mikudagur 6. juli 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 126 - 6. juli 2005
7
Men hann skal ikki
trúgva at hann fær so
lætt spæl, sum hann
heldur, sigur Gunn-
leivur Dalsgarð, for-
maður í landsins
størsta fakfelag.
Sáttmálasamráðingar
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Bárður Nielsen spælir høgt
spæl. Men eg kann forvissa
hann um, at hann skal ikki
sleppa so lætt, sum hann
heldur.
Gunnleivur Dalsgarð er
formaður
Starvsmanna-
felagnum, sum er landsins-
størsta fakfelag, og hann er
í øðini inn Bárð Nielsen,
eftir
at
hann
vrakaði
semjuna, sum SEV og
Maskinmeistarafelagið
gjørdu seint leygarkvøldið.
– Eg fái meg ikki at
trúgva, at Bárður Nielsen
hevur politiska undirtøku
fyri hesum í landsstýrinum.
– Men eg fari undir øllum
umstøðum at ávara Bárð
Nielsen og alt landsstýrið
ímóti halda fram í hesum
sporinum, sum tað nú er
lagt upp til.
– Eg kann vissa bæði
Bárð Nielsen og alt lands-
stýrið um, at tað skal ikki
verða so lætt, sum teir
halda.
Aldrin verið
meiningin
Gunnleivur Dalsgarð sigur,
at tað, sum er hent í hesum
málinum, er, at Bárður
Nielsen hevur kolldømt eitt
úrslit, sum tveir partar á
arbeiðsmarknaðinum hava
rokkið í semingi.
– Tá ið landsstýris-
maðurin skal góðkenna
sáttmálan, kann tað aldrin
hava verið meingin, at hann
skal góðtaka lønaráseting-
ina. Tað einasta, hann skal
syrgja fyri, er, at sáttmálin
harmoniserar við aðrar
sáttmálar og annars lýkur
lógarinnar krøv.
– Við at leggja seg út í
lønarhækkingina,
hevur
landsstýrismaðurin í veru-
leikanum tikið samráðing-
arrættin frá pørtunum á
arbeiðsmarknaðinum
og
tað kann fakfelagsrørslan í
Føroyum
ikki
standa
modell til.
Bárður Nielsen sigur, at
hann kann ikki góðkenna
SEV-sáttmálan tí hann gev-
ur ov stóra lønarhækking
og hann stúrir fyri, at hesin
sáttmálin fer at verða
brúktur sum fyrimynd í
almennu
lønarsam-
ráðingunum, sum verða
seinni í heyst og tað hevur
landið ikki ráð til, heldur
hann.
– Eg kann vissa Bárð
Nielsen um, at vit seta
okkara krøv fram uttan
mun til, hvat stendur í
øðrum sáttmálum.
– Semjur, sum onnur
hava gjørt, fær onga sum
helst ávirkan á okkara krøv.
Vit farta at seta okkara krøv
eftir, hvat vit halda er tann
rætta lønin hjá limum
okkara eftir teirri gongd,
sum er í samfelagnum. Tað
er so einfalt, sum tað fær
verið.
Formaðurin í Starvs-
mannafelagnum sigur, at
tað, sum nú er farið fram, er
ikki annað enn ein víðari-
føring av tí, sum hendi, táið
privati arbeiðsmarknaðurin
gjørdi sín sáttmála fyrst í
mai.
– Tá sendu arbeiðara-
feløgini og arbeiðsgevara-
fløgini eina felags yvir-
lýsing, har tey staðfestu, at
almenni arbeiðsmarknaður-
in ikki skuldi hava hægri
lønarhækking.
– Tað sum so hendur nú
váttar bara mín illgruna
um, at Bárður Nielsen
hevði fingurin við í teimum
samráðingunum, meiri enn
gott er.
Skal ikki fáa tað so
lætt
Men Gunnleivur Dalsgarð
sigur, at hetta er at taka
samráðingarrættin frá fak-
feløgunum og tað fara tey
ikki at góðtaka.
– Hetta er ómetaliga
provokerandi og eg kann
vissa
landsstýrismannin
um, at hann skal ikki fáa
tað so lætt, sum hann
kanska
heldur,
sigur
formaðurin í Starvsmanna-
felagnum.
–Tað,
sum
Bàrður
Nielsen sigur, er, at hann
góðtekur onga lønarhækk-
ing. Sostatt hevur hann
longu gjørt, at vit skulu
onga lønarhækking hava,
sum arbeiða hja tí almenna.
Hetta er at taka samráðing-
arrættin frá okkum og tað
er eitt ótrúliga grovt álop á
alla fakfeløagsrørsluna og
tað skal ikki vera so lætt,
sigur hann.
– Landið skal onki
hava við undirsjóvar-
tunnilin ímillum
Skálafjørðin og
Havnina at gera og
tunnilin í Sandoy
verður gjørdur, tá ið
landið hevur ráð
Undirsjóvartunlar
Àki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Undirsjóvartunnilin í
Sandoynna og undirsjóvar-
tunnilin ímillum Skálafjørð
og Havnina skulu passa inn
í samferðsluætlanina hjá
landsstýrinum.
Tað
sigur
Bjarni
Djurholm, landsstýrismað-
ur í vinnumálum og virk-
andi løgmaður.
Hann vísir á, at Skála-
fjarðartunnilin er privatur
burturav og hann skal
landið onki hava við at
gera.
Hann staðfestir somu-
leiðis, at tað kemur heldur
ikki uppá tal, at landið fer
at veðhalda fyri fíggingina í
sambandi við tann tunnilin.
Hinvegin staðfestir hann
eisini, at tunnilin í Sand-
oynna er so mikið dýrur, at
hann verður ikki fíggjaður
við bummpengum burturav.
Í løtuni er støðan tann, at
tey, sum hava tikið stig til
Eysturoyartunnilin, hava
boðað landsstýrinum frá, at
tað verður klárt at fara
undir arbeiðið um innanfyri
eitt heilt stutt áramál.
– Einasti leiklutur hjá
landinum í hesum sam-
bandi verður at geva loyvi
til at fara undir arbeiðið.
Veldst um politiska
viljan
Bjarni Djurholm sigur, at í
sambandi við Sandoyar-
tunnilin er peningur settur
av til tær fyrstu kanningar-
nar í ár og hetta verður í
hvussu so er næsti undir-
sjóvartunnilin, sum landið
fer undir.
Spurningurin er so um
samgongan er sinnað at
seta meiri pening av til
framhaldandi
kanningar
næsta ár, ella í 2007.
– Vit hava sum mál at fáa
kanningararbeiðið í sam-
bandi við Sandoyartunnilin
liðugt í hesum valskeið-
num, so at tað verður klárt
at taka politiska støðu til
um
farast
skal
undir
tunnilin, ella ikki, og, nær
farast skal undir hann.
– Tað veldst alt um,
hvussu nógv tað ber til at
seta av til framhaldandi
kanningar á fíggjarlógun-
um fyri 2006 og 2007. Og
um vit fara undir hann, og
nær, veldst alt um, hvussu
ráðini hjá landskassanum
verða. Hava vit ráð til tað,
verður hann gjørdur. Hava
vit
ikki,
verður
hann
gjørdur seinni.
– Sanfoyartunnilin er so
dýrur, at tað er í øllum
førum eitt mál, sum skal
lýsast ómetaliga væl, sigur
Bjarni Djurholm.
Men landsstýrismaðurin
leggur afturat, at báðir tun-
larnir skulu passa inn í
samferðsluætlanina, sum
vinnumálararáðið er í ferð
við og sum verður liðug
næsta ár.
– Ber tað yvirhøvur til at
fara undir tvær so stórar
verkætlanir ísenn, hóast
onnur er privat og hin
almenn?
– Tað er ein góður spurn-
ingur. Í øllum førum verður
tað neyðugt at bera so í
bandi at ikki báðar verk-
ætlanirnar verða so mikið
samanfallandi, at tær koma
at drena samfelagið fyri
arbeiðsmegi og serfrøði í so
stóran mun, at tað førir til at
samfelagsbúskapurin gerst
ov heitur. Tað er sjálvsagt
ein spurningur, sum skal
viðgerast ógvuliga gjølliga,
sigur Bjarni Djurholm.
Bárður Nielsen spælir høgt spæl
– Hetta er eitt ótrúliga grovt
álop, men Bárður Nielsen
skal ikki vera so bláoygdur,
at hann heldur, tað tað skal
vera so lætt, sum hann
heldur, sigur Gunnleivur
Dalsgarð, formaður í
Starvsmannafelagnum
Tunlarnir skulu passa inn í eina
lands-samferðsluætlan
Ein spurningur, sum skal viðgerast ógvuliga gjølliga, er, um
tað er forsvarligt at gera Eysturoyarunnilin og
Sandoyartunnilin ísenn, sigur Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður