mikudagur 6. juli 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 126 - 6. juli 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Judith Olsen, fødd Kjærbo, ættað úr Sumba, búsit-
andi í Brøndbyøster, andaðist á Hvidovre sjúkra-
húsi 29. juni, 78 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Brøndbyøster kirkju í dag,
mikudagin klokkan 13:00.
Jarðarferðin hjá Óla Sørensen, Húsavík, verður úr
heiminum hósdagin 7. juli klokkan 13:00. Bussur
koyrir frá Teistanum klokkan 11:45. Sálmabókin
verður nýtt. Tey, ið vilja minnast Óla, kunnu lata
eina peningagávu til Leguhúsið í Nesvík, konta í
peningastovnunum.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin 6. juli
Djóni. Neyvan navn á einum halgimenni. Teir halda,
at navnið av tilvild er komið upp í halgimannatalið.
Djóni er stytting av grikska gudanavninum
Dionysius.
Um Dionysius, deyður umleið ár 258, verður sagt
um dag hansara (9. oktober) Hann varð vígdur til
biskup av pávanum Fabiani og fór til Fraklands sum
trúboðari. Varð saman við tveimum øðrum háls-
høgdur á tí staðnum, sum nú eitur Montmatre, ið
merkir martýrfjallið. Best kenda halgisøgan um
Dionysius er, at hann eftir at vera hálshøgdur sjálvur
bar høvd sítt til tann staðin, hann vildi verða grivin.
Har var kirkjan St. Denis bygd.
Fríggjadagin í farnu viku
var móttøka á Strandferðsl-
uni í samband við at eitt av
starvsfólkunum har hevur
verið knýtt at stovninum í
samfull 30 ár.
1. juli 1975 – um sama
mundið sum nýggi Smyril
kom til landið - byrjaði
Jákup Hansen hjá Strand-
ferðsluni. Og fríggjadagin
var so dagurin komin, tá
hetta skuldi markerast.
Tað gjørdi leiðslan á
Strandferðsluni
við
at
bjóða til móttøku í hølun-
um Yviri við Strond, har
bæði starvsfelagar og mong
onnur nýttu høvið at støkka
inn á gólvið fyri at heilsa
uppá jubilantin.
Millum hesi var stjórin í
Strandferðsluni, Kristian
Davidsen og starvsfólka-
leiðarin, Páll Heinesen. Í
sambandi við dagin fekk
hann eisini fleiri gávur,
m.a.
ein
málning
frá
Strandferðsluni.
Hesi 30 árini hjá Strand-
ferðsluni er Jákup nærum
vorðin ein "býarmynd" hjá
stovninum. Hann hevur
havt sum uppgávu at ganga
til handa á Farmadeildini,
og ikki minst við at bera
post millum báðar bygning-
arnar hjá stovninum.
- Hetta hava verið 30 góð
ár, sigur Jákup, sum í jan-
uar mánaði næsta ár verður
55 ár.
"Frú C" í Dr. Jacob-
sensgøtu, ið áður æt
"Frú S, lat upp í apríl
mánaði í nýggjum
hami, og við nýggjum
navni og eigara.
HANDIL
Nýggi eigarin Connie Ja-
cobsen fer at halda áfram
við teimum somu útveg-ar-
um sum "Frú S" hevði.
Men sum nakað "nýtt"
ætlar hon haraftrat at selja
antikkar vørur, eins og
fyrrverandi eigarin gjørdi
við ávísum millumbilum.
Hetta er ikki so vanligt í
Føroyum, og heldur Connie
tað vera sera hóskandi at
selja gamlar møblar í hes-
um handli, tí tað hóskar
sera væl inn í tann stílin
hon annars selur.
- Eg fari javnan at fáa
antikkar møblar. Møblarnir
verða, um neyðugt bæði
umvældir
og
málaðir,
áðrenn eg fái teir, so alt er í
sera góðum standi.
- Eg komi ikki at fáa
fleiri eins møblar, og hetta
vil gera tað enn meira
"unikt". So tað ræður um at
verða fyrstur, um tú ætlar at
ogna tær ein ávísan møbil
ið verður til keyps, sigur
hon.
Alt er relativt
Spurd um hesir møblar ikki
eru dýrir at selja, sigur
Connie við einum smíli: -
Alt er "relativt".
- Ein "antikkur møbil",
sum er í góðum standi,
kann vera ein íløga og er at
sammeta við eitt málarí ella
kunst, - tað heldur veksur í
virði, enn minkar.
Hon leggur aftrat, at um
onkur ætlar at keypa sær
ein slíkan møbil úr t.d.
Danmark, kann tað blíva
sera kostnaðarmikið. Tá
skal ein gjalda fyri frakt og
toll av fullum prísi.
- Tá eg keypi hesar møbl-
arnar verður tað sjálvandi
fyri ein sámiligan prís, og
eisini loysir tað seg betur,
hvat frakt viðvíkir, at fáa
fleiri vørur í senn.
Óli Sørensen,
Húsavík
andaðist leygardagin 2. juli 78 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr heiminum
hósdagin 7. juli kl. 13.00.
Sálmabókin verður nýtt.
Bussur koyrir frá Teistanum kl. 11.45.
Familjurnar vegna,
Edith
Tey, ið vilja minnast Óla, kunnu lata eina peningagávu
til Leguhúsið í Nesvík.
Jákup á Strandferðsluni í 30 ár
Jákup Hansen saman við starvsfólkaleiðaranum, Páll Heinesen (vm.) og stjóranum, Kristian
Davidsen
Mynd: Jens Kr. Vang.
Ein unikur handil
- Ein góður antikkur møbil er ein góð íløga, sigur Connie Jacobsen, leiðari í Frú C
Mynd: Bárður
Starvsdagur
Hin 3. juli í ár vóru liðin 30 ár síðani Jensia Jacob-
sen, Nólsoy byrjaði í starvi sum heimahjálpari.
Okkara kæra mamma, vermamma og omma
Thurid Holm Jacobsen
Argir
andaðist 4. juli í Keypmannahavn, 67 ára gomul.
Jarðarferðin verður lýst seinni.
Dánjal Jákup, May-Britt, Magnus
og Anna Sofía