin um vánaliga planlegging. Eftir hennara tykki átti tað frá byrjan altíð at verið sett nóg mikið av peningi av til eitt so týðandi økið, sum eldraøkið. - Tað líkist stutt sagt ong- um at spara uppá hendan mátan á eldraøkinum og er als ikki í tráð við góðan javnaðarpolitikk. Peningur, sum verða brúktir á hesum økinum, er eisini eitt tað størsta sparitiltakið í sær sjálvum, politikaranir kunnu fremja. Eg eri sann- førd um, at høvdu tey gomlu ikki eitt stað, sum tilhaldini, sótu nógv av teimum einsamøll heima og forfórust spakuliga og fingu átrokandi tørv á nógv størri hjálp. Mamy vísir á, at virksem- ið og sosiala samveran á dagtilhaldinum er við til at økja munandi um lívsvirðið hjá teimum gomlu. Hetta er eyðsæð við til at halda tey so frísk og ferðug, at tey kunnu verða verandi í egn- um heimi sum longst. Vit síggja eisini, hvussu alsamt fleiri bygdir útvega líkn- andi tilboð til tey eldru í nærumhvørvinum - nakað sum bæði er við til at skapa arbeiðspláss og økja um trivnaðin í bygdini sum heild, sigur Mamy. Mynstrið broytist Eftir umsóknunum at døma, er tað ongi ivi um, at alsamt fleiri bygdir fram- yvir ynskja at geva teirra eldru fleiri tilboð. Fyri at sleppa undan slíkum spar- ingum, sum hesum fram- yvir, har slíkar ætlanir fáa mønustingin, má betri plan- legging á eldraøkinum til, heldur Mamy. - Landsstýrismaðurin í almannamálum átti, sum eitt tað fyrsta, at gjørt eina neyva kanning av eldra- økinum yvir eitt longri tíðarskeið, so leggjast kann upp fyri tørvinum á peng- um. Mynstið á eldraøkinum broytist allatíðina. Fólk gerast bæði eldri og frískari og verða tí uttan iva meir og meir virkin. Slíkt hevur ein annan tørv við sær, sum ikki eigur at koma óvat á okkum, sigur Mamy. Hóast hendingarnar á eldraøkinum í seinastuni hava verið óhepnar, heldur Mamy ikki, at landsstýris- maðurin hevur víst ringan vilja til at finna eina loysn. - Vit áttu ongantíð at ver- ið enda í hesi støðuni, men landsstýrismaðurin vísti beinanvegin ein positivan anda við alt fyri eitt at royna at finna vantandi peningin. Vit vita, at ongin politikari hevur heimild til at býta pening út, sum honum lystir. Tí er tað at fegnast um, at tað kortini er eydnast landsstýrismann- inum at finna góðar tvær milliónir til hetta øki, so skaðin verður avmarkaður, inn til ein endalig loysn verður funnin, sigur Mamy Dahl Sørensen Tey gomlu eru bangin Mamy Dahl Sørensen, leiðar á Dagtilhaldinum í Klaksvík, vísir á nóg stór játtan til edraøkið er eitt stórt sparitiltak í sær sjálvum. Áhugabólkurin fyri eldri í Klaksvík skipar trúliga fyri tiltøkum til frama fyri tey eldru í býnum. Skerjingarnar á eldrøkinum í seinastuni fáa ikki ídnu kvinnurnar at setast aftur