Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juli 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 126 - 6. juli 2005 11 haldsfastar Føroyar, prógv- ar Marjus Dam einamest. Hann er ein sera vælløntur lækni og løgtingsmaður, sum hevur júkað um skatta- lættar, studning til vinnuna og um at taka avgøld burt- ur. Hann hevur nú fingið sín vilja - og tískil verður nú ov lítið goldið í okkara felags kassa. Dundrandi undirskot og skert áræði millum fólk er úrslitið. Hevði Marjus Dam ikki havt peningin, sum vit spardu upp til eitt sjálv- støðugt samfelag, so var landsstýrið langt síðani farið at læna pengar uttan- lands aftur. Og hvat sigur Marjus Dam so? Vil hann lata meira til eitt samhaldsfast samfelag? Vil hann siga frá sær ein skattalætta, har menn sum hann og eg sjálvur skulu hava 50.000 krónur beinleiðis í lumman afturat um árið, meðan ein vanlig verkamannafamilja fær 2.000 krónur? Sigur Marjus Dam, at okkara eldra ættarlið, sum hevur bygt hetta landið og sum hevur latið hundraðfalt til okkara felags kassa, skal njóta ágóðan av tí, tey sjálvi hava bygt upp og goldið? Nei, danir skulu gjalda! Vit mugu fara til Dan- markar at biðja um pengar. Tí so kunnu Marjus Dam, Fólkaflokkurin og Javn- aðarflokkurin halda fram við at geva studning og skattalættar, og vit væl- bjargaðu kunnu halda fram at koyra í stórum bilum og á motorsúkklum. Tey eldru í Føroyum eru sambært Marjusi Dam ein byrða, og tey hava ikki sjálvi goldið fyri sína pensión ella sín røktartørv - nei, danir hava goldið, sigur Marjus! Og uttan danskar pengar, hava tey eldru ongi rættindi í Føroy- um, sambært sambandsh- ugsjónini. Niðrar tey eldru - spillir ungdómin Hvat er hetta fyri hugsan? Hetta er so ábyrgdarleyst og gongur so ímóti øllum samfelagssinni og sam- haldsfesti, at eg fái bein- leiðis ilt av hoyra slíkt. Og at fólkavaldir menn og heilir politiskir flokkar kunnu fáa seg at trútta sovorðnan boðskap niður í okkara eldru og okkara uppvaksandi ættarlið, er mær ovboðið. Hetta er ein tileggjan til sjálvsøkni, máttloysi og ábyrgdarloysi millum fólk. Og hetta elvir við vissu til skilaloysi í landsins stýri. Hetta hava vit fingið prógv um so seint sum fyri tíggju árum síðani. Við fullum blokstuðli vórðu tey veikastu og tann vanligi føroyingurin slept upp á fjall. Og at sitandi sam- gonga ætlar at endurtaka bragdið - ja, um tað gongur sjón fyri søgn. Tey eldru í Føroyum eru ikki ein byrða, sum vit mugu bidda um pening til uttanlands. Tey hava goldið hundrað- ella túsundfalt tað til samfelagið, sum eitt virðiligt lív á ellisárum kostar samfelagnum. Um vit bert seta pengar av til sosiala trygd og eldrarøkt, burturav tí, sum hvørt ætt- arlið sjálvt skapar, so hava øll møguleikan fyri einum virðiligum lívi á hesum klettum. Trýr nakar sambands- monnunum? Havi hitt og tosað við nógv fólk, ið hava hug at siga sum Helgi og Marjus - ja, høvdu vit nú bara ikki havt skorið blokkin, so hevði slíkt ikki hent, sum nú hendir. Eg eri tó vísur í, at ongin tá samanum kemur, meinar hetta av hjarta. Øll vita, at høvdu vit ikki havt minkað blokkstuðulin og vóru farin undir at raðfesta okkara egnu fíggjarorku, so høvdu tey eldru og brekaðu ikki fingið nakra stórvegis betring undanfarnu árini. Hinvegin høvdu studning- ar, skattalættar og ábyrgd- arloysi langt síðani verið farnir avstað við øllum tí, ið vit hava bygt upp - og landið hevði veruliga verið á veg móti næstu kreppuni. Blaka uppsparingina burtur Núverandi samgonga dúvar uppá tann pening vit settu til viks, undanfarnu seks árini. Sera harmiligt, at hesir pengar nú verða nýttir til asosialan politikk og vánaliga búskapar- og fíggjarstýring. Vit rindaðu stóru uttanlandsskuldina hjá landinum meira enn niður í helvt. Nú eru vit aftur á veg at skuldarbinda okkum. Men sum Marjus Dam sigur: Hví vísa ábyrgd og gjalda í felag, tá vit ístaðin kunnu biðja danir um pengarnar? Hví vera sam- haldsfastur, tá tú ókeypis kann senda rokningina fyri rættindini hjá okkara eldru til Danmarkar? Hví ikki geva reiðarum studning, tá vit afturfyri fáa danir at gjalda tað til tað, sum krevur samhaldsfesti og virðing fyri teimum, ið hava bygt landið? ∆ TINGHELLU- KLUMMAN Finnbogi Ísakson finnbogi@post.olivant.fo Nú verður landið aftur herj- að av einum verkfalli, sum rakar samfelagið meint. Einir 40 maskinmenn hjá SEV eru farnir í verkfall, og tað rakar alt meginøkið og meira aftrat. Fyri eina ferð skyld er tað Suður- oyggin, sum er sloppin undan. Fyrst av øllum er hetta aftur eitt prógv um, at okkara arbeiðsmarknaður er ikki nóg væl skipaður. Tað kemur ikki fyri í okkara grannalondum, at verkføll eru so títt og raka so meint sum her. Her vantar eitt regluverk fyri, nær verkfall kann lýsast, og eisini vantar ein arbeiðs- rættur. Tað skal so lítið til fyri at leggja mestsum alt sam- felagið lamið. Í hesum førinum eini 40 fólk. Fer Starvsmannafelagið í verk- fall, umfatar tað eisini Strandferðsluna, og tá liggur samfelagið so púra lamið. Onkuntíð hevur ver- ið talan verið um at gjørt nóg nógvar av manning- unum á Strandferðlsuni til tænastumenn, sum jú ong- an verkfallsrætt hava, men einki hevur spurst burturúr. Tað er ikki minni neyð- ugt at gera so mikið nógv fólk hjá SEV til tænastu- menn, at eitt nú Sunds- verkið ikki kann verða lagt stilt sum liður í einari ar- beiðsósemju. So eru tað lønirnar, sum eru ringar at halda stýr á. Føroya Arbeiðarafelag gekk í ár við til null-lønar- vøkstur, men fekk nakað upp á eftirlønina. Lands- stýrismaðurin í lønar- málum hevur sagt seg stílað fram ímóti einari nullloysn á almenna arbeiðsmarkn- aðinum eisini. Men so kemur sperðil í, tí SEV ger avtalu við maskin- menninar um eina lønar- hækking upp á 3-5% yvir 2 1/2 ár. Og landsstýrismað- urin skal góðkenna avtal- una - ella vraka hana. Hetta ósamsvar er ikki heilt nýtt. Fyri fáum árum síðani gjørdi Føroya Tele eina lønaravtalu, sum lá væl oman fyri tað, sum Landsstýrið hevði hugsað sær at gjørt fyri almenna arbeiðsmarknaðin. Men hóast tað almenna eigur Føroya Tele við húð og hár, er ongin treyt ásett har um, at Landsstýrið skal góð- kenna ein lønarsáttmála. Neyvan kann tað vera rætt, at feløg, sum tað al- menna eigur 100%, sam- ráðast fyri seg, uttan at Landsstýrið hevur nakað at skula hava sagt. Tað skapar ólag í almenna lønarlag- num. Men skipanin við SEV er tað mest óbrúkiliga. Nú hava partarnir - Maskin- meistarafelagið og SEV - havt drúgvar samráðingar, og Semingsstovnurin hevur verið uppií. Í fyrstu atløgu legði Semingsstovnurin einki uppskot fram, tí Turið Debes Hentze og Jákup í Gerðinum hildu tað ikki loysa seg at koma við einum uppskoti, tí tað var so langt ímillum partarnar. Tað gekk tó ikki eitt samdøgur, so komu partar- nir saman aftur, og sem- ingsmenninir komu eisini uppí aftur. Semingsstovn- urin legði eitt semingsupp- skot fram, sum bæði maskinmeistarar og leiðsl- an í SEV kundu góðtaka. Her skuldi so alt endað í frið og náðum, um vanliga skipanin fyri samráðingar á arbeiðsmarknaðinum vóru galdandi í hesum førinum sum í øðrum. Tað er bara tað, at sama skipan er ikki galdandi. Tá partarnir at enda hava gjørt eina semju, skal hon leggj- ast fyri landsstýrismannin í fíggjarmálum til góðkenn- ingar. Hansara niðurstøða var, at lønarhækkingin lá so langt oman fyri tað nullið, hann hevði hugsað sær, at hann vildi ikki góðkenna avtaluna. Úrslitið er, at maskin- menninir eru farnir í verk- fall, og at streymurin verð- ur slitin í ávísum tíðar- skeiðum um alt landið. Til miklan ampa bæði fyri vinnulívið og privatfólk. Virkandi løgmaðurin Bjarni Djurholm hevur sagt, at ein møguleiki er, at Løgtingið leggur uppí. Er tað ein møguleiki? Hvat skal Løgtingið gera? Alt tað, eg veit um, hevur Løg- tingið - við einum undan- taki - gjørt eitt semings- uppskot til lóg, tá Tingið hevur lagt upp í arbeiðs- ósemjur. Hesaferð kann Tingið so samtykkja eitt semingsuppskot, sum samráðingarpartarnir hava góðkent, men ikki Lands- stýrið. Er tað eina slíka samtykt, Landsstýrið ætlar at biða Tingið um? Tað er ein hopleys skip- an, at tveir partar á arbeiðs- marknaðinum samráðast um ein sáttmála, sum ein triði partur so kann góð- kenna ella vraka. Hatta ber ikki til, rætt og slætt. Er tað meiningin, at landsstýris- maðurin í fíggjarmálum skal hava evsta orðið um lønarviðurskiftini hjá SEV, so muga lønarsamráðing- arnar eisini vera millum Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið - við SEV sum hjásitara. Ella eru tað tann interkommunali felagsskapurin SEV, sum samráðist við fakfeløgini, og avtalur teirra millum eru endaligar og bindandi. Verandi skipan er óbrúki- lig. TINGHELLU- VIÐMERKINGIN Kjartan Hoydal Í Tinghelluklunnuni leyg- ardagin rakar mín góði vinur Thomas Arabo høvd- ið á seymin tá hann skrivar soleiðis: "Atli Dam, sáli, plagdi mangan at siga at heima- stýrislógin kundi tambast so nógv at hon rakk líka at loysingini. Hann var eisini óførur at tamba hana. Undir hansara leiðslu rukku vit fleiri mál á sjálvstýrisleið, sum í fyrstu atløgu sóu ómøgulig út. Best minnast vit nokk undirgrundarav- taluna, eitt ótal av fiski- veiðusátmálum, ræðisrætt á flogferðsluni og so fram- vegis." Hetta er tað sum eg sjálvur havi hoyrt frá Atla, ferð eftir ferð. Hinvegin havi eg ongantíð hoyrt hann leggja dent á at fáa eina nýggja sjálvsstýrislóg. Hann var sjálvur besta dømið um, at tørvur var ikki á henni, tí tað Føroyar høvdu dugnalig samráð- ingarfólk, sum skiltu veru- lig føroysk áhugamál, so bar til at berja seg í gjøg- num, júst tí heimastýris- lógin ikki beinleiðis forð- aði, men kundi tulkast. Mangur við mær má tí hava undrast á, hví núver- andi samgonga hevur havt sovorðnan skund at gera júst tað sum forðar tamban, tá samgongan ikki ætlar sær at gera broytingar í við- urskiftunum millum Dan- mark og Føroyar. Danir hava altíð kunnað tambað og fara framhaldandi at gera tað tá teir hava tørv á tí. Danskir umsitingarligir og politiskir myndugleikar hava altíð ynskt at fest niður á blað, tað sum Før- oyar skulu sleppa ella ikki sleppa undir Heimastýris- lógini. Hetta fingu teir ikki gjørt í 1946 -47 av politisk- um grundum. Hvussu al- tráir danskir myndugleikar eru í hesum, sóu vit sí kanska greiðast mánaðar- skifti januar - februar 1993, tá ein føroysk sendinevnd við Maritu Petersen, sálu, á odda fekk ein drúgvan lista frá donskum politikarum og embætisverki, sum skuldi avmarka møguleik- um hjá føroyskum myndug- leikum at føra sín egna politik á nógvum økjum, sum Føroyar høvdu røkt higartil. Føroysku samráð- ingarfólkini søgdu tá undir allarringastu kreppu nei til at ganga hesa leið. Hvat er broytt í dag ? Avmarkandi og niðurbindandi karmar Óbrúkilig skipan