mikudagur 6. juli 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 126 - 6. juli 2005
Verkfallið hjá maskinmeistarunum hjá SEV hóttir nú av
álvara við at leggja alt landið lamið. Hóast ymsu partarnir av
landinum "bara" liggja í streymloysi part av degnum, so er
hetta ein heilt ónøktandi støða fyri vinnulívið og øll onnur í
samfelagnum. Verandi støða átti ikki at verið íkomin eru øll
samd um. Hóast tann staðfestingin ikki bøtir um støðuna
nú, so átti skipanin við hesum partinum av arbeiðsmarknað-
inum at verið broytt fyri langari tíð síðani. Vit áttu at havt
lært av støðuni fyri tveimum árum síðani.
Í blaðnum í dag verður funnist harðliga at eitt leiklutinum hjá
landsstýrinum í aktuella málinum. Jógvan Mørkøre, sam-
felagsfrøðingur sigur, at tað gevur púrt onga meining at
samráðast undir slíkum fyritreytum. Bárður Nielsen skuldi
verið komin uppí leikin beinanvegin. Alt annað er tekin um
óveruligar samráðingar, sigur Jógvan Mørkøre um støðuna
millum SEV, Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Hann leggur heldur ikki fingrarnar ímillum, tá hann skal
lýsa leiklutin hjá landsstýrinum í hesum máli.
- Landsstýrið sum arbeiðsgevari má heilt einfalt taka annað
skinn um bak, tí hetta er at halda mótparin fyri tað turra
spott. Verandi støða er eitt tekin um vantandi skipan á
arbeiðsmarknaðinum. Ein fortreyt fyri einum vælvirkandi
arbeiðsmarknaði er, at samráðingar fara fram undir skipað-
um viðurskiftum, og at talan er um veruligar samráðingar.
Tann, sum situr við samráðingarborðið, má hava fult mandat
til at taka avgerðir, ella má tann, sum gevur mandatið, vera
við undir samráðingunum, sigur samfelagsfrøðingurin.
Advokatur blaðið hevur tosað við heldur ikki, at verandi
skipan við SEV er nøktandi. Tað er neyðugt, at tað almenna
hevur eftirlit við sáttmálum hjá eini monopol-fyritøku sum
SEV, tí at ein slík fyritøka nýtist ikki at vera eins varin við
útreiðslunum og ein fyritøka, ið virkar undir marknaðarbú-
skaparligum treytum, sigur Bjørn á Heygum, advokatur.
Hann heldur, at SEV sleppur ov lætt at hækka lønirnar hjá
maskinmeistarunum uttan at taka onnur fyrilit og vísir á, at
samskiftið millum SEV og Fíggjarmálaráðið burdi verið
betri. Undir øllum samráðingum er tað ein grundleggjandi
fortreyt, at samráðingarnevndirnar eru suverenar og kunnu
taka endaligar avgerðir ístaðinfyri at skriva undir sáttmálar
við fyrivarni. Tað er ein keðilig støða, at vit hava ein triðja
part, ið ikki tekur lut í samráðingunum, tí sjálvandi er tað
betri, at tann parturin, ið hevur síðsta orðið, er við í samráð-
ingunum, sigur Bjørn á Heygum, sum harvið mælir lands-
stýrinum til at taka lut í samráðingunum, so at eitt møguligt
úrslit altíð var endaligt. Advokaturin heldur, at vit kunnu seta
eitt stórt spurnartekin við, um her er talan um realitets-
samráðingar, tá almenni eftirlitsmyndugleikin ikki er við.
Hetta eru so bert nakrar av viðmerkingunum til aktuellu
støðuna í blaðnum í dag. Tað er greitt, at føroyska samfelagið
kann ikki framhaldandi liva við, at partarnir bara lata standa
til. Hvør enn kann ábyrgdast fyri íkomnu støðuna, so verður
neyðugt at finna eina skjóta loysn. Einki samfelag heldur til
eina slíka støðu. Orkuveiting er ein so vitalur partur av
samfelagnum, at slíkt verkfall kann als ikki samanberast við
nakað annað. Her má og skal henda nakað, og tað alt fyri eitt.
Um ikki partarnir sjálvir megna at seta seg saman aftur, so
eigur Semingastovnurin at koma uppí aftur. Ber tað heldur
ikki til, so má landsstýrið, í fyrsta lagi fíggjarmálaráðharrin
taka stig til eina loysn, í øðrum lagi má sjálvur løgmaður
uppí og brúka sína støðu til at fáa glið á. Hvat partarnir og
fólk enn halda um skeivleikar í skipanini og tilgongdini
annars, og hvussu hesir kunnu broytast og bøtast, so stendur
eitt fullkomiliga greitt, og tað er, at ein endi má fáast á hesi
fyri alt samfelagið púra óhaldbaru støðu.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Okkurt má gerast annars
steðgar alt samfelagið upp
VIÐMERKING
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Høgni Hoydal
Sambandssamgongan er
tann
umvendi
Robin
Hood:
Hon tekur frá
teimum veiku og gevur
teimum sterku.
Síðani
gevur hon øðrum skyld-
ina og sigur, at Danmark
skal gjalda fyri okkara
egna órættvísi.
Sjálvandi vistu vit, at tað
fór at koma. So vist sum
jørðin er rund.
Sambandsflokkurin
roynir at renna undan sam-
gongunnar egnu ómegd
mótvegis okkara eldru og
óhjálpnu við at geva Tjóð-
veldisflokkinum og mink-
andi blokkstuðlinum skyld-
ina.
Á vøllinum eru m.a.:
Helgi Abrahamsen, skrivari
sambandsfloksins,
sum
roynir at rokna út við sínum
lummaroknara, at um vit nú
bert høvdu blokkstuðulin,
so var alt gott og øll fingu
sítt.
Og Marjus Dam, ið fer
eitt stig longur, og vil hava
samgonguna at fara til
Danmarkar at bidda um
meira blokkstuðul, so tey
eldru og brekaðu kunnu fáa
síni dagtilhald aftur og
matur aftur kann koyrast út
til tey eldru.
Eg fari at takka teimum
báðum fyri, at teir so greitt
prógva, hvussu ábyrgdar-
leysur og ússaligur hesin
sambandspolitikkur
er.
Hvar vit enda, um henda
samgonga sleppur at halda
fram. Og hvussu asosialur,
ósolidariskur og niðrandi
mótvegis okkum sjálvum
sum fólk, sambandspoli-
tikkurin í veruleikanum er.
Hvar vóru tilboðini við
fullum blokkstuðli?
Til Helga Abrahamsen er
bert at siga: Føroyar eru
farnar heysin fleiri ferðir
við fullum blokkstuðli, og
tað hevur altíð kosta teim-
um veikastu dýrt, meðan
tey ríkastu hava flotið om-
aná.
Hvar vóru dagtilhaldini,
matarskipanin fyri eldri og
øll tilboðini á sosiala økin-
um, tá vit fingu hækkandi
blokkstuðul hvørt ár?
Hesi tilboðini eru komin,
meðan fullveldissamgong-
an sat, og eftir at blokkurin
varð minkaður. Ongantíð
eru hend so stór framstig á
sosiala økinum, sum undir
fullveldissamgonguni. Tað
er próvfast.
Tjóðveldisflokkurin vil at
vit gjalda í felag
Tjóðveldisflokkurin stend-
ur rimmarfastur í síni hug-
sjón um, at tað eru vit í fe-
lag í Føroyum, sum skulu
gjalda fyri vælferðina - og
at vit ikki kunnu spæla soli-
darisk við donskum peng-
um.
Og vit hava prógvað, at
hetta er vegurin fram. Tá vit
ikki kunnu senda rokning-
ina til Danmarkar, noyðast
vit at raðfesta okkara væl-
ferð í Føroyum. Og Tjóð-
veldisflokkurin raðfestur
soleiðis, at vit strika studn-
ing til vinnulívið og será-
góðar til tey vælbjargaðu,
og styrkja ístaðin almanna-
økið, útbúgving, gransking,
mentan og umhvørvi. Tað
hava vit gjørt seinastu 6
árini, og av tí eru vit errin -
hóast alt verri enn so var
nóg gott í undanfarnu sam-
gongu. Harafturat høvdu
vit yvirskot hvørt ár á
fíggjarlógini, tí vit brúktu
ongantíð meira enn vit
tjentu.
Samgongan skerjir
tey veiku
Henda
samgongan
ger
beint øvut av politikki og
hugsjón
Tjóðveldisflok-
sins. Hon skerjir hjá teim-
um veikastu. Hon skerjir
útbúgving, gransking og
mentan. Hon skerjir um-
hvørvismál.
Men hon letur studning
til útvaldar vinnulívsbólkar.
Letur skattalættar til tey
ríkastu. Lækkar avgjøld á
luxusvørum. Og hon tykist
tilvitað at lata alla fíggjar-
stýring og búskaparstýring
upp fyri skutil, so hon kann
prógva,
at
føroyingar
megna ikki at skapa eitt
gott samfelag og at býta
ágóðarnar javnt.
Hevði eg bert fingið
lummapengar í allar
ævir...
Eg vóni ikki, at Helgi
Abrahamsen ætlar at upp-
ala síni børn á sama hátt
sum hann vil reka politikk í
Føroyum.
At hugsa sær, um tey
ungu fara at seta seg við
lummaroknaran og spyrja
sum Helgi: Hvussu nógvar
pengar hevði eg átt, um eg
fekk lummapengar frá for-
eldrunum í ókomin ár?
Heldur enn at tosa um,
hvussu tey kunnu lyfta í
felag saman við øðrum.
At hugsa sær, um okkara
børn og abbabørn, hvørja
ferð tey skulu lata nakað
burturav til felagsskapin og
til tey, sum tørva hjálp, fara
at siga: Nei, sovorðið skulu
foreldrini hjá mær gjalda!
Mínir pengar skulu fara til
mín sjálvs - til dýrar lutir -
og skal eg gjalda nakað, so
skal tað vera til nakað, sum
eg sjálvur fái nakað bein-
leiðis burturúr!
Og at hugsa sær, um okk-
ara
mongu
dugnaligu
vinnulívsfólk fylgdu sam-
bandshugsanini hjá Helga.
Um fiskivinnan heldur enn
at royna at skapa virðir, sat
og roknaði út, hvussu
nógvar pengar hon hevði
átt, um kilostudningur,
oljustudningur, íløgustudn-
ingur og veðhald, enn vóru
í gildi? Tað kundi Helgi
Abrahamsen passandi sett
seg niður at rokna út og
fortalt vinnulívinum. Og
Helgi eigur tá endiliga at
royna at fáa fólk at gloyma,
at fiskivinnan fór logandi á
heysin, tá hesin hugburður
valdaði í Føroyum.
Læknin vil ikki
hava rokningina
At slíkur hugburður gerst
úrslitið, um vit sleppa mál-
inum um einar sjálvstøðug-
ar, sjálvbjargnar og sam-
Danir skulu gjalda døgurða til okkara eldru
– meðan vit vælbjargaðu fáa lættar