Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juli 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 126 - 6. juli 2005 –Verður undirsjóvar- tunnilin undir Skopunarfjørð skumpaður afturum tunnilin ímillum Skálafjørð Havnina, er tað brot á avtalu í samgonguni, sigur Gerhard Lognberg Sandoyartunnil Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað kann ikki koma uppá tal, at undirsjóvartunnilin undir Skopunarfjørð skal skumpast afturum undir- sjóvartunnilin ímillum Skálafjørðin og Havnina. Tað sigur Gerhard Logn- berg, javnaðartingsmaður úr Sandoy. Tað hevur altíð ligið í kortunum, at tá ið Norðoyatunnilin var liðugur, skuldi undirsjóvar- tunnil til Sands verða næstur í røðini. Men hesa raðfesting sáddi landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djur- holm, iva um í Útvarpi Føroya í farnu viku. Har segði hann, at hann ivast ikki í, at undir- sjóvartunnil kemur í Sandoynna, men at spurningurin er, nær hann kemur og tað varð ikki útihýst, at undirsjóvar- tunnilin ímillum Skálafjørð og Tórshavn varð tikin framum. Brot á avtalu í samgonguni Gerhard Lognberg sigur, at verður Sandoyartunnilin skumpaður afturum, er tað rætt og slætt brot á avtalur í samgonguni og tað fer hann ikki at góðtaka. – Tað hevur altíð verið sagt, at eftir Norðoya- tunnilin skuldi farast í holt við Sandoyartunnilin. – Eftir tilsøgnina um at parkera Listaskúlan til frama fyri Sandoyartunn- ilin, vórðu 500.000 krónur settar til kanningar. Gerhard Lognberg sigur, at hann fer at krevja at peningurin eisini verður settur av til forkanningar næsta ár. – Fái eg ikki tað, fari eg at taka tað sum at eg havi fingið ein rættiliga frammaná. Hann sigur, at tað varð umrødd, at fólkagrundar- lagið undir Sandoyartun- linum var ikki nóg mikið til at fíggja s Sandoyar- tunnilin, hóast Suðuroy verður tikin uppí soleiðis at Smyril skal sigla til Sands og síðani verður koyrt haðani til Havnar. – Tað vita vit onki um, tí ongar kanningar eru gjørdar. Men tað fer at fáa ómetaligan økismenningar- ligan týdning, bæði fyri Sandoy og Suðuroy, at fáa Sandoyartunnilin gjørdan . Hann spyr eisini um Eysturoyartunnilin ikki er ein luksustrupulleiki, tí har eru breiðir og góðir vegir frammanundan. Tað hevur verið ført fram, at Skálafjarðar- tunnilin er privatur, men javnaðartingmaðurin í Sandoy setir spurnartekin við, hvussu privatur hann verður, tá ið avtornar. Gerhard Lognberg sigur, at hann nú fyrst og fremst fer at tosa við floksfelag- arnar í javnaðarflokkinum um støðuna og síðani við samgonunguna alla. Og tað verður tað fyrsta hann fer at gera, nú tingið kemur saman aftur. Hann vísir eisini á, at valfeløgini hjá javnaðar- fokkinum , sambandsflokk- in um og fólkaflokkinum í Sandoynni góðtóku at parkera ætlaða listaskúlan á Sandoynni við teirri treyt, at skjøtil verður settur á undirsjóvarunnilin ístaðin, tí tað sóu teir sum ta størra framstigið fyri Sandoynna. Kortini heldur Gerhard Lognberg ikki, at tað hevur nakað endamál hjá honum einsamøllum at hótta við samgongusliti í eini so stórari samgongu. Sandoyartunnil Àki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Eg hvakk við, tá ið eg hoyrdi tíðindini í Útvarpin- um. Tað kom óvart á Páll á Reynatúgvu, tingman úr tjóðveldisflokkinum, tá ið hann hoyrdi í útvarpinum í farnu viku, at hurðin nú er gloppað fyri, at tunnilin av Skálafirði til Havnar skuldi takast framum Sandoyar- tunnilin. Tað hevur annars ligið í kortunum, at tá ið Norðoya- tunnilin var liðugur, skuldi undirsjóvarunnil til Sands verða næstur í røðini. Men hesa raðfesting sáddi landsstýrismaðurin í vinnu- málum, Bjarni Djurholm, iva um í Útvarpi Føroya í farnu viku. Har segði hann, at hann ivast ikki í, at undir- sjóvartunnil kemur í Sand- oynna, men at spurningurin er, nær hann kemur og tað varð ikki útihýst, at undirsjóvartunnilin ímill- um Skálafjørð og Tórshavn varð tikin framum. – Høvuðsmálið í valstríð- num í Sandoy uppundir seinasta løgtingsval var nettupp undirsjóvarutnnilin og allir teir størru flokkar- nir lovaðu at farast skuldi undir undirsjóvartunnil til Sandoyar í hesum val- skeiði. Tí undrar tað hann stórliga, at møguleikin at taka Skálafjarðartunnilin framum, yvirhøvur verður nevndur . Hann sigur, at bólturin liggur hjá samgonguni og tað vil vísa seg, tá ið fíggjarlógin kemur fyri í heyst, um ætlanin er at játta neyðuga peningin til fram- haldandi kanningar. – Eg haldi eisini at tað er skeivt at hyggja eftir Sand- oyartunlinum sum eitt mál fyri Sandoy burturav. – Tað tykist ikki sum um at politikararnir síggja tann møguleika, sum Sandoyar- tunnilin gevur fyri at binda alt Suðurøkið í Føroyum saman og at binda tað saman við meginøkið, tí verður sandoyartunnilin gjørdur, hevur tað verið upp á tal Smyril skal sigla ímillum Suðuroynna og Sand. – Sostatt er fólkagrund- arlagið undir Sandoyar- tunlinum ikki bara tey 1500 fólkini í Sandoy, men eisini tey 5000 fólkini, sum búgva í Suðuroy, sigur Páll á Reynatúgvu Tosað hevur verið um at tunnilin undir Skálafjørð skal verða á privatum hondum og fíggjast av privatum. Páll á Reynatúgvu sigur, at tað vísir seg mangan, at slíkar stórar ætlanir enda hjá tí almenna, so ella so. – Og skal tað koma upp á tal hjá landinum at veð- halda fyri Skálafjarðar- tunnilin ella at vera við í ætlanini á nakran hátt annars, skal Sandoyar- tunnilin gerast fyrst, tí tað er longu fast samband ímillum Skálafjørð og Havnina frammanundan. Páll á Reynatúgvu vísir eisini á, at valfeløgini, at valfeløgini hjá javnaðar- flokkinum , sambands- flokkinum og fólkaflokk- inum í Sandoy, góðtóku at parkera ætlaða listaskúlan á Sandoynni við teirri treyt, at skjøtil verður settur á undirsjóvarunnilin ístaðin, tí mett varð, at tað hevði nógv størri týdning fyri oynna. Brot á avtalu í samgonguni – Eg góðtaki ikki, at Sandoyartunnilin verður skumpaður afturum tunnil ímillum Skálafjørð og Havnina og tað hevði eisini verið brot á avtalur í samgonguni, sigur Gerhard Lognberg, tingmaður í samgonguni – Verður undirsjóvartunnilin ímillum Skálafjørð og Tórshavn tikin framum undirsjóvartunnil til Sands, er tað brot á vallyftini hjá øllum flokkum í Sandoynni, sigur Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður fyri tjóðveldisflokkin Brot á vallyftini hjá øllum flokkum