mikudagur 6. juli 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 126 - 6. juli 2005
VIÐMERKING
Gunnar Nattestad
El-felagið SEV og olju-
felagið ENI saman við
Wavegen hava stovnað
eitt felag, sum teir nevna
SeWave,
hetta
felag
hevur ætlan um at
byggja eitt alduorkuverk
út í Nípu.
Hetta alduorkuverk er
bert eitt royndarverk,
sum fer at geva eina sera
lítla el-orku, í mun til
tað ógvusligu ávirkan á
eitt av Føroya vakrastu
nátturuøkjum og vil har-
afturat hava eina oyð-
andi ávirkan á allan
heiðafuglin.
Sambært tí, sum eg
havi fingið upplýst, ætla
teir at gera ein veg, út í
Nípu, har ein tunnil
verður borðaður úti í
Svanga.
Her nevni eg nakrar
vansar við hesi ætlan:
1. Vegurin vil hava eina
ógvusliga ávirkan á
hetta nátturuøkið.
2. Bil ferðsla út til
tunnilsmunnan.
3. Heiðafuglur vil ikki
støðast har longur.
4. Tað er ein stórur
vandi fyri, at risting-
arnir frá spreinging-
unum kunnu gera, at
eitt stórt økið av
Nípubergi rapar nið-
ur, av tí at har er so
nógv leyst tilfarð.
5. Tá hesi 8 stóru hol
eru sprongd út í
Nípubergi, er ein
vandi fyri, at brimið
fer at gera tey størri
og
og
møguleiki
verður fyri oman-
lopi.
6. Eitt stórt plast-rør
má leggjast frá tunn-
ilsmunnanum og út
til
Bøssdalafoss
ímeðan eirbeiðið fer
fram, av tí at boris-
lammið ikki kann
fara út í Leitisvatn,
sum verður nýtt til
drekkivatn.
Fyrsta byggistig er við
eini turbinu uppá 200
KW, sum teir rokna við,
fer at geva í miðal 57%
ella 114 KW. Men tað er
ov høgt sett, av tí at tað
mangan er kyrt undir
Nípu Barmi og enn ong-
ar aldumátingar gjørdar.
Til samanberingar ger
Vestas vindmyllur frá
650 - 4500 KW.
Um allar turbinurnar
verða bygdar, fer tað at
kosta 93 milliónir, sum
kann blíva væl hægri,
um tað verður leyst tilfar
í tunnilinum.
Um tað verður eitt
portur
fyri
tunnils-
munnan, so fær turbinan
eitt móttrýst og harvið
vil turbinan ikki verða
so effektiv. Um tunnilin
verður opin, vil turbinan
verða nógv effektivari,
men so verður tað sum
ein yvirvaksin blokk-
floyta, sum vil ávirka alt
umhvørvið.
SEV hevur nú í fleiri
ár, havt eina stóra mót-
støðu ímóti vindmyllum,
av tí at el-netið skal
verða ov veikt til, at taka
ímóti orku frá vindmyll-
um. Men hetta aldu-
orkuverk fer eisini at
geva
eina
óstøðuga
orku, tí at tað ikki altíð
er brim við Nípuna.
Allar hesar milliónirnar
kundu verði nógv betur
nyttar, við at sett fleiri
stórar vindmyllur upp.
Og tað sum el-netið hjá
SEV ikki er ført fyri at
taka ímóti, kann nýtast
til at framleiða Brint við,
sum so verður nýtt til
"brændselcellir".
Tað fyrikemur mær
sum, at hetta er eitt pre-
stigu projekt, sum bara
skal trumfast ígjøgnum
uttan at hugsa um fylgj-
urnar.
Eg vil hervið heita á
Miðvágs Kommunu, um
at nokta byggiloyvið til
hesa verkætlan.
Alduorkuverk við
Nípuna í Miðvági
Helgi Abrahamsen
Seinasta leygardag setti eg,
í eini stuttari blaðgrein, eitt
einkult roknistykki upp,
sum vísti, hvussu nógv
løgtingssamtyktin um at
lækka blokkstuðulin við
366 mió. krónum um árið,
higartil hevur kostað. Úr-
slitið vísti, at henda eina
løgtingssamtyktin
hevur
higartil kostað føroyingum
1.281 mió. krónur. Síðani
divideraði eg talið við
6.000, (sum er talið av
pensjónistum í Føroyum),
og kom til tað úrslit, at
blokkniðurskurðurin hevur
higartil kostað 213.500
krónur fyri hvønn pen-
sjónist í landinum.
Høgni
Hoydal
hevur
helst fingið ilt í sam-
vitskuna av hesi greinini,
og í Dimmalætting mána-
kvøldið roynir hann at
vaska hendur. Tað skilji eg
sera væl.
Høgni trein inn á polit-
iska pallin í 1998 við at
siga føroyingum, at blokk-
stuðulin fíggjaði onga væl-
ferð í Føroyum. Hann
segði, at tað kundi prógv-
ast, at pengarnir fóru til
onnur endamál, og at um
vit strikaðu hesa inntøkuna,
so fór hetta als ikki at
ganga útyvir føroysku væl-
ferðina. Í dag síggja vit øll,
at hetta var ikki so, og tí má
Høgni gera alt fyri at venda
kjakinum aðrar vegir, nú eg
kanska gekk tí ov nær.
Hetta var høvuðsendamálið
við grein hansara mána-
kvøldið.
Høgni roynir at gera
gjøldur burtur úr míni blað-
grein við at siga, at hetta er
bara nakað, sum eg havi
roknað út við lumma-rokn-
ara. Nú veit eg ikki, hvørji
amboð Høgni brúkar, tá
hann roknar, men um so er,
at hann hevur onnur betri
amboð enn lummaroknara,
so skal hann vera meira enn
vælkomin at siga okkum
frá, um hesi framkomnu
amboð skuldu komið til
annað úrslit enn at 366
milliónir ferðir 3,5 er 1.281
milliónir. Eisini skal hann
vera vælkomin at boða frá,
um 1.281 milliónir býttar
millum 6.000 pensjónistar
geva annað úrslit enn
213.500 í part. - Eg bíði við
spenningi.
Síðani spælir Høgni hasa
gomlu plátuna um at Før-
oyar fóru á heysin undir
verandi samfelagsskipan.
Men hann gloymur (aftur
hesa ferð) at fortelja okk-
um, undir hvørjari skipan
tað var, at Føroyar reistu
seg aftur aftaná kreppuna.
Var tað ikki eisini undir
heimastýrisskipanini og við
fullum blokkstuðli ? Ella
veit Høgni um nakra sam-
felagsskipan, sum er so
genialt samansett, at tað
ikki ber til at fara á heysin
undir
henni,
líkamikið
hvussu tú stýrir ?
Høgni vísir síðani á,
hvussu Tjóðveldisflokkurin
hevur raðfest, tá hann hevur
sitið í samgongu, og sum
dømi um hetta nevnir hann
bara seinastu tvey valskeið-
ini. Hví fer hann ikki long-
ur aftur ? Er kanska okkurt
har, sum ikki er so huga-
ligur lesnaður ?
Hann sigur síðani: "Har-
afturat høvdu vit yvirskot
hvørt ár á fíggjarlógini, tí
vit brúktu ongantíð meira
enn vit tjentu". Her gloymir
hann at siga, at í 2004
gjørdi Tjóðveldisflokkurin
eitt alternativt fíggjarlóg-
aruppskot sum hevði 100
mió. krónur í halli áðrenn
avdrøg, hóast 600 mió.
krónir í blokkstuðli stóðu á
inntøkusíðuni. Tað vil siga,
at 700 mió. krónur mangl-
aðu í, um ein "fullveldis-
fíggjarlóg" var endamálið.
Og eg má spyrja: Hví
gjørdi Tjóðveldisflokkurin
ikki aftur eitt alternativt
fíggjarlógaruppskot
fyri
2005 ? Var tað kanska ov
píniligt og avdúkandi ?
Høgni reypar í greinini
um peningin sum teir
spardu upp. Veit hann ikki
av, at upphæddin sum teir
spardu upp var nógv minni,
enn tað sum landskassin
fekk í blokkstuðli tey árini
meðan teir sótu í Tinga-
nesi? Hvat vóru tað so fyri
pengar, sum teir spardu
upp?
Og so spælir hann enn
einaferð í hesari greinini
leiklutin sum tann rættvísi,
sum ikki kann góðtaka, at
menn sum hann og aðrir
tingmenn, ið hava stóra
inntøku, fáa skattalætta.
Men hví hava tingmenn so
stóra inntøku ? Var hetta
ikki eitt tað fyrsta, sum
fullveldislandsstýrið syrgdi
fyri eftir valið í 1998, at
lønin
hjá
tingmonnum
skuldi hækka ? Heldur
Høgni at føroyingar hava
gloymt tað ?
Restin av greinini er ein
roynd at benda kjakið
burtur frá evninum, so tað
lati eg liggja.
Avleiðinganar av at und-
anfarna samgonga skerdi
ríkisveitingina merkjast
nú av álvara. Stórt hall er
á fíggjarlógini.Vit spurdu
júst um avleiðingarnar –
men fingu onki svar
Marjus Dam
løgtingsmaður
So leingi, ið Sambands-
flokkurin situr í samgongu,
hava tey eldru onki at
óttast. Tit eldru verða ikki
slept uppá fjall. Eldraøki
skal styrkjast og mennast.
Alt annað er brot á sam-
gonguskjalið og óvirðiligt.
Tað undrar stórliga, at tað
kann koma so langt, at
haldast skal uppat at gera
mat til tey eldru, tá tørvur
júst er á, at hendan skipan
verður enn meira útbygd.
Víðari hoyrist eisini, at
skerjingar
eru
innan
heimarøktina.
Hendan
skerjing er so ógvuslig, at
mong eldri liggja heima í
eini neyðar støðu.
Øll skipanin má endur-
skoðast, so vit fáa at síggja
hvat peningurin til økið fer.
Fer hann til tey eldru, ella
til annað, ið onki hevur við
tey eldru at gera?
Tjóðveldispolitikkarar
finnast at støðuni. Og eg eri
fyri einaferð skyld samdur
við teimum í, at okkara
eldru skulu hava ein virði-
ligan aldurdóm. Tað er
millum annað av júst hesi
orsøk, at eg eri Sambands-
maður. Men neyðugt er
samstundis at vísa á, at júst
Tjóðveldispolitikkur
er
størsta hóttan ímóti okkara
samfelagi og ímóti okkara
eldru.
Skerjingin av ríkisveit-
ingini er orsøkin til at vit
hava hall á fíggjarlógini, og
at peningur tørvar allar-
staðir.
Journalistar spyrja dúg-
liga fyri tíðina, serliga teir,
ið eru mikrofonhaldarar
fyri tjóðveldisflokkin. Hví
spurdu hesir journalistar
onki um hvør avleiðingin
var av at skerja ríkisveiting-
ina á sinni. Tí sjálvandi
kom tað at ávirka. Tað
merkja tey eldru í hesum
døgum. Eins og fólk innan
heilsuverki, skúlar og fólk
innan vinnuna. Hví varð
onki spurt tá, heldur enn at
bert spurt verður nú. Teir
duga at spyrja.
Eg haldi, at vit eiga at
samráðast ríkisveitingina
uppaftur í 2006. Tí vit
kunnu ikki bjóða okkara
eldru og starvsfólkum har
eins og skúlum og vinnu-
lívi at verða knúskaði niður
í armóð tí Tjóðveldisflokk-
urin og nakrir aðrir gjørdu
ein stóran politiskan brøl-
ara við at skerja ríkisveit-
ingina. Higartil hava vit
mist óneyðugt 1500 milli-
ónir krónur. Tað merkist.
Men nú er neyðugt at royna
at arbeiða sum ein góður
politikari, og royna at bøta
um tann polisiska skaða ið
er gjørdur. Rokningin kann
ikki sendast til tey eldru og
tey veiku. Tað ber ikki til.
Og sum er, so megnar
vinnulívið
neyvar
eina
stóra rokning omaná halli
hjá fleiri av teimum.
Tað er neyðugt, at vit
hækka ríkisveitingina aftur
við komandi samráðingar
við stjórnina.
Roknimeistari í fullveldismálum
Okkara eldru – og ríkisveitingin