mikudagur 6. juli 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 126 - 6. juli 2005
Ein rúgva av tí neyð-
hjálp, sum allur heim-
urin sendi til van-
lukkuøkið í fjareystri
eftir flóðalduvanlukk-
una 2. jóladag í fjør,
stendur órørd bæði á
Sri Lanka og í Indon-
esia. Ein av høvuðs-
trupulleikunum er
pappírsveldi í van-
lukkuraktu londunum
NEYÐHJÁLP
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Sambært norskum fjøl-
miðlum er støðan tann, at á
Sri Lanka standa umleið
500 bingjur við neyðhjálp
órørdar á bryggjuni í høv-
uðsstaðnum Columbo. Í
havnabýnum Medan nær-
heindis hart rakta Banda
Aceh økinum í Indonesia
standa ikki færri enn 1.500
bingjur órørdar.
Væntandi skjøl og
strangar
innflutningsreglur
Høvuðsorsøkin við bingj-
unum á Sri Lanka er tann,
at tey neyðugu skjølini ikki
eru tøk, seinar manna-
gongdir hjá pappírsveldin-
um á oynni, og harafturat
hava teir lokalu distributør-
arnir ilt við at taka sær av
øllum vørunum, ið koma
sendandi úr øllum hornum
av heiminum.
Í Medan í Indonesia eru
trupulleikarnir ikki minni.
Sum dømi um neyðhjálp, ið
ikki er komin fram, tí hon
stendur fast á bryggjuni í
Medan, verður nevnt ein
sending við átta bingjum av
drekkivatni, ið var sent úr
Avstralia minni enn eina
viku, eftir at flóðaldan
hevði rakt. Hesar átta bingj-
urnar við reinum vatni hava
staðið á bryggjuni í Medan
síðani síðst í januar mánað,
tí at Reyði Krossur í Indon-
esia
misti
fylgiskjølini
burtur, tá ið hjálparfelags-
skapurin flutti skrivstovu
um sama mundi.
Indonesiskir tollmyndug-
leikarnir vátta eisini, at okk-
urt um hálvthundrað akfør,
sum skulu hjálpa til bæði
við upprudding og at byggja
upp aftur í Aceh-lands-
partinum, framvegis standa
á bryggjuni og bíða eftir at
fáa innflutningsloyvi.
At tollmyndugleikarnir í
Indonesia eru tungir at
dansa við, kann ST eisini
staðfesta, tá ið felagsskap-
urin noyddist at brúka ikki
færri enn tveir mánaðar
upp á at fáa innflutnings-
loyvi til 14 sjúkrabilar í
Indonesia.
Harvið kann staðfestast,
at sjálvt um tørvurin á
neyðhjálpini er sera stórur,
so er ein rúgva av neyð-
hjálp tøk, um altso eisini
neyðug útflýggjanarloyvi
og skjøl eisini vóru tøk.
Reyði Krossur í
Føroyum kennir einki
til trupulleikan
Nærliggjandi er so at
spyrja, um øll neyðhjálpin,
ið varð send úr Føroyum,
liggur í onkrum av bingjun-
um á bryggjunum í eitt nú
Columbo og Medan, men
sambært Suna Vinther hjá
Reyða Krossi í Føroyum, er
hetta lítið sannlíkt.
Suni Vinther sigur seg
einki kenna til trupulleikan,
og hann er sannførdur um,
at øll neyðhjálpin úr Føroy-
um er komin upp á pláss.
Somuleiðis vísir Suni Vinth-
er á, at altjóða Reyði Kross-
ur hevur fólk á staðnum, har
neyðhjálpin verður býtt út,
og harvið skuldi hjálpin
komið út til teirra, ið hava
størstan tørv á henni.
Neyðhjálp til Asia stendur órørd
Nú er komið fram, at ein
rúgva av teirri neyðhjálp, ið
bleiv send til vanlukkuøkini í
Fjareystri eftir flóðalduvan-
lukkuna 2. jóladag í fjør,
stendur órørd. Millum annað
standa ikki færri enn 1.500
bingjur við neyðhjálp órørdar
í havnabýnum Medan nær-
heindis Banda Aceh í Indon-
esia. Reyði Krossur i Føroyum
er tó sannførdur um, at før-
oyska hjálpin er komin fram
Mynd: Reuters
Samverkamenn til
Birmingham
Tíðindaskriv
Í hesi vikuni fer eitt ferðalag
upp á 10 fólk frá føroyska
missiónsfelagsskapinum
"Samverkamenn" til Birm-
ingham í Onglandi at boða
kristna gleðiboðskapin fyri
asiatum og muslimum í bý-
ar-partinum "Elim Rock",
har 95 prosent av íbúgvun-
um eru muslimar. Birming-
ham er næststørsti býur í
Onglandi, og helvtin av
íbúgvunum eru litt.
Í løtuni arbeiða hjúnini
Shamila og Høgni Jo-
hannesen úr Havn í Birm-
ingham sum trúboðarar.
Samskipari av ferðini,
sum verður frá 7. til 17.
juli, er Janus Gunnarsson
frá Samverkamonnum.
Meðan
ferðalagið
er
burtur, vera myndir hvørt
kvøld lagdar út á heima-
síðuna hjá Samverkamonn-
um saman við eini frásøgn
frá degnum. Áhugað kunnu
fylgja við á heimasíðuni:
www.samverkamenn.org.
Stórur stuðul til Ung i
Norden 2006
Ungdómslistastevnan
Ung i Norden, sum
verður í Føroyum
næsta ár, hevur fingið
1, 75 mill í stuðli frá
barna- og ungdóms-
nevndini hjá
Norðurlendska Ráð-
harraráðnum. - Hetta
er ein stór álit-
isváttan til okkara
mentanarlív, sigur
Jógvan á Lakjuni,
landsstýrismaður í
mentamálum
UNG I NORDEN
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Í fjør bjóðaðu Føroyar seg
fram at fyriskipa Ung-
dómslistastevnuna Ung i
Norden 2006. Hesum játt-
aði barna- og ungdóms-
nevndin hjá Norðurlanda
Ráðharraráðnum, BUK, í
heyst. Stevnan verður
hildin í Føroyum um mán-
aðarskiftið juni-juli 2006,
tá eini 250 ung úr øllum
Norðurlondum
íroknað
Sámalandi
koma
til
Føroya at luttaka.
Spennandi og væl
fyrireikað
Tað er BUK, sum hevur
ábyrgd av stevnuni, og í
døgunum 16. og 17. juni
2005 vóru tey á fundi við
føroysku fyriskiparanar.
Ein verkætlanarbólkur
við umboðum fyri Menta-
málaráðið, Norðurlanda-
húsið, Tórshavnar komm-
unu, Føroya Ungdómsráð
og Meginfelag áhugaleik-
ara Føroya hevur arbeitt
við fyrireikingunum til
stóru Ungdómslistastevn-
una. Hedvig Westerlund-
Kapnas, ið m.a. hevur
drúgvar royndir at fyri-
skipa mentanarstevnurnar
Ung í Føroyum, er sett
sum verkætlanarleiðari.
Á fundinum í Føroyum
fekk BUK kunning um
ítøkiligu ætlanirnar og
fyrireikingarnar í sam-
bandi við Ung i Norden
2006. BUK metti verkætl-
anina vera sera væl fyri-
reikað
og
spennandi.
Nevndin avgjørdi at játta
kr. 1,75 mió í stuðli til
Ung i Norden 2006, og er
hetta størsti einstaki stuð-
ul, sum BUK hevur givið
til Ung i Norden.
Álitisváttan
Jógvan á Lakjuni, lands-
stýrismaður
í
menta-
málum, sigur, at hann er
sera fegin um stuðulin frá
BUK. Samstundis hevur
Mentamálaráðið
játtað
tilsamans kr. 500.000 í
stuðli til Ung i Norden
2006 býtt yvir tvey ár.
- Hetta er stór álitis-
váttan til okkara ment-
anarlív, sum hevur átikið
sær at skipa fyri hesum
megnar
norðurlendska
mentanartiltakinum fyri
listaáhugað ung. Hetta er
stór avbjóðing eisini fyri
okkum sum vertsland, og
eg ivist ikki í, at føroyska
mentanarlívið og serliga
skapandi ungdómsment-
anin her heima fáa stórt
gagn av slíkari stevnu. Eg
eri tí fegin um, at eisini
Mentamálaráðið
kann
veita hollan stuðul til Ung
i Norden 2006, sigur
Jógvan á Lakjuni, lands-
stýrismaður.
Meira um BUK og
norðurlendskt barna- og
ungdómsmentanarsamstar
v
er
at
finna
á
www.valhalla.norden.org.
10 føroyskir missionerar fara í hesi vikuni til næst størsta býin
í Onglandi
Eftir at hava virkað
sum fúti í Føroyum í
eitt langt áramál, fer
Mogens Nepper-
Christensen úr starvi
seinast í september
mánaði í ár
LØGREGLA
Snorri Brend
Danska løgmálaráðið boðar
nú frá, at starvið sum fúti í
Føroyum er leyst at søkja
frá 1. oktober í ár.
Hetta hendir eftir at
Mogens Nepper-Christen-
sen
eftir
kongaligari
resolutión frá 6. apríl fer úr
starvi sínum hin 30. sep-
tember í ár vegna aldur.
Starvið
sum
fúti
í
Føroyum verður áramáls-
sett í fimm ár, og er eitt
tænastumanastarv í 38.
lønarstigi. Við starvinum
fylgir eisini bústaður.
Løgmálaráðið heitir á øll
um at søkja – óansæð aldur,
kyn, rasu, religión ella tjóð-
arsamleika.
Freistin at søkja starvið
er úti 15. august 2005 kl.
16:00.
Nepper fer
Mogens Nepper-Christensen
leggur nú frá sær sum fúti
vegna aldur