Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-06, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juli 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 126 - 6. juli 2005 17 Dagurin var 15. mai 1965. Tá savnaðust skálafólk í Losjuni við tí endamáli at seta á stovn eitt ítróttarfelag í bygdini. Ungdómur- in á Skála hevði tá í nøkur ár róð kapp, og vildi nú eisini spæla bólt, men fyri at sleppa upp í Eystur- oyarkappingina varð neyðugt at skipa seg í felag Fjarðastevna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sigast má, at nógv vatn er runnið í ánna, síðan Skála Ítróttarfelag varð stovnað fyri 40 árum síðan. - Kappingarárið 2001 vann besta liðið hjá felagn- um sær rætt til at spæla í bestu deildini í fótbólti, og hóast tað mangan breyt í bæði borð, eydnaðist felagnum at vera hangandi í deildini. Heiðursmerki Í tíðindaskrivi fegnast felagið um, at tað í fjør fyri fyrstu ferð eydnaðist at vinna heiðursmerki í bestu deildini, tá ið liðið endaði á triðja plássi í landskapping- ini. - Hetta hevði við sær, at tá ið Skála Ítróttarfelag fyrr í ár fylti 40, skuldi felagið samstundis á fyrsta sinni luttaka í evropeiskum fót- bólti. Hesir dystir vórðu leiktir í síðsta mánaði, og hóast okkara leikarar samanlagt taptu báðar dystirnar 3-0, halda vit, at teir komu stak væl frá uppgávuni. Góðar umstøður Skála Ítróttarfelag heldur, at ein orsøk til stóru fram- gongdina seinnu árini er, at felagið hevur serstakliga góðar umstøður at arbeiða undir. - Vøllurin, sum varð bygdur í 1977, er dagførdur fleiri ferðir, soleiðis at hann í dag er fult á hædd við øll krøv, bæði hvat leikligum umstøðum viðvíkur við nýggjum graslíki, ljósum og øðrum – og hvat áskoðaraumstøðum viðvík- ur við nýggja áskoðara- skýlinum, sigur felagið. Gongur væl - Leikliga hevur gingið rættiliga væl í hond hjá felagnum í ár. Liðið í Formula-deildini kappast aftur í ár um oddasessirnar, og yngru deildirnar hjá felagnum klára seg eisini væl. Soleiðis megnaðu smágenturnar at vinna Niels L. Arge-steypið, tá tær í finaluni vunnu 3-1 á VB. Skála Ítróttarfelag ásann- ar, at kvinnurnar hjá felagnum sum heild hava klárað seg rættiliga væl. - Tær vaksnu vunnu FM tvær ferðir og steypakapp- ingina einaferð. Í 1992 vunnu tær báðar kappingar- nar, so greipan í bestu kvinnudeildini hevur eisini verið ein túr inni á Skála, sum felagið tekur til, nú Fjarðarstevna verður um vikuskiftið og felagið er farið um tey fýrati. Skála Ítróttarfelag hevur 40 ár á baki Skála Ítróttarfelag heldur, at ein orsøk til stóru framgongdina seinnu árini er, at felagið hevur serstakliga góðar umstøður at arbeiða undir Mynd: Vilmund Jacobsen